fríggjadagur 1. apríl 2005síða 22
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 61 - 1. apríl 2005
Sambært fiskifrøð-
ingum er ikki líkt til,
at náttúran er ímóti
okkum í løtuni, men
spurningurin er, um
tað eru vit, sum eru
ímóti náttúruni – við
einari fiskidagaskip-
an, har gomul og
óvirkin fiskiloyvi
verða drigin innaftur
í fiskiskipaflotan og
økja um trýstið á
fiskastovnarnar
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Føroyska samfelagið hevur
mangan ásannað, at tað,
sum hevur størstan týdning
fyri okkara vælferð, er,
hvussu
fiskiskapur
og
fiskaprísir vignast. Er fiski-
skapurin góður, og prísur
fæst fyri fiskin, vendist
gongdin skjótt frá stagna-
tión ella afturgongd til
framgongd. Hetta sóu vit
eina best eftir djúpu krepp-
una fyrst í nítiárunum.
Toskurin,
sum
næstan
hevði verið burtur úr veið-
ini í nøkur ár, kom knapp-
liga aftur og eftir svára tíð,
har flestu vinnur høvdu
ligið í andaleypi, vendist
afturgongdin til framgongd
– eina framgongd, sum
neyvan er sæð í føroyskum
búskapi áður.
Nógv ymisk viðurskifti
vóru viðvirkandi til hesa
størstu fíggjarligu kreppu,
sum føroyingar hava verið
ígjøgnum í nýggjari tíð,
eins væl og nógv viður-
skifti vóru viðvirkandi til,
at vit eftir húsagangir við
skipum, virkjum og bank-
um upplivdu hesa stóru
framgongd í føroyskum bú-
skapi.
Vit fingu kapping um
fiskin, og neyðugt var hjá
virkisliðnum at rationali-
sera, um tey skuldu standa
seg í kappingini.
Tá ið toskurin í stórum
tali kom aftur sum ein Guðs
gáva av himli, vendist
svartskygni aftur til bjart-
skygni, og síðan hava vit
havt fleiri góð ár í føroysk-
ari vinnu, bæði á sjógvi og
landi. Heilt fram til ár 2002
og 2003 høvdu vit fram-
gongd í búskapinum, sum
síðan er stagnerað.
Aftur hesaferð er tað
toskurin, sum ger útslagið.
Minni toskur hevur verið at
fingið, og eina tíð fekst
heldur ikki tann prísur fyri
fiskin, sum verið hevði, eitt
nú tí, at marknaðurin, har
vit selja okkara saltfisk,
gjørdist
meira
trekur.
Goymslurnar vuksu, og
minni saltfiskur varð virk-
aður – við tí úrsliti, at virk-
ini góvu minni fyri fiskin.
Prísirnir á toski eru kom-
nir uppaftur á líkinda støði,
men nú haltar toskafiski-
skapurin.
Hampilig útlit
Sambært váryvirlitstroling-
unum, er toskastovnurin
ikki væl fyri, men betur
stendur til við upsanum og
hýsuni. Tó er tað ein uggi,
at fiskurin tykist vera væl
fyri. Í nøkur ár vístu gróð-
urkanningarnar hjá Fiski-
rannsóknarstovuni, at gróð-
urin, sum er grundarlagið
undir føðini í havinum, var
langt undir miðal, men í
fjør kom aftur vend í, og
gróðurin var størri enn eitt
miðal ár. Um kanningarnar
í summar vísa, at gróðurin
er størri enn eitt miðal ár, er
í øllum førum tann parturin
av grundarlagnum undir
fiskastovnunum á tryggari
grund.
Í bestu norðhavstíð hevur
lítið verið at fingið við
snelluni, og øll tekin eru
um, at vit skulu rokna við
eini slakari toskaveiði enn
henni, vit hava havt tey
bestu árini. Men meðan
Norðhavið hevur givið lítið
av sær hjá snellubátunum,
hava vit frætt um rættiliga
góðar dagar við línu hjá
bátum,
sum
egna
við
gággu. Soleiðis hevur onk-
ur bátur, sum hevur verið
vestanfyri, fingið upp í
fleiri hundrað pund av toski
á línuna. Meðan snellubát-
arnir drógu svart norðan-
fyri, hevði tann eini báturin
herfyri meira enn 5.000
pund á minni enn 10 stamp-
um – og tað er rættiligur
rokfiskiskapur!
Í fiskiskapi er tað ikki
altíð "antin ella". Tað eru
ikki øll viðurskifti, sum
kunnu forklárast, tá ið
ræður um livandi tilfeingið
í havinum. Vit hava kunn-
leika um nógv, men tað er
ikki so sjáldan, at okkara
kunnleiki – og okkara vit –
ikki røkka.
Torført hevur verið hjá
fiskifrøðingum at greitt frá,
hvaðani tann nógvi tosk-
urin kom miðskeiðis í níti-
árunum, og líka so torført
hevur tað verið at greitt frá,
at
upsastovnurin,
sum
fiskifrøðingar fyri ikki so
nógvum árum síðan mettu
at vera í vanda fyri ovur-
fisking, ongantíð hevur
verið so stórur sum seinastu
árini.
Náttúran ella vit
Men fiskurin er sum heild
smáur, og serliga er tað
upsin, sum er smáfallandi.
At nógv kemur undan av
upsa, kann eingin ivi vera
um, men um orsøkin til
smáa fiskin, er, at veiði-
trýstið er ov stórt – og at
hann tískil ikki sleppur at
veksa seg stóran, er so ein
annar spurningur, sum vit
ikki skulu taka støðu til.
Tað eru eisini tey, sum
halda, at ein partur av tí
stóra upsanum gongur upp í
svartkjafti og sild og part-
vís verður tikin av teimum
stóru ídnaðartrolarunum.
Ábendingar eru ymiskar
vegir, men neyvan er lætt
við fáum orðum at siga,
hvussu øll náttúran í havin-
um hongur saman.
Eitt er náttúruviðurskift-
ini – góð ella minni góð;
eitt annað er veiðitrýstið.
Hvussu stóran týdning hesi
hava hvørt sær, man fáur
duga at siga við vissu.
Sambært fiskifrøðingum,
er ikki líkt til, at náttúran er
ímóti okkum í løtuni, men
spurningurin er, um tað eru
vit, sum eru ímóti náttúruni
– við einari fiskidagaskip-
an, har gomul og óvirkin
fiskiloyvi verða drigin inn
aftur í fiskiskipaflotan.
Tað fer so tíðin at vísa.
Er náttúran ímóti okkum
– ella vit ímóti náttúruni
Nógv skip hava landað á
Toftum hesa vikuna. Á
myndini er tað Harry
Benjaminsen, sum koyrir
ein kassa av
havtaskusporlum inn á
Fiskamarknaðin
Mynd: Vilmund Jacobsen
Suðuroyingar
aftur til gongu
Nú fer at vára og
nú verður aftur
skipað fyri gongu-
ferðum í Suður-
oynni
GONGUFERÐ
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú fer at grønka í bø
og haga og hetta er
tíðin, har ferðavinnan
kring landið aftur vak-
nar av álvara.
Í Suðuroy leggja tey
longu til brots hetta
vikuskifti við einum
trivaligum gongutúri
norðuri á Oyggj.
Sunnudagin verður
skipað fyri gonguferð í
fjøllunum rundanum
Trongisvág.
Tey, sum vilja vera
við, møta við kola-
námini í Trongisvági
sunnudagin klokkan
15.
Síðani verður farið
til gongu eftir Lang-
hamri, til ta gomlu
bygdargøtuna til Fám-
jins. Síðani fylgja tey
teimum gomlu varð-
unum norðureftir, yvir
um Stórá og niðan fjall
til varðan á Manna-
gjógv. At enda verður
gingið eftir gomlu
varðunum
oman
í
Trongisvág.
Tey vænta, at hetta
er ein ferð, sum varar
einar tveir tímar.