leygardagur 2. apríl 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 62 - 2. apríl 2005
Bjarni hálur
Landsstýrismaður
in í vinnumálum,
Bjarni Djurholm,
hevur avgjørt, at
sitandi nevnd í
Framtaksgrunni
Føroya heldur
fram
NEVNDARVAL
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í samrøðu við undir-
ritaða um middagsleitið
mikudagin, segði Bjarni
Djurholm, landsstýris-
maður, at hann fór ikki at
almannakunngera sítt val
av nýggju nevndini fyri
Framtaksgrunn Føroya
fyrr enn fríggjadagin, 1.
apríl. Hann legði aftrat,
at hann heldur ikki fór at
kunna løgmann, Jóannes
Eidesgaard, um avgerð-
ina fyrr enn beint fyri
»dead-line«, sum hann
tók til.
– Men eg havi tikið
mína avgerð, segði hann.
Sambært skipanini hjá
grunninum, skal avvarð-
andi landsstýrismaður
velja nýggja nevnd fyri
Framtaksgrunn Føroya
fyri 1. apríl, sum var í
gjár.
Helt ikki orð
Hóast landsstýrismaður-
in mikudagin bedýraði
yvirfyri undirritaða, at
hann fór ikki at kunn-
gera nevndarvalið fyrr
enn fríggjadagin, kundi
hann kortini í Útvarpi
Føroya hósdagin boða
frá síni avgerð um, at
verandi nevnd í Fram-
taksgrunninum verður
sitandi.
So, her helt Bjarni
Djurholm, landsstýris-
maður, ikki orð.
Í nevndini í Framtaks-
grunni Føroya sita: Dag-
mar S. Joensen, formað-
ur, Árni M. Dam, Sjúrð-
ur Horsdal, Eydna Jus-
tinussen og Hans Andri-
as Joensen.
Skipanin er hon, at
landsstýrismaðurin velir
fýra nevndarlimir, og sit-
andi nevndarlimir velja
so fimta limin.
Nevndin skipar seg
sjálv.
– Bjargingarfeløgini
virka sum sjálvbodnir
hjálparfelagsskapir, ið
traðka til, tá ið heitt
verður á okkum, sigur
Símun Abrahamsen,
ið kundi hugsað sær,
at Eysturoyar eystara
Bjargingarfelag hevði
fleiri limir
AÐALFUNDUR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Mánadagin,
11.
apríl,
heldur Eysturoyar eystara
Bjargingarfelag aðalfund á
Brandstøðini í Fuglafirði,
har felagið annars húsast.
Felagið, sum hevur einar
40-50 limir í Fuglafirði,
Gøtu, Leirvík og Oyndar-
firði, er stovnað í 1976, og
meginpartin av tíðini hevur
Símun Abrahamsen verið
formaður í felagnum.
Á aðalfundinum standa
allir nevndarlimirnir fyri
vali, og Símun Abrahansen
sigur, at hann enn einaferð
ætlar sær at taka við for-
manssessinum, um aðal-
fundurin vísir honum álit.
Líka síðan stovnanina,
hevur Fuglafjarða komm-
una hýst felagnum, og
seinastu árini hevur tilhald-
ið verið á nýggju brand-
støðini, sum kommunan
bygdi fyri 4-5 árum síðan.
Eisini brandmenn
Símun sigur, at flestu lim-
irnir í Eysturoyar eystara
Bjargingarfelag eisini eru
knýttir at sløkkiliðnum í
nevndu kommunum.
– Tað er soleiðis, at
kommunurnar velja nakrar
brandmenn, og í Fugla-
fjarðar kommunu er talið
14.
Hann vísir á, at roynt
verður at velja fólk, sum
eru heima, men neyðugt er
við einum størri tali av
brandmonnum, enn brúk
vanliga er fyri, tí flestu
menn eru í arbeiði, og tað
er ikki vist, at allir eru
tøkir, tá ið boð eru eftir
teimum.
– Onkur koyrir lastbil, og
er viðkomandi kanska í
Vágunum, tá ið boð eru
eftir honum, kann hann ikki
verða tøkur beinanvegin,
vísir Símun á.
Brandmeistari í Fugla-
fjarðar
kommunu
er
Gordon Petersen, og hann
er eisini húsavørður hjá
kommununi.
Samlaða talið av brand-
monnum
í
Fuglafirði,
Gøtu, Leirvík og Oyndar-
firði liggur millum 30 og
40.
Nýggir limir
Símun Abrahamsen kundi
hugsað sær, at bjargingar-
felagið hevði fleiri limir.
– Fólk eru vælkomin at
tekna seg sum lim í felagn-
um – og tað er ókeypis,
leggur hann aftrat.
Tá ið eitt hvørt er á vási,
er tað altíð Brandstøðin,
sum fyrst fær boðini. Er
brúk fyri hjálp, setir Brand-
støðin seg í samband við
bjargingarfelagið.
– Vit eiga nógva og góða
útgerð til hjápararbeiði, eitt
nú draktir, klippiamboð,
donkraftir og ljósaggregat.
Símun sigur, at Eystur-
oyar eystara Bjargingarfel-
ag eisini hevur havt ein
landrover-bil, sum kann
taka 9 fólk.
– Vit hava nýtt bilin til
ymisku uppgávurnar, sum
verið hava. Vit hava havt
amboðini í bilinum, sum
eisini hevur pláss fyri 9
fólkum.
Hann vísir á, at motorur-
in var heldur lítil til teirra
brúk, og tí hava teir latið
bjargingarfelagnum
í
Nólsoy hendan bilin.
Ymiskar uppgávur
Tað eru eini 9-10 bjarg-
ingarfeløg kring landið, og
hesi eru limir í LFB, sum er
landsfelagið hjá føroysku
bjargingarfeløgunum.
– Vit virka sum sjálv-
bodnir hjálparfelagsskapir,
ið traðka til, tá ið heitt
verður á okkum.
Símun Abrahamsen sig-
ur, at uppgávurnar kunnu
vera ymiskar, men oftast er
tað í samband við leitingar
eftir fólki – á landi og
sjógvi, vanlukkur, illveður
og eld, at felagið verður
boðsent.
Maskinmeistarafel-
agið hevur sagt upp
sáttmálan við SEV, og
APK í Grønlandi
hevur sagt upp sátt-
málan við Maskin-
meistarafelagið um
føroysku maskin-
meistararnar við
grønlendskum
rækjuskipum
SÁTTMÁLAR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Seinasta dag í mars boðaði
Maskinmeistarafelagið
SEV frá, at felagið hevur
avgjørt at siga upp sátt-
málan fyri maskinmenn-
inar, sum starvast hjá el-
felagnum.
Gamli sáttmálin millum
feløgini fer úr gildi tann 1.
juli 2005.
APK sigur upp
Samstundis, sum Maskin-
meistarafelagið segði upp
sáttmálan við SEV, hevur
grønlendska reiðarafelagið,
APK, avgjørt at siga upp
sáttmálan
við
Maskin-
meistarafelagið.
Sáttmálin
millum
Maskinmeistarafelagið og
APK fevnir um føroyingar,
ið sigla sum maskinmeist-
arar við grønlendskum
rækjuskipum.
Gamli sáttmálin millum
Maskinmeistarafelagið og
APK fer eisini úr gildi tann
1. juli 2005.
Eysturoyar eystara Bjargingarfelag:
Nýggir limir vælkomnir í felagið
Í nógv ár hevur Símun Abrahamsen verið formaður í
Eysturoyar eystara Bjargingarfelag
Mynd: Vilmund Jacobsen
Maskinmenn:
Skulu samráðast við SEV og APK
Grønlendska reiðarafelagið APK hevur sagt sáttmálan við Maskinmeistarafelagið upp