fríggjadagur 1. apríl 2005síða 24
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 61 - 1. apríl 2005
Søljan-Stjørnan 23-31(14-19)
Rokdystur á Giljanesi
Talan var um ein
rættuligan rokdyst, tá
ið Søljan og Stjørnan
hittust á Giljanesi
mikukvøldið
SUNSET-KAPPINGIN
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Talan var um ein rættuliga
rokutan dyst, tá ið bestu
kvinnuliðini hjá Søljuni og
Stjørnuni brustu saman á
Giljanesi
mikukvøldið.
Ikki tí, Stjørnan hevði mun-
in at kalla allan dystin, og
sigurin hjá klaksvíkskvinn-
um var ongantíð í vanda.
Hótti við at taka liðið
av vøllinum
Tað vóru serliga tær í
Stjørnuni, sum vildu verða
við, at heimaliðið fekk
loyvi til at spæla alt ov hart.
Venjarin hjá Stjørnuni,
Rógvi Nielsen, sigur, at
eftir hansara tykki var talan
um ein ómetaliga hart leikt-
an dyst, har tað uttan nakað
kundi verið givin eini 5 ella
6 reyð kort.
- Fyri mær tykist tað sum
um, at nú FM er avgjørt, so
eru dómararnir farnir í
summarfrí. Vit vilja tó
framvegis betra okkum, og
hóast vit ikki gerast meistar-
ar, so ætla vit okkum at tapa
meistaraheitið við maner,
sigur Rógvi Nielsen.
- Í nógvum førum var
talan um veruligan bardaga
úti á vøllinum, uttan at tað
fekk nakrar avleiðingar, sig-
ur venjarin hjá Stjørnuni.
Eftir ein tilburð í seinna
hálvleiki, har ein av leikar-
um hjá Stjørnuni meiddi
seg eitt sindur, segði Rógvi
Nielsen við dómararnar
báðar, at um hetta ikki bleiv
steðgað, so fór hann at taka
liðið hjá sær av vøllinum.
- Eg hótti við at taka liðið
av vøllinum, tí eg stúrdi
fyri heilsustøðuni hjá mín-
um leikarum. Søljan fekk
loyvi til at spæla so mikið
hart, at tað var vandi fyri, at
spælararnir
hjá
okkum
fingu álvarsligar skaðar,
um dómararnir ikki steðg-
aðu harða spælinum, sigur
Rógvi Nielsen.
Stjørnuleikari
meldaður til
kappingarnevndina
Eingi reyð kort vóru tó
havd á lofti, men eftir at
dysturin var lokin var ein
tilburður, sum hevur við
sær, at ein av leikarunum
hjá Stjørnuni er meldaður
til
kappingarnevndina.
Sambært øðrum dómaran-
um, Dánjal Samuelsen,
snýr tað seg um, at viðkom-
andi
spælari
kropsliga
gjørdi seg inn á ein av
leikarunum hjá Søljuni, og
harumframt munnliga hótti
leikaran hjá Søljuni.
Kappingarnevndin
hjá
HSF skal nú taka støðu til
málið, og tað man verða
lítið at ivast í, at viðkom-
andi leikari kann vænta sær
leikbann í nakrar dystir.
Søljan-Stjørnan 23-
31(14-19)
Søljan: Lina Andriulyte
5(1), Hertha J. Simonsen 4,
Heidi Maria Akselsen 3,
Sólja Jóanisdóttir 3(1), Fía
Selma Nielsen 2, Kristi-
anna Petersen 2, Nicoleta
Radu Hansen 2, Arnleyg
Haraldsen 2
Stjørnan:
Alina Olaru
7(4), Anna Kristian Sam-
son 6, Una Olsen 5, Bára
Skaale Klakstein 5, Katar-
ina Stjepanov 5, Joan M.
Djordjevic 2, Annika Ljós-
stein 1
Brotskøst:
Søljan 2(2),
Stjørnan 4(4)
Útvísingar:
Søljan
4,
Stjørnan 2
Dómarar: Kristian Johan-
sen og Dánjal Samuelsen
Áskoðarar: 59
VÍF vann á
strandakvinnum
Ein dystur í Sunset-kappingini var leiktur í Vestmanna
týskvøldið.
Dysturin var millum VÍF og StÍF, og vestmanna-
kvinnur vunnu dystin 25-18.
Hálvleiksstøðan var 13-10 til VÍF.
Ioana Rapa var besti málskjútti hjá heimaliðnum við
12 málum, meðan Poula Olsen skeyt 5 mál fyri StÍF.
tn
Stjørnan og HSF hvør sítt
Undir dystinum mill-
um Søljuna og
Stjørnuna miku-
kvøldið hótti Rógvi
Nielsen við at taka
liðið hjá sær av vøll-
inum. Hetta fekk
annan av dómarun-
um at siga, at Rógvi
ikki skuldi misnýta
sína makt innan HSF
HONDBÓLTUR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tað fekk bikarið at flóta
yvir hjá Rógva Nielsen, tá
ið Una Olsen miðskeiðis í
seinna hálvleik var tikin
heldur harðliga í verjuni hjá
Søljuni.
Venjarin
hjá
Stjørnuni hótti við at taka
liðið av vøllinum, um dóm-
ararnir ikki steðgaðu harða
spælinum. Men Rógvi fekk
at vita frá øðrum dómar-
anum, at hann ikki skuldi
misnýta sína makt innan
HSF til at hótta dómar-
arnar.
Tað er hvør sítt
Dómarin, Dánjal Samuel-
sen, sigur, at Rógvi Nielsen
segði við seg, at um leikar-
in hjá Søljuni, ið hevði havt
nærdyst við Unu Olsen,
ikki bleiv revsaður, so tók
hann liðið av vøllinum.
Hetta fekk Dánjal Samu-
elsen til at siga við Rógva,
at hann ikki skuldi misnýta
sína positión innan hond-
bóltssambandið til at hótta
dómararnar við at taka liðið
av vøllinum.
- Atburðurin hjá Rógva
Nielsen og fleiri av leikar-
unum hjá Stjørnuni var stak
vánaligur undir dystinum,
og Rógvi má minnast til, at
hann er ein partur av
starvsnevndini í HSF, sigur
Dánjal Samuelsen.
Men Rógvi Nielsen er
rúkandi ósamdur í hesum. -
Tað er rætt, at eg hótti við
at taka liðið av vøllinum,
men tað er blóðskeivt at
blanda mín leiklut sum
venjara hjá Stjørnuni sam-
an við mín leiklut innan
hondbóltssambandið, tí tað
hevur einki við hvørt annað
at gera, sigur Rógvi Niel-
sen, sum situr í starvs-
nevndini í HSF og eisini er
venjari hjá kvinnulands-
liðnum.
vu.
tapt
mál-
dystir v - j - t
mál
mál munur
stig
1 VB
8
8 - 0 - 0
715
438
277
29
2 Stjørnan
9
8 - 0 - 1
656
445
211
29
3 Neistin
8
5 - 0 - 3
619
471
148
20
4 Søljan
9
4 - 0 - 5
614
542
72
16
5 VÍF
8
4 - 0 - 4
521
503
18
13
6 Kyndil
8
3 - 0 - 5
441
588
-147
9
7 StÍF
8
1 - 0 - 7
475
601
-126
7
8 Tjaldur
8
0 - 0 - 8
314
767
-453
0
B36 hevur leingi
leitað eftir einum
áleypara, og nú er
ein brasiliumaður
komin at
royndarevenja í árs-
talsfelagnum
ROYNDARVENJING
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tað er eingin loyna, at tað
serliga er á álopssíðuni, at
hópurin
hjá
B36
er
tunnur, og at felagið
leingi hevur leitað eftir
einum typiskum mál-
skjútta til at bøta um
støðuna. Nú er brasiliu-
maðurin
Wellington
komin at royndarvenja.
Vil fegin til Føroya
Wellington er ikki heilt
ókendur í Føroyum. Hann
hevur áður leikt við FS
Vágum, og sum skilst
hevur brasiliumaðurin eitt
stórt ynski um at sleppa
aftur at spæla fótbólt í
Føroyum.
Í B36 hava tey enn ikki
tikið støðu til, um Wel-
lington skal fáa sáttmála
við felagið. Í fyrstu atløgu
royndarvenur álopsmað-
urin við felagnum í eina
viku, áðrenn støða verður
tikin til, um brasiliumað-
urin skal verða ein partur
av fyrstaliðshópinum hjá
B36.
Annars fegnast tey í
árstalsfelagnum um, at
nýggi
suðurafrikanski
spælarin hjá teimum, Obi,
nú hevur fingið øll papp-
írini upp á pláss, so at
hann kann verða við í
dystinum í Formuladeild-
ini komandi vikuskifti.
Áleypari
royndarvenur
í B36
Venjarin hjá Stjørnuni,
Rógvi Nielsen, heldur tað
verða blóðskeivt av
dómarunum, at blanda
hansara leiklut sum venjara
hjá Stjørnuni saman við
leiklutin, ið hann hevur í
HSF
Savnsmynd