Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-02, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. apríl 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 62 - 2. apríl 2005 Føroya Banki vunnið almennar pengar aftur Á aðalfundinum hjá Føroya Banka hós- dagin varð staðfest, at bankin nú hevur vunnið hvørja krónu aftur, sum landsstýrið fyrst í 90'unum mátti veita bankanum. Tað, sum í fyrstu syftu líktist eini almennari hjálp, er endað við eini skilagóðari íløgu hjá landskassanum, sum kann vinna peng- ar burtur úr íløguni FØROYA BANKI Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo – Við roknskapinum, sum vit í dag leggja fyri aðal- fundin til góðkenningar, hevur Føroya Banki - krónu fyri krónu - vunnið aftur ta peningaupphædd, sum landsstýrið í 1992-93 noyddist at veita bankunum. Soleiðis byrjar ársfrá- greiðingin frá nevndini í Føroya Banka, sum varð latin á aðalfundinum hós- kvøldið. – Eftir bert 11 árum vann Føroya Banki allan pening- in aftur. Landsstýrið hevur sostatt møguleika fyri at fáa sín pening aftur, og helst eisini við vinningi. Landsstýrið noyddist fyrst í 1900'unum at veita bankunum ikki minni enn 2.685 mió. kr. Síðan sam- anleggingina í 1994 hevur bankin goldið 214 mió. kr. í skattum og avgjøldum. Partaeigararnir – sum í høvuðsheitum er landsstýr- ið – hava fingið 921 mió. kr. í vinningsbýti, og á kontuni fyri eginpening standa nú 1.557 mió. kr. Rættan veg hóast stór tap Føroya Banki hevur ikki bara vunnið pengar árini síðani 1993, tí bankin hevur onkur ár havt stór tap. – Tað eru uttan iva tey, sum halda, at vit eru komin til skorin klæðir, tí kapital- veitingin fyrst í 90-árunum varð sett á burturleggingar- kontuna - ella løgd í frysti- goymsluna, sum onkur hev- ur tikið til - og at vit síðan bert hava kunnað tiðnað burturleggingarnar upp aftur og inntøkuført tær yvir raksturin. – Nakað er um tað, men hinvegin hevur Føroya Banki síðan 1992 avskrivað ikki minni enn 3,6 mia. kr. sum endaliga mistar. Tapini hjá bankanum hava sostatt verið 900 mió. kr. størri enn kapitalveitingin frá landsstýrinum. Í bankanum hava vit ikki bert sett av ímóti tapi. Vit hava eisini havt tap, stór tap, stendur at lesa í ársfrágreiðingini. – Leiðslan í bankanum hevur sæð tað sum sína fremstu uppgávu at av- marka tapið hjá landsstýr- inum mest møguligt. Tað kann ikki verða eitt mál í sjálvum sær at tapa mest møguligt, og tað er gleðiligt hjá bankanum, landsstýrinum og hjá okkum øllum somlum, at peningaveitingin frá landsstýrinum ikki varð tapt. Klók orð forða fyri einskiljing Nevndin í Føroya Banka staðfestir í sínari ársfrá- greiðing, at landsstýrið kann fáa pengarnar aftur, sum landið setti í bankan- um í 90'unum. – Millum politikarar hev- ur ofta tað sjónarmið verið at hoyrt, at bankin má vinna aftur almennu peningaveit- ingina í 1992-93, áðrenn landsstýrið kann selja bankan. Hetta er í roynd og veru eitt sindur løgið sjón- armið, tí landsstýrið kann júst fáa sínar pengar aftur við at selja partabrøvini. – Bankin hevur nú í hvussu so er vunnið peng- arnar aftur, og landsstýrið hevur møguleika fyri at fáa sínar pengar aftur. Ikki við at taka teir úr bankanum, men við at selja partabrøv- ini og harvið bankan. Nevndin í Føroya Banka sigur seg fylgja við í orða- skiftinum um eigaraviður- skiftini hjá bankanum í spenningi, men nevndin er eitt sindur ørkymlað. – Tað er sjálvsagt ikki leiðsla bankans, sum skal gera av um og til hvørjar treytir, Føroya Banki skal seljast. Men vit halda, at tað fer at vísa seg at verða neyðugt, fyri at fremja eina hepna sølu, at landsstýrið og Fíggingargrunnurin taka nevnd og stjórn bankans við uppá ráð í størri mun, enn higartil hevur verið gjørt. – Í Føroyum hevur nú leingi verið tosað um at einskilja almennar fyritøk- ur. Nógv klók álit eru skriv- að, uttan at nakað yvirhøv- ur er komið burtur úr. Tað tykist, sum tey mongu álit- ini gera, at málið kemur í drag, sigur nevndin í ársfrágreiðingini. – Í Føroyum hevur nú leingi verið tosað um at einskilja almennar fyritøkur. Nógv klók álit eru skrivað, uttan at nakað yvirhøvur er komið burtur úr. Tað tykist, sum tey mongu álitini gera, at málið kemur í drag, sigur nevndin Føroya Banka í sínari ársfrágreiðing SMYRIL LINE OG BLUE WATER Tíðindaskriv Nýggja farmaflutningsfel- agið, sum Smyril Line og danska farmaflutningsfel- agið, Blue Water, hava stovnað, eitur Smyril Blue Water. Felagið bjóðar sín- um viðskiftafólkum ein serstakan flutningshátt fyri rullandi farm við stuttum flutningstíðum Smyril Blue Water bjóðar sínum viðskiftafólkum ein serstakan flutningshátt fyri rullandi farm millum Norð- urlond, Evropa og londini í Norðuratlantshavi. Talan er um beinleiðis flutning á hjólum allan vegin frá sendara til móttakara. Á tann hátt kann felagið t.d. flyta fisk og aðrar kølivørur í óbrotnari køliketu uttan at umskipa farmin. Smyril Line, og danska farmaflutningsfelagið, Blue Water, hava í felag stovnað nýggja felagið. Smyril Line hevur í meira enn 20 ár rikið ferðafólka- og farmaflutning á Norður- atlantshavinum, og eitt týdningarmikið stig varð tikið, tá felagið yvirtók nýggju Norrönu í 2003. Norröna er umframt at vera bygd til ferðafólkaflutning eisini bygd til farm, og hon kann taka upp í 130 trailarar. Blue Water hevur ræði á einum vælskipaðum flutn- ingskervi. Felagið hevur eitt stórt netverk av flutn- ingsstøðum í Danmark og meira enn 300 lastbilar á evropeisku lands- og motorvegunum. Tættari samstarv Smyril Line og Blue Water hava í fleiri ár samstarvað á farmaøkinum, og við nýggja farmaflutningsfel- agnum fara partarnir í tætt- ari samstarv um rullandi farmin, tí nýggja felagið er tað einasta á marknaðinum, sum bjóðar ro/ro flutning á Norðuratlantshavinum. Nýggja felagið skal av- greiða, samskipa og markn- aðarføra farmaflutningin. Felagið keypir síðani pláss um borð á Norrönu og á flutningskervinum hjá Blue Water. Smyril Blue Water fær egnar skrivstovur í Føroy- um, Íslandi og Danmark. Suðurgangandi úr Íslandi og Føroyum verður í høv- uðsheitum fluttur fiskur, og norðurgangandi úr Dan- mark og av meginlandinum til Føroyar og Íslands verður alt slag av góðsi flutt — frá gerandisvørum til byggitilfar v.m. Harumframt bjóðar nýggja felagið eisini farma- flutning loftvegis og bingjuflutning úr Føroyum og Íslandi út í heim um- vegis heimsumfatandi net- verkið hjá Blue Water av søluumboðum og 36 egn- um skrivstovum í 19 lond- um. Nýggja felagið vil hava so nógv, sum til ber, burtur úr samstarvinum millum Smyril Line og Blue Water. Málið hjá Smyril Blue Water er at veita ta bestu farmaflutningstænastuna á Norðuratlantshavinum grundað á ein serstakan hurð til hurð flutningshátt við stuttum flutningstíðum. Gåte vitjar aftur í Føroyum Norski rockbólkurin við teimum ser- merktu sangunum fer at hava konsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði um tvær vikur TÓNLEIKUR Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Miðskeiðis í apríl mánaði fer norski rockbólkurin Gaate at hava konsert í Føroyum. Bólkurin hevur einaferð áður vitjað her – tað var á G! Festivalinum í fjør – og tað vóru tað mong, sum løgdu merki til hendan sermerkta rockbólkin, sum blandar gamlan norðurlendska fólkatónleik saman við nýggjastu rákini innan rocktónleikin. Bólkurin Gaate er lutvíst nýggjur – kom við sínari fyrstu fløguútgávu í 2002 – men hann hevur frá byrjan verið nógv umtalaður í Noregi og hevur selt væl. Gaate hevur eisini spælt til hópin av konsertum í Noregi og í øðrum lond- um, og seinni í ár skulu teir millum annað hava konsertir í Týsklandi. Ein sterkari eind Teir fimm tónleikararnir í bólkinum vóru í fjør í upptøkuhølunum aftur, og tá varð úrslitið fløgan Iselilja, har tað verður arbeitt víðari við saman- renningini millum fólka- tónleik og rock. Kåre Christoffer Vestr- heim hevur produserað tónleikin á fløguni, og hann er um nakar maður- in aftanfyri, at norskur fólkatónleikur hevur havt stóra framgongd seinnu árini. – Hugskotið við tónleik- inum á Iselilja er, at yvir- gongdin millum rock og fólkatónleik skal verða enn meira organisk. Tað skal vera truplari at gita, hvat er traditionellur tón- leikur og hvat er tónleikur hjá bólkinum, sigur hann á heimasíðuni hjá Gaate. Konsertin við Gåte verður í Mentanarhúsin- um í Fuglafirði leygar- kvøldið 16. apríl, og umframt norska bólkin fer ein føroyskur bólkur at hita upp. Nýtt norðuratlantiskt farmaflutningsfelag