leygardagur 2. apríl 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 62 - 2. apríl 2005
9
Framsýning við listar-
verkum, har sigling og
havið eru í miðdepl-
inum, lat fríggjadagin
upp á Listasavni
Føroya. Trý donsk
listarfólk sýna fram
fotomyndir, stand-
myndir og málningar
LIST
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Fríggjadagin lat ein fram-
sýning um sigling og havið
upp á Listasavni Føroya.
Framsýningin
kallast
Maritim Kontekst, og tað
eru trý donsk listarfólk,
sum sýna fram listarverk av
ymsum slagi.
Framsýningin
umfatar
verk eftir listafólkini Bjørn
Kromann-Andersen, Mari-
anne Thingholm og Ralf
Mabillon. Verkini eru foto-
myndir, standmyndir og
málningar, og øll verkini
hava havið og sigling sum
íblástur.
Marianne
Thingholm
roynir seg við løttum ný-
mótans segldúki úr dacron
og við fotomyndum av
skipsmyndum, og harum-
framt er hon upptikin av tí
skapi, sum skipsskrokkurin
hevur, sum hann sæst í
landi.
Ralf Mabillon er hugtikin
av sjónum, sum gevur og
tekur lív, og í hansara máln-
ingum hómast eisini gomul
sjókort, himmal og hav.
Í standmyndunum hjá
Bjørn Kromann-Andersen
verður sipað til skip, tog-
verk, stevnismyndir og
skipsprýði.
Havið var týðandi
íblástur
Fyri umleið tveimum ættar-
liðum síðan vóru havið og
sigling í nógv størri mun
keldur
til
íblástur
hjá
donskum listafólkum, enn
tey eru í dag, og tað gjørdi
tað sama, um um tey ar-
beiddu við orðum, tónleiki,
myndum ella standmyndum.
Sigling á okkara døgum
fer fram umborð á skipum,
sum fyri tað mesta eru bygd
í fremmandum londum, og
siglt verður sjáldan í dansk-
ar havnir. Hóast nógvar
havnir í Danmark nú liggja
tómar, og siglingin er alt
verri at fáa eyga á, so ber
vøksturin av frítíðarhúsum
við sjógvin, stuttleikafør og
tað at havnirnar verða um-
lagdar til stuttleikabáta-
havnir við marglætishúsum
ella skrivstovubygningum
boð um, at havið og sigl-
ingarumhvørvið framvegis
hugtekur nógv fólk.
Føroyingar og havið
Í Føroyum er støðan ein
onnur, enn hon er í Dan-
mark. Føroyingar liva fram-
vegis nógv nærri havinum,
og tað sæst eisini aftur í
listini hjá nógvum týðandi
føroyskum listarfólkum.
Longu tíðliga í myndlist-
ini arbeiddu listamenn sum
Christen Holm Isaksen og
Jógvan Waagstein við sjó-
lívinum sum myndevni.
Mikines legði lunnar undir
fatanina av, at havið var fylt
av sál og ímyndum, og
seinni, sum til dømis hjá
Jack Kampmann, verður
havnin brúkt sum miðil til
at lýsa tað modernaða lívið
og estetikkina í modernaða
ídnaðinum.
Havið og lívið á havna-
lagnum, hvørt tey verða
tulkað lýriskt ella dramat-
iskt, eru framvegis megin-
temu hjá listafólkunum
Ingálvi av Reyni, Eyðun av
Reyni, Jónu Rasmussen,
Torbjørn Olsen og Olivur
við Neyst.
Listasavn Føroya sigur, at
tað tí er ein stór gleði fyri
savnið at vera karmur um
framsýningina
Maritim
Kontekst, og við henni vísa
eitt nýtt perspektiv á ta list,
sum arbeiðir við havinum
og havnini.
Framsýningin Maritim
Kontekst lat upp fríggja-
dagin 1. apríl kl. 17.00 og
er opin til 1. mai.
Rocksangarin Karl
Martin Samuelsen fer
um vikuskiftið at
syngja við klassiskum
orkestri í rygginum.
Konsertir verða í
Klaksvík og í Havn
TÓNLEIKUR
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Karl Martin Samuelsen er
kendur sum ein av landsins
bestu rocksangarum, men
um vikuskiftið fær hann
eina øðrvísi uppgávu á
konsertum hjá Aldubáruni.
– Eg skal syngja, so tað
er ikki nógv nýtt í tí. Tað er
sum hjá einum sjónleikara
at fáa ein nýggjan leiklut.
Hann skal framvegis spæla
sjónleik, men bara í einum
nýggjum leikluti. Og hetta
er ein nýggjur leiklutur hjá
mær, sigur Karl Martin
Samuelsen.
Hann er serliga kendur
sum oddamaður í rockbólk-
inum Hjarnar, sum í meira
enn 30 ár hevur verið virkin
á føroyska tónleikapallin-
um, og sum aftur um nakrar
dagar verður at hoyra til
eina konsert í Fuglafirði.
Men Karl Martin Samu-
elsen hevur eisini roynt at
syngja og spæla annan tón-
leik enn rock. Hann hevur
verið sangari á fleiri barna-
fløgum, og hann hevur
eisini sungið í kóri.
– Mær dámar væl at
arbeiða við einum projekti í
senn. Seta meg inn í tað,
fara í dýbdina við tí og
royna at fáa tað besta
burturúr, sigur hann.
Fegin um nýggju
uppgávuna
Soleiðis er eisini við tí
nýggjastu uppgávuni hjá
honum, sum er at syngja til
tónleikin, ið vinmaðurin
Páll Sólstein hevur skrivað
til yrkingar hjá kendum
føroyskum yrkjarum. Hesin
tónleikurin verður spældur
á konsertum, sum Aldubár-
an hevur í Atlantis í Klaks-
vík fríggjakvøldið og í
Havn sunnudagin.
– Eg kenni meg privilig-
eraðan at verða biðin til
hesa uppgávuna og fáa
møguleikan at spæla saman
við so góðum og útbúnum
tónleikarum. Eg eri altíð
opin fyri at læra nakað nýtt,
og tað havi eg eisini gjørt
við hesari uppgávuni, sigur
Karl Martin.
Hann hevur verið ein av
teimum, sum hevur arbeitt
tættast saman við Páll Sól-
stein um tónleik. Páll hevur
spælt løgini fyri honum,
fingið Karl Martin at
syngja tey, og síðani arbeitt
víðari við teimum.
– Eg ætlaði alla tíðina, at
Karl Martin skuldi syngja
sangirnar. Eg vildi hava ein
góðan sangara, sum kundi
syngja hesi løgini, og sum
ikki endiliga var ein klass-
iskur sangari, sigur Páll.
– Mær hevur altíð dámt
væl, tá ið tónleikastílir hava
verið blandaðir saman.
Sum til dømis The Beatles
gjørdi við popptónleiki og
klassiskum tónleiki.
Karl Martin í hóslag
við tey klassisku
Um vikuskiftið verða tað ikki
bankandi trummur og
pumpandi bassur, sum Karl
Martin Samuelsen skal spæla
sær á. Hinvegin hevur hann
góðar klassiskar tónleikarar í
rygginum
Mynd: Jens Kr. Vang
Listasavnið á havinum
Listarverk av ymsum slagi verða sýnd fram, tá ið framsýningin
Maritim Kontekst letur upp á Listasavninum í dag
Fyri umleið tveimum ættarliðum síðan vóru havið og sigling í nógv størri mun keldur til
íblástur hjá donskum listafólkum, enn tey eru í dag, men tað eru framvegis listarfólk, sum
arbeiða við havinum sum íblástur