Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-02, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. apríl 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 62 - 2. apríl 2005 5 Nýggjur stjóri í Smyril Line 49 ára gamli Jan Walle úr Norra verð- ur nýggjur stjóri í Smyril Line í fyribils eitt ár. Jan Walle er útbúgvin siviløkon- omur og hevur meira enn 20 ára royndir innan reiðarívirksemi og shippingfyritøkur, har hann meginpart- in av tíðini hevur ver- ið í stjórastørvum og øðrum leiðandi størvum STJÓRI tíðindaskriv frá Smyril Line Nýggi stjórin í Smyril Line, Jan Walle, ið tekur við 1. apríl, hevur drúgvar royndir innan reiðarívirksemi og shippingfyritøkur, har hansara yrkisleið hevur verið síðani 1983. Hann avloysir Óla Hammer, sum tók stig til at stovna Smyril Line í 1982, og sum hevur verið stjóri síðani. Óli Hammer boðaði stutt fyri páskir frá, at hann leggur frá sær. Jan Walle hevur sáttmála við Smyril Line í fyribils eitt ár við møguleika at leingja sáttmálan. Hansara høvuðsuppgáva verður at økja ferðafólkatalið um borð á Norrönu, finna nýggjar marknaðir og nýggjar samstarvsmøgu- leikar. - Eg skal taka tað besta burtur úr felagnum og ar- beiða við tíð. Ferðafólka- marknaðurin er stórur, og vit skulu hava fleiri ferða- fólk við miðvísari markn- aðarførslu, sum røkkir okk- ara málbólkum í Norður- londum, Evropa og aðra- staðni kring heimin. Ein týdningarmikil liður í hesi tilgongdini verður at finna nýggjar marknaðir og nýggjar samstarvsfelagar, sigur Jan Walle. Hann er úr Norra, 49 ár, útbúgvin siviløkonomur og hevur havt fleiri stjórastørv og onnur leiðandi størv í reiðaríum og shippingfyri- tøkum. Altjóða royndir Jan Walle varð settur í starv sum EDV-leiðari í Kosmos ASA í Norra í 1983. Í 1986 gjørdist hann búskapar- stjóri fyri Kosmos ASA Internationale Shipping Division. Frá 1988 til 1999 var Jan Walle fyrisitandi stjóri í Bastøfergen AS, sum er eitt norskt reiðarí, ið rekur innanríkis ferjurutur. Í 1990 bleiv Jan Walle stjóri fyri handilsmenning- ini í Color Line ASA, sum keypti Fred Olsen Lines sama ár. Jan Walle hevði ábyrgdina av keypinum. Talan var um eina íløgu upp á 1,3 milliardir krónur, og eftir keypið gjørdist hann rutustjóri fyri rutuni mill- um Kristiansand og Hirts- hals. Í 1997 tók Jan Walle við sum búskapar- og fíggjarstjóri í Color Line, og samstundis bleiv hann varamaður hjá fyrisitandi stjóranum. Í 1998 flutti Jan Walle til USA, har hann fór í starv sum Chief Operating Offi- cer í felagnum Premier Cruise í Miami, sum hevur seks cruise skip og 4.000 fólk í starvi. Hansara høv- uðsuppgáva var at umskipa felagið. Frá 1999 til 2002 ar- beiddi Jan Walle fyri al- tjóða flutnings- og logistik- felagið, Wallenius Wil- helmsen Lines AS. Fyri- tøkan flytir nýggjar bilar av verksmiðjunum út á marknaðirnar, og hon hevur ein árligan umsetning upp á 12 milliardir krónur. 3.000 fólk starvast hjá Wallenius Wilhelmsen Lines AS, sum hevur umboðan í 60 lond- um. Frá 2003 til 2004 var Jan Walle stjóri í Kystlink AS, har Norsk Hydro er størsti partaeigari. Í 2004 varð hann biðin at vera ráðgevi, tá Fjord Line og Smyril Line kannaðu møguleikar- nar fyri samstarvi í einum nýggjum felagi. Ætlanirnar vórðu kortini lagdar til viks, men feløgini eru framvegis opin fyri øðrum samstarvsmøguleikum. Nýggi stjórin í Smyril Line, sum er giftur og hev- ur tvey vaksin børn, hevur sostatt nógvar royndir í viðførinum, og tað er nevndin í Smyril Line sera væl nøgd við. - Vit hava funnið rætta persónin at leiða Smyril Line inn í framtíðina, eftir at vit í trý ár hava verið í einum hørðum byrjunar- skeiði við nýggju Norrönu, sigur Klæmint Weihe, nevndarformaður í Smyril Line. Eivør Pálsdóttir er framvegis væl umtókt í Íslandi og hesa vik- una hevur hon tvær fløgur á topp 15 list- anum og tað hendir ikki ofta, at sama tón- listafólk megnar hetta TÓNLEIKUR Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Hea vikuna hevur Eivør Pálsdóttir tvær fløgur á topp 15 listanum í Íslandi. Heimildarmaður okkara í Íslandi, Jens Guð, sigur seg ikki minnast, at tað er hent áður, at sama tónlistafólk hevur tvær fløgur á listan- um samstundis. Nýggja fløgan, Trølla- bundin, ið hon hevur inn- spælt við DR Big Band, er nummar 6 á listanum og fløgan Eivør er nummar 15. Trøllabundin hevur eftir øllum at døma av nýggjum varpað ljós á fløguna Eivør, sum er komin á 15 pláss av 21 plássi. Fløgan Eivør hevur verið á topp 30 í 17 vikur. - Hon er ein superstjørna í Íslandi, ein av teim størstu, sigur heimildar- maður okkara um Eivør. Bólkurin Yggdrasil, sum Eivør eisini syngur við av og á, vitjar í Íslandi 8. juni, men á ferðini er Kári Sverrison sangari. Bólkurin hevur selt fløgur í hundraðtali í Íslandi. Um- bering Vísandi til lýsing í Sosialinum »Ferðast frítt til Kreta« í gjár, vil eg við hesum koma við eini treytaleysari umbering, fyri at eg havi sett lýsingina í. Lýsingin var meint sum ein apríl søga, og eg væntaði ikki at hon fór at verða tikin illa upp. Orsakað, vónandi verður hetta mær fyrigivið Jóhan á Plógv Eivør á topp 15