fríggjadagur 1. apríl 2005síða 23
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Skal
ikki
koma
fyri
Formaðurin í B36,
Kjartan Mohr, er
ógvuliga harmur
um, at spæliloyvið
hjá Eyðuni
Højgaard ikki var
komið upp á pláss.
SPÆLARASKRÁ-
SETING
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tað var ein ógvuliga
harmur formaður í B36,
sum vit fingu fatur á
hósmorgunin. Kjartan
Mohr sigur, at tað er ein
reint menniskjansligur
feilur, sum tó ikki eigur
at koma fyri, at spæli-
loyvið hjá Eyðuni Høj-
gaard ikki var komið í
rættlag.
Ikki roynt at snýta
nakran
Kjartan Mohr sigur, at
B36 hevur ikki roynt at
snýta nakran, men at
talan er um ein reint
umsitingarligan feil, ið
nú kann vísa seg at hava
álvarasligar fylgjur fyri
felagið.
- Sjálvsagt skal málið
ganga sína gongd, men
eg haldi, at tað hevði
verið ógvuliga harmi-
ligt, um tað fer at fáa
ítróttarligar
fylgjur,
sigur Kjartan Mohr.
Formaðurin í B36
heldur, at rættast hevði
verið, um B36 og KÍ
fingu eina nøs ella eina
bót fyri tilburðin, heldur
enn at feløgini verða
revsað ítróttarliga.
Nr. 61 • fríggjadagur • 1. apríl 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Brian Laudrup nýggjur
landsliðsvenjari
Púra óvæntað hevur
føroyski landsliðs-
venjarin, Henrik Lar-
sen, valt at leggja frá
sær í úrtíð av persón-
ligum orsøkum. Frá-
bóðanin frá stóra dan-
anum kom ógvuliga
óvart á FSF, sum tó
hevur gjørt skjótt av
og tryggjað sær Brian
Laudrup sum nýggjan
landsliðsvenjara
NÝGGJUR
LANDSLIÐSVENJARI
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Føroyska fótbóltslandsliðið
hevur fingið nýggjan venj-
ara. Venjarin hjá okkara
fremstu fótbóltsmonnum
seinnu árini, Henrik Lar-
sen, hevur av persónligum
orsøkum valt at leggja frá
sær.
Fótbóltssambandið
hevur tó ikki ligið á løtu
síðuni, tí FSF hevur longu
funnið
avloysaran
hjá
Henrik Larsen, og tað er
ikki hvør sum helst.
Leingi droymt um
venjarastarv
Talan er um fyrrverandi
danska
landsliðsleikaran
Brian Laudrup, sum man
verða ein tann kendasti
danski
fótbóltsspælarin
nakrantíð. Brian Laudrup
gavst sum yrkisleikari fyri
nøkrum árum síðani, og síð-
ani tá hevur hann ikki fing-
ist við fótbólt. Í sínari glæsi-
ligu tíð sum yrkisleikari um-
boðaði Brian Laudrup so
mæt feløg sum Milan, Fi-
orentina, Chelsea, Ajax Am-
sterdam, Bayern Munchen
og Glasgow Rangers.
Beint fyri evstamark okk-
ara eydnaðist okkum at fáa
orð á Brian Laudrup. Hann
var eitt sindur ovfarin av, at
tíðindini longu vóru komin
út, men hann váttaði tó, at
hann er komin ásamt við
FSF um ein sáttmála, ið er
galdandi fram til juli 2006.
- Vit hava ikki skrivað
undir sáttmálan enn, men
hetta verður gjørt á einum
tíðindafundi í komandi
viku. Eg má viðganga, at eg
altíð havi droymt at roynt
meg sum venjara, og nú fái
eg so møguleikan, sigur
Brian Laudrup.
Spurdur hvønn kunnleika
hann hevur til føroyskan
fótbólt, sigur Brian Lau-
drup: - Eg havi spælt móti
Føroyum einaferð, og so
havi eg spælt saman við
Toda Jónsson í FC Keyp-
mannahavn eitt skifti. Ann-
ars veit eg ikki tað stóra um
føroyskan fótbólt, men
Henrik Larsen hevur játtað
at virka sum eitt slag av
ráðgeva hjá mær fyrstu tíð-
ina, sigur Brian Laudrup.
Ætlar at hava lands-
liðsvenjing í næstum
Av tí at nýggi landsliðs-
venjarin ikki veit so nógv
um teir føroysku spælarar-
nar enn, hevur hann í sam-
ráð við hjálparvenjaran,
Jógvan Martin Olsen, gjørt
av at samla landsliðshópin
til felagsvenjing í næstum.
- Tað er umráðandi hjá
mær sum skjótast at koma
at kenna spælararnar á før-
oyska landsliðnum. Eg ætli
mær ikki at broyta leikskip-
an, men út frá teimum ein-
støku leikarunum kann eg
møguliga gera onkrar til-
lagingar á liðnum, sigur
Brian Laudrup, ið væntandi
kemur at ferðast nógv til
Føroya næstu tíðina, so at
hann kann fáa eitt størri
innlit í føroyskan fótbólt.
Sáttmálin millum Brian
Laudrup og Fótbóltssam-
band Føroya kemur í gildi í
dag 1. apríl.
Sum vit skrivaðu í
blaðnum í gjár, so
hevði B36 eftir øllum
at døma eins og KÍ
nýtt ólógligar leikar-
ar, tá ið teir spældu
seg víðari í steypa-
kappingini. Hetta
verður nú váttað av
FSF, sum fer at taka
málið upp
SPÆLARASKRÁ-
SETING
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Talan var um Eyðun Høj-
gaard hjá B36, sum ikki
hevur fingið spæliloyvi upp
á pláss, hóast hann hevur
verið við bæði í steypasigr-
inum á Skála og í ósigrin-
um móti NSÍ 2. páskadag í
Formuladeildini.
UEFA-reglarnar eru
greiðar
Á umsitingini hjá FSF
verður váttað, at spæliloyv-
ið hjá Eyðun Højgaard varð
flutt úr Føroyum tann 31.
august í fjør, og at tað ikki
er komið aftur til Føroya.
Umboð fyri UEFA søgdu
í blaðnum í gjár, at reglar-
nar hjá europeiska fótbólts-
sambandinum eru ógvuliga
greiðar. Um eitt lið nýtir
ólógligan leikara, verður
viðkomandi lið dømt at
tapa dystin 0-3, og tað hev-
ur einki at siga, um talan er
um snýt ella eitt mistak,
segði
pressustjórin
hjá
UEFA, Frits Ahlstrøm, í
gjár.
Hetta vil siga, at um
kappingarnevndin hjá FSF
skal fylgja reglunum hjá
UEFA, so verða bæði KÍ og
B36 tveitt úr steypakapp-
ingini. Harumframt skal
B36 tapa 0-3 móti NSÍ
ístaðni fyri 0-1, sum úr-
slitið gjørdist 2. páskadag,
tí tá var spæliloyvið hjá
Eyðuni Højgaard framvegis
ikki komið upp á pláss.
Lagnudagur hjá KÍ og
B36
Kappingarnevndin hjá FSF
fer allarhelst at hava fund í
kvøld, har støða verður
tikin til, hvørja revsing KÍ
og B36 skulu hava fyri at
hava nýtt ólógligar leikarar.
Tað er einki at taka seg aft-
ur í, at bæði í Havn og
Klaksvík sita fleiri mans, ið
eru rættuliga heitir um
skallan, og óivað eru tey
mong, sum við spenningi
bíða eftir avgerðini hjá
kappingarnevndini.
Um so er, at niðurstøðan
verður tann, at bæði liðini
verða tveitt úr kappingini
um Løgmanssteypið, so er
lítið at ivast í, at avgerðin
verður kærd til dómsnevnd-
ina hjá FSF, og so gongur
aftur ein tíð, áðrenn nøkur
endalig niðurstøða fyri-
liggur.
Kappingarnevndin hevur
tó fordømir at halda seg til.
Fyri tveimum árum síðani
var AB dømt at hava nýtt
ein ólógligan leikara í dysti
móti Sumba, og tá vóru
argjamenn dømdir at tapa
dystin, sum teir annars
vunnu 2-0.
Tá ið Jákup Mikkelsen á
sinni vardi málið hjá Her-
følge, var hann einaferð í
Føroyum og leikti ein
steypadyst við KÍ. Jákup
fór síðani niður aftur og
vardi málið hjá Herfølge í
dysti móti AGF stutt eftir,
sum Herfølge vann. Men
spæliloyvið hjá landsliðs-
málverjanum var ikki kom-
ið aftur til Danmarkar, og tí
var Herfølge dømt at tapa
dystin.
Spæliloyvið hjá Eyðun liggur í Danmark
Brian Laudrup verður nýggjur føroyskur landsliðsvenjari, eftir at Henrik Larsen av persónligum
ávum hevur lagt frá sær
mynd: Álvur Haraldsen