leygardagur 2. apríl 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 62 - 2. apríl 2005
Á skatturin, skatt-
urin, eitur nýggj bók,
sum nú er komin á
marknaðin. Men
hóast heitið kundi
bent á eina kærleiks-
søgu av onkrum slag,
so er talan tó um
meira kontant og
ítøkilig virði
ÚTGÁVA
Jákup Mørk
Talan er nevnliga um út-
gávu
hjá
frá
Charles
Adams, sum er professari í
skattsøgu og serfrøðingar í
altjóða skattarætti.
Bókin snýr seg fyrst og
fremst um skattin sum
hugtak. Hvussu hesin er
íkomin søguliga og – ikki
minst – hvussu hesin ávirk-
ar samfeløgini á ymsan
hátt.
Aðra staðni hevur bókin
fingið sera góð ummæli, og
er tað enntá sagt, at Charles
Adams við hesum hevur
framt eitt ómøguligt bragd.
Nevnliga at gera søguna
um skatt til áhugaverdan
lesna.
Tað er Óli Breckmann,
sum hevur týtt bókin, men
hóast hann og Adams
kanska ikki hava ólíkar
áskoðanir um skatt, so
heldur hann ikki, at hetta
hevur eggjað honum til at
fara undir arbeiðið.
- Maðurin er jú vísinda-
maður, og tí arbeiðir hann
út frá nøkrum givnum kri-
terium, sum hann hevur
sínar grundgevingar fyri.
- Kanska er hann eisini
ávirkaður av sínum forfedr-
um í so máta, tí eg meini, at
hann er av jødiskum upp-
runa.
- Jødarnir hava eisini í
hesum sambandi eina sera
sentrala og forvitnisliga
skattsøgu. Eina søgu, har
tey ferð eftir ferð verða
skrædlað í skatti, rikin út í
næsta land fyri síðani at
verða skrædlað einaferð
afturat.
- Tað haldi eg hevur
ávirka høvundin í hansara
áskoðan á rímiligheitina í
skatting, men talan er
framvegis um eitt verk,
sum er vísindaliga væl
frágingið, leggur Óli dent á.
Óli vísir annars á, at júst
hetta við proportionali-
tetinum í skattinum –
rímiligheitini – er nakað,
sum Adams gevur stóran
ans.
- Hann hevur eina ógvu-
liga filosofiska tilgongd til
hetta, og hugleiðir hann
nógv um, hvussu rími-
ligheitin kann mátast og
ikki mátast.
- Júst hesum viðvíkjandi
hava vit báðir kanska eins
áhugamál, men tað eru sum
so ikki hesi, ið hava fingið
meg at fara undir arbeiðið.
Tað hevur bara verið per-
sónligur áhugi – og ikki
politiskur – sum hevur
fingið meg at fara undir
týðingina. Sjálvur helt eg í
øllum førum, at hetta var
góður lesnaður, og at tað
loksins var gjørligt at fáa
hetta slag av upplýsing,
sigur Óli Breckmann.
Hann leggur aftur, at
hann fekk púra fríar teym-
ar, tá bókin skuldi um-
setast, men at hann kortini
ikki hevur tikið nøkur før-
oysk viðurskifti við í
sjálvari bókini.
Bíleggingarseðlar
til
bókina eru helst komnir
flestu húskjum í hendi, og
kostar hon 190 krónur um-
framt vanligt postgjald.
Skatturin hjá Óla
Skatturin hjá Óla snýr seg
ikki um kærleika millum
menniskju, men um tað slagi
av skatti, sum tey í
Fíggjarmálaráðnum hava
um hendi