Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-02, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. apríl 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 62 - 2. apríl 2005 Fjølmiðlar hava rættiliga sett støðuna í Suðuroynni í brennidepilin seinastu tíðina, eftir at landsstýrið stakk eina suðuroyarætlan út í kortið og eftir at ein bólkur í Vági legði fram Visjónir um Vág. Seinast sóu og hoyrdu vit um støðuna í Suðuroynni í kjaksendingini í sjónvarpinum hósdagin. Tað áhugaverda er, at nú verður ikki bara gjørd ein frá- greiðing ella útgreinging afturat. Sambært tí sum sam- felagsfrøðingurin, Jógvan Mørkøre, upplýsti í kjakinum, skulu allir partar inn í eina veruliga ætlan. Til hetta skulu partarnir binda seg til ávísar peningaupphæddir eisini. Um hetta er tað einasta rætta, skal ikki verða sagt, men hetta er í øllum førum ein spennandi og helst eisini ein gongd leið. Nú er nóg mikið við álitum og greiningum, tú nú má okkurt ítøkiligt henda, um Suðuroynni - og út- jaðaranum sum heild - skal vera lív lagað. Nú vórðu í so nógvir tættir tiknir upp í kjakinum hetta kvøldið - vinnuliga støðan, miðnámsskúli, ellisheim og kommunusamanlegging ella ikki. (Tó rós til sjónvarpið og sjónvarpsmannin fyri at viðgera Suðuroynna so gjølla, hvat hon hevur uppbiborið. Eisini Útvarpið og okkara egna blað hava brúkt nógva orku at viðgera Suðuroynna, og hetta ætla vit at halda fram við) Víst hanga fleiri av hesum viðurskiftum saman, men tey treyta ikki hvørt annað, og gongd kann fáast á eina endurreisn, hóast kommunurnar ikki leggja saman við ein brest. Men tá tað er sagt, so er tað einasta at miðja ímóti at leggja kommunurnar saman. Ein størri kommuna kann betra um tænastustigið, og er talan um eina kommunu, er eisini talan um eina rødd úr Suðuroynni. Men hinvegin mugu vit eisini halda okkum til veruleikan, at tykist ikki sum at meirilutin í Vági er fyri at leggja alla oynna í eina kommunu. Samstundis hava aðrar kommunur sagt, at tær vilja bara leggja saman, um oyggin verður løgd saman í eina kommunu, so her draga kommunurnar ikki eina línu. Heldur ikki draga tær eina línu, tá talan er um miðnáms- skúlan. Flestu kommunurnar eru sinnaðar at flyta ætlanina til Hovs, samstundis sum meirilutin vil hava hann í Vági, og tað er eisini skilligt, tá hann nú er lagdur í Vági. Hóast semjur skulu finnast á hesum økjum, so eiga tær ikki at forða fyri ætlanini at skapa vinnumøguleikar og størri trivnað í Suðuroynni. Fiskivinnan hevur stóran týdning, men tað er tvingandi neyðugt at fáa aðrar vinnur - serliga tænastuvinnur - til oynna ella útbyggja tað sum er, um yngri fólk skulu flyta verða verandi ella flyta aftur. Í hesum føri er Visjónin fyri Vág áhugaverd, tí hon talar um allar hesar tættir og eisini tað at skapa trivnað - bæði í vinnu og frítíð. Sum støðan er í dag í Suðuroynni er tað bart út sagt ov lítið áhugaverd hjá teimum yngru ættar- liðunum at búleikast í oynni, tí í dag verða sett fleiri og fleiri krøv til eina spennandi, innihaldsríka og mennandi frítíð. Sum er, er fólkagrundarlagið ov lítið til eitt nóg fjøltáttað frítíðarlív. Kommunalpolitikkarnir roknaðu at enda í orðaskiftinum við, at framtíðin verður bjørt fyri oynna. Latum okkum vóna tað, men spurningurin er, um fólkatalið ikki longu er komið undir tað mark, at tað eydnast av álvara at menna oynna til tað, sum hon einaferð var í føroyskum vinnulívi og búskapi. DAGSINS MEINING Sosialurin Suðuroyggin - lív ella deyð VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Frits Johannesen Anlis Bjarkhamar ferðaðist næstan í hvønn krók í Føroyum, meðan hon sat, sum landsstýriskvinna, og umrøddi tann góða skúlan. Hon vildi gera tann før- oyska skúlan væl betri, enn hann var í dag. Løgmaður okkara, Jó- annes Ejdesgaard, vísir í skrift og talu á tað góða samfelagið, sum vit skulu hava um nøkur ár. Ja, tað skal verða millum dygdar- bestu samfeløgini á klótuni. Hugsi, at skúli og sam- felag eru so nær tengd hvørt at øðrum eins og stúkan og rekkjuvágin. Er skúlin góður, ja, so er samfelagið gott. Er sam- felagið gott at liva í, ja, so er tað tí, at skúlin er so góður. Haldi hesi uppróp vera skilagóð. Eitt er at glaða og rópa grindaboð, men lítið nyttar rópið, tá ið tað bert er roykur og eingin grind. Setningurin um góða skúl- an og góða samfelagið skal hava okkurt at fara í. Mær vitandi eru 96% av okkara útflutningsvirði enn tann dag í dag fiskur og fiskaúrdráttur. Hetta hevur staðið við rættiliga leingi. Vit kendu sviðan av okkara einstáttaðu vinnu í nítiárun- um og føla snertin av hes- um aftur nú, meðan bíligar fiskavørur floyma inn yvir Evropa úr fjareystri. Bæði íslendingar og norðmenn royna at minka um fiski- vinnuna, so hon ikki verður ov stórur partur av teirra búskapi, men hjá okkum gongur tað næstan sum á skeringi, tá ið nýhugsan skal bøta um ídnaðin her á landi. Hugsi tað var í 1998, at vit fingu ta nýggju fólka- skúlalógina, og hvør skúli her á landi gjørdi sær sína lesiætlan. Nú er væl av vatni runnið í á síðani tá, og ikki hevði tað verið av leið, at vit fóru at gera nýggja lesiætlan fyri Føroya skúla. Henda lesiætlan skal vera felags fyri allan tann før- oyska skúlan. Her eigur at vera høgt til lofta og vítt til veggja, so at flog, vit og skil eigur at ráða. Ein snerpin lesiætlan er skaði- lig fyri skúlan. Ein lesi- ætlan (lóg?) skal seta stór krøv um kunnleika til læraraskúlan, lærarar, skúlastýri, námsfrøðilig ráð, at vit fáa tað besta av tí besta burtur úr hesum. Hetta eigur at verða gjørt nú. Tá ið løgmaður, Jóannes Ejdesgaard, ætlar at lata samfelagið øðrvísi í, so eigur hann at byrja við skúlanum(fólkaskúlanum, miðnámskúlunum, fróð- skaparsetrinum o.s.fr.) Vildi hildi t. d., at tað var skilagott at bygt ein KT skúla t. d. sum eina roynd skjótast til bar við 8. 9. 10. flokki t. d. á Kambsdali, sum var nær tengdur at stu- denta- og handilsskúlanum. Hetta er bráneyðugt, at við fara inn í kunningartøknina við fullum seglum. Kanska skuldu vit tikið 7. flokk við. Hvussu skapið skal vera, dugi eg ikki sjálvur at meta um, men hugsandi er, at fleiri skap í einum kubissi, sum gingu inn ímóti ein depli í hesum kassa var eitt minstur, sum vitug fólk skapaðu og settu saman. Hesin skúli skuldi verið stýrdur av einum akadem- iskum skúlastjóra við bestu útbúgving. Lærarnir skulu somuleiðis hava góðan og dyggan kunnleika til kunn- ingartøknina. Sum frá leið hevði hetta givið úrslit. Vinnan fekk nýggjan før- leika, og kanska hevði ein nýggj kt-vinna muna, so fiskivinnan ikki hevði so fast tak á samfelagnum. Hetta hevði komið øllum til gagns. Hans Birgir Hansen Tað eru landspolitikarar í eru forðan fyri øllum teim framtíðar møguleikum í vit hava innan loftvegis og sjóvegis flutningin, ið hev- ur týdning fyri alt, handils og vinnulív og vinnurnar. Tað eru ótíðarhóskandi lóggávur, og stýrisskipanir og dagligar mannagongdir, kunn- og reglugerðir av donskum og útlendskum uppruna, ið hevur avlaga alt fjøltáttað virksemi ídag. Tað eru sterkari fíggjar- ligar kreftir í hava skapt valdsmiðdeplar, við einum størri stati í einum stati við valdselituni við fámands- veldinum, í hava skránki- pávar, sitandi í leiðslu- stýrum. Tað eru ikki valdsharrar, maktmenniskju, ið hava neyðugu vitanina, at fyri- beina, forðingar, fjøltátt- aða, handils- og vinnulívi, og ikki okkara lands- politikarar, geri teim í dag tað nógv greitt í ikki kenna til viðurskiftir og umstøður. Tað eru hvassar atfinn- ingar við góðum grundgev- ingum í eg havi í lesara- brøvum hvar í ein vísir á tørvin á grundleggjandi strukturbroyting, so vit fáa skapt veruliga spjaðing í dag. Tað eru avbygdar- býar- fólki, uttanfyri »Mið- staðarøkið« ið skulu taka seg saman og skapa nakað sjálvi, ístaðinfyri krevja av okkum, ið breyðføða, klæða, útbúgva, avlæra tykkum. Tað eru áðurnevndu valdsharrar, maktmenn- iskju, ið nýta í tí dagliga, landspolitikarar, sum marionettdukkur, ið ein viðgerð í lesarabrævi í øðrum blaði í verður mest lisna blaðið um 1 ár. Tað eru politisku stag- neringar, etableraðu polit- isku flokkum í hava gjørt okkum til eftirbátar á øllum økjum, og hvørs alt er grundleggjandi skeivt, og órættvísti skipa, politiskt ídag. Tað eru leiðandi fólki og innan skrivstovu, og ser- frøðingarveldir, og fakfólk og handils- og vinnulívs- fólk, ið skulu tæna í tí dag- liga »Palliba og Marsonnu« og ikki øvugt í Føroyum. Tað eru hópin av hug- skotum og sjónarmiðum í eg hevði í lesarabrøvum, í bløðum, í sett eru á dags- skránna innan loftvegis og sjóvegis flutning og handils og vinnulív og vinnurnar. Tað er gott at síggja at tað gagnar búskap-, samfelag-, handils-, vinnulív-, vinnur- nar at fáa skapt veruligt kjak um framtíðar møgu- leikar, eg fari at viðgera í lesarabrøvum í bløðum. Hin góði skúlin og tað góða samfelagið Landspolitikarar og føroyskt vinnulív?