Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-02, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. apríl 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 62 - 2. apríl 2005 7 Vit kenna hann m.a. sum kokk í sjónvarpssendingini Cassiopeia. Men nú letur Leif Sørensen upp egna gourmet matstovu í Havnini, ið ikki fer at hava vanligu búffmat- skránna, men kvalitetsmat á ógvu- liga høgum støði MATSTOVA Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo – Eg ætli mær at gera ordiligan mat, við høgari dygd. Og eg fari at royna at gera fínan mat við sál í. Hetta verður ein gourmet matstova við 1. floks mati, staðfestir Leif Sørensen, sum ætlandi letur upp nýggja matstovu uppiá hølunum, har Kvøldlot á sinni helt til. Ætlanin er at lata upp umleið 1. mei. Á la carte Hann hevur leingi droymt um at fáa sína egnu mat- stovu, og nú verður tað so veruleiki. Leif Sørensen er heimskendur í Føroyum fyri sín góða og vakra mat, sum nú fer at kunna njótast av øllum. Men hann slær fast, at hansara matstova ikki verður ein av teimum vanligu búffmatstovunum, vit kenna. – Eg ætli mær at royna eina á la carte menu, ið kanska hevur einar 6-7 smáar rættir, sum fólku kunnu velja í. Tey kunnu so velja allar rættirnar, ella velja nakrar burturúr, greiðir Leif frá. Og á eini fínari matstovu skal víni eisini verða fyrsta floks. Møguleiki verður tí at fáa vín, sum hóskar júst til hvønn einstakan av teim- um umleið seks rættunum. – Tað verður ikki neyðugt at keypa eina heila fløsku av víni, sum so skal vara alt borðhaldið, soleiðis, sum tú noyðist á øðrum mat- stovum. Í staðin verða tæn- arar um borðið alla tíðina, sum skifta vínið út so hvørt, og koma við rætta víninum til ymsiku rættirnar, sigur Leif. Eitt annað sum eisini verður øðrvísi við matstov- uni hjá Leif er, at hann fer at skifta matskrá eina ferð um vikuna, soleiðis at fólk ongantíð fara at duga mat- skránna uttanat, og altíð kunnu royna okkurt nýtt. Umframt á la carte, verður eisini møguleiki at fáa sær ein bita í døgverða- tímanum. Leif sigur, at hann mánadag til mikudag, tá tað ikki eru so nógv fólk úti og eta á døgverða, fer at bjóða sjálvtøkuborð í mini- stødd. – Tá ætli eg at gera tað soleiðis, at fólk fáa eitt lítið borð yvir til borðið, tey sita við, sum so eitt ávíst úrval av mati verður sett á. Onkur sløg av forrættum, okkurt kjøt og onkra dessert. Eftir- sum tað er á døgverða, verða tað lættir smárættir, samanborið við um kvøld- ið, greiðir Leif frá. Hósdag og fríggjadag, tá tað ofta eru fleiri fólk úti og eta í døgverðatímanum, ætlar hann sær tó at gera eitt stórt sjálvtøkuborð. Nakað dýrari Tað kostar pengar at fáa eina slíka matstovu at mala runt. Av tí, at Leif ikki ætlar at snýta við kvalitetinum, nýtir hann bert 1. floks rá- vørur. Og tær kosta. Um- framt tað, er hann noyddur at hava fleiri starvsfólk, pr. tallerk, sum hann málber seg. Av tí, at tað veruliga skal kelast fyri detaljunum, mugu tað verða fleiri kokk- ar. Og av tí, at ein gourmet matstova í høvuðsheitum bjóðar smárættir, verður eisini meiri tænaraarbeiði. – Av tí at útreiðslurnar eru hægri, liggur eisini minni eftir, hóast fólk kanska gjalda meiri enn tey eru von við. Men kvalitetur kostar, og eg vænti, at tá føroyingar hava fingið eyg- uni upp fyri, at tað er annar matur enn bert búffar, so fara tey at taka tað til sín, heldur Leif, sum leggur afturat, at fólk eru um at gerast troytt av búffum eftirhondini. Føroyskar rávørur Leif Sørensen hevur arbeitt burturav við hesi ætlanini síðani januar mánað, og hann sigur, at tað nú vantar ógvuliga lítið í, at tað fer í gongd. Sáttmálin varð undirskrivaður í gjár, so nú er dreymurin um at gerast veruleiki. Spurdur, hvønn altjóða køk maturin hjá Leif kemur undir, svarar hann, at tað nokk er ein blandingur ímillum franska køkin og skandinaviska køkin. – Skandinaviski køkurin er á veg fram við rúkandi ferð. Vit tora at taka íblást- ur úr øllum heiminum, og nýta egnar, fyrsta floks rávørur. Í altjóða høpi vil eg meta, at tann skandinav- iski køkurin er millum teir fremstu, sjálvt frammanfyri tann franska, sum leingi hevur ligið í oddinum, greiðir Leif frá. Leif kannar eisini møgu- leikarnar fyri at fáa før- oyskar rávørur í so stóran mun, tað er gjørligt. – Við t.d. føroyskum epl- um og grønmeti, kann eg verða nýskapandi úr Føroy- um, og tað hevði verið gott, heldur Leif. Í næstum fer gourmet- kokkurin at søkja eftir fólki. Hølini eru innrættað, við pláss fyri 40 fólkum. Leif sigur, at hann hevur loyvi at hava 70 fólk inni í senn, men hann er ikki áhugaður í at hava so nógv- ar gestir, tí tað hevði gingið út yvir detaljurnar í matin- um. Tað einasta, ið ikki heilt er komið undir land enn, er navnið. Fyritøkan hjá Leif Sørensen hevur higartil itið »Gourmet«, og um ikki nakað annað betri navn verður funnið, áðrenn upp- lating, so verður tað eisini navnið á nýggju matstov- uni, ið fer at húsast uppi á hølunum, har Kvøldlot var fyrr. Leif Sørensen, kokkur: Gourmet matstova í Havn Ì løtuni verður síðsta hond løgd á eitt nýtt dansistað til tey yvir 25 ár. Ætlanin er at taka tað besta frá »Maxim« og tað besta frá »Kvøldlot« og seta tað saman til eitt spildurnýtt dansistað NÁTTKLUBBI Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Hølini, har Kvøldlot á sinni helt til, hava staðið tóm í langa tíð, men nú verður skjótt lív í aftur. Hans Andreasen er maðurin aftanfyri nýggja dansistað- ið, sum letur upp innan tveir mánaðir. Dansa hósdag til sunnudag – Vit fara at hava eina mat- stovu, sum tó ikki verður á sama høga støði sum mat- stovan hjá Leif uppiá. Vit fara at hava opið um dagin, og selja vanligan, lættan mat, men tað fer at verða rættiliga snøgt og hugnaligt inni, greiðir Hans Andrea- sen frá. Eisini verður møguleiki at fáa ein kaffi- munn ella ein rúsandi løg, um tað ynskist. Hans Andreasen sigur, at støðið á innrættingini fer at minna um tað, vit minnast frá Maxim, við leðurmøbl- um og góðari tænastu. Men umframt at hava tikið íblástur frá Maxim, hava teir eisini lagt seg eftir at raka tað, sum Kvøldlot á sinni var kent fyri. Nevni- liga livandi tónleikin og hós- og sunnukvøldini. – Hetta verður eitt dansi- stað við livandi tónleiki. Vit fara ikki at hava plátuvend- ara, men livandi dansitón- leik hvørt vikuskiftið. Og so fara vit at royna tað, sum eydnaðist so væl í Kvøld- lot, nevniliga at savna fólk hóskvøld og sunnukvøld, umframt vikuskiftisdagarn- ar, greiðir Hans Andreasen frá. Serliga bygdafólkini í Havn nýttu hóskvøldini í Kvøldlot. Fríggjadag fóru tey flestu heim at halda vikuskifti, og tí var hós- kvøld síðsti møguleiki at hugna sær úti í Havn. Og sunnukvøld var eisini væl vitjað av serliga bygdafólk- um, sum komu aftur til Havnar, eftir vikuskiftið á bygd. 25+ Hóast tað enn ikki er sett nakað endaligt aldursmark, sigur Hans Andreasen, at málbólkurin verður tey meiri tilkomnu. – Vit ætla ikki at fáa tey blaðungu at koma oman til okkara. Og eg vænti heldur ikki at tey tíma at koma oman til livandi tónleik og sjelarar. Tey ungu vilja hava plátuvendara og ein annan stíl, enn tann, tey fara at finna her, slær hann fast. Og Hans er sannførdur um, at nýggja dansistaðið fer at bera seg. Tí tað er veruliga tørvur á einum tílíkum staði í Havnini. – Gamaní eru tað nógvir náttklubbar eftirhondini, men tað er eingin, ið hevur júst hetta konceptið. Onkur náttklubbi hevur nakað tað saman, men allir hinir hava eisini plátuvendara, og tí kann tað hóast alt ikki sam- anberast. Tað eru rættiliga nógv fólk, sum ganga í býnum, og tað er stórur saknur í einum slíkum stað, við stíli og góðari tænastu, sigur Hans. Onnur tilboð Umframt mat, høgt støði og livandi dansitónleik ætlar Hans at bjóða enn fleiri til- tøk. – Alt er ikki endaliga fastlagt enn, og tí vil eg ikki siga ov nógv longu, men tað er greitt, at vit ætla at hava ein stórskíggja, har vit serliga fara at vísa fótbólt. Vit hava fingið hendur á sera góðari útgerð, so vit ætla at gera nógv við at vísa fótbólt, greiðir hann frá. Eisini nevnir hann dart- kappingar sum eitt av til- tøkunum í nýggja staðn- um. Umframt tað, er eisini nógv annað spennandi á skránni, men hann vil tó ikki siga ov nógv enn. Spurdur um navnið á nýggja staðnum er komið undir land, svarar Hans Andreasen, at tað eru fleiri uppskot uppi og venda, men at tað ikki er tikin endalig avgerð um navnið enn. – Tað einasta, sum er vist, er, at tað verður eitt før- oyskt navn. Eg haldi, at vit hava nóg mikið av hesum útlendsku nøvnunum í býnum eftirhondini, sigur Hans Andreasen at enda. Enn er endaliga dagfest- ingin, fyri nær nýggja dansistaðið letur upp, ikki ásett. Men tað verður í øll- um førum innan tveir mán- aðir. Nýtt dansistað í Havn: Í besta »Kvøldlot-stíli« Í nýumvalda bygninginum í Bøgøtu fara hesir báðir at húsast framyvir. T.v. Hans Andreasen, sum fer at hava dansistað niðriundir, og t.h. Leif Sørensen, sum fer at lata eina gourmet matstovu upp á ovaru hæddini Mynd Jens Kr. Vang