Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-02, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. apríl 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 62 - 2. apríl 2005 11 VIÐMERKINGAR Við tí fría viljanum skapa vit Gud, hoyrir tú okkara bønir? Vit biðja um frið, men eru í kampi við hvønn annan. Vit biðja um náði, men fyrigeva ikki okkara næsta. Vit biðja um breyð, men unna ikki at geva uttan treytir. Vit biðja um kærleika, men hata útvald menniskju. Vit biðja um ikki at verða dømd, men døma sjálvi við harðari hond. Vit biðja um heilsu, men dálka sjálvi tað umhvørvi, har heilsan skal liva. Gud, hoyrir tú okkara bønir? Vit biðja og biðja og biðja og skilja ikki, hví tú ikki svarar, Gud? So, Gud, um tú hoyrir okkara bønir, vit gevast ikki at biða. UíD. _ _ _ Unn í Dali Við tí fríða viljanum skapa vit. Vit skapa hvønn dag, hvønn tíma og hvørt minutt. Vit skapa ófrið og ynskja frið, vit skapa sorg, og ynskja gleði, skapa dálking og ynskja reint umhvørvi. Hygg at gávuni, vit eiga, tann fríða viljan. Vit kunnu velja; velja at skapa og vit kunnu velja at ynskja. Vit velja at ynskja okkum til tað, sum gagnar okkum, og tað er so eisini staðfest sum verðandi eitt ynski! Vit velja at skapa tað, sum ikki gagnar okkum. Og tað er so eisini staðfest sum verðandi, ítøkiligt skap. Jú, eg trúgvi, at Harrin hoyrir hvørt orð í bønum okkara. Tað er bert so, at skuldi hann steðga tær í at mótarbeitt tínum egna sálarfriði, gjørdi Gud seg inná tað størstu lógina/gávuna, sum er tann fríði viljin. Tú mást viðurkenna, at ábyrgdin fyri tínum reina umhvørvi, tínari gleði, tínum sálarfriði, er hjá tær sjálvum. Kraftin at skapa er til staðar og kemur frá Gudi. Kraftin er tín, og tú hevur sjálvur valdið at velja at nýta ella misnýta megina. Hetta kan sýnast rættiliga ræðandi. At hugsa sær, at eisini tú eigur ábyrgdina fyri standinum í heiminum í dag. Vit hava ØLL eina felags ábyrgd. Ein kan fáa eina kenslu av maktarsloysi, og hugsar: "Hvat munar tað, um eg broyti hugsjón og taki ábyrgd?". Og eg svari: "Hugsa tær til, um hvør dropi í havinum hugsaði eg muni onki, so var onki hav." Hygg út í heimin, ella bara oman í sjóvarmálan og sýggj, at dálkingin er úrslitið av einstaklingum sum hava skapað. Heldur tú so ikki, at einstaklingar kunnu skapa tað reina umhvørvið? Vit eru harðliga noydd at steðga á. Vit ganga her á jørðini við steinum í styvlunum og geva hvør øðrum skyldina fyri, at teir eru komir har. HALLÓ, tú, lat teg úr stylvunum, tøm teir fyri steinar. Grunda yvir, hvørja leið tú hevur gingið. Hvar ynskir TÙ at fara nú? Johan Petersen Nær fert tú sum ovasti myndugleiki fyri útvarpið og sjónvarpið at steðga tí ólógliga virksemi, hesir loftmiðlar fremja og virka undir við at seta í gildi eina fjølmiðla- ábyrgdarlóg, so at gjørligt er at kæra hesar stovnar, tá ið teir ikki kenna sær hógv? Í kringvarpslógini er ásett, at útvarpið og sjónvarpið skulu leggja dent á sakliga og óhefta upplýsing og at um onkur er ónøgdur við fjølmiðlasið út- og sjón- varpsins, skal hann kunna kæra til fjølmiðlanevndina samsvarandi fjølmiðla- ábyrgdarlógini. Í 1998 legði Ivan Jo- hannesen, sum tá var lands- stýrismaður fyri Sam- bandsflokkin í mentamál- um fram uppskot um at seta donsku fjølmiðlaábyrgdar- lógina í gildi. Uppskotið bleiv viðtikið í Løgtingin- um og sent donsku stjórnini til ígildissetan. Sambandsflokkurin hev- ur tvær ferðir lagt upp- skotið fram Men orsakað av, at samsvar ikki var millum donsku og føroysku lógina, sendi danska stjórnin uppskotið aftur til landsstýrið, sum tá var fullveldislandsstýrið. Fullveldislandsstýrið gjørdi onki fyri at fáa lógina í gildi. Men tvær ferðir afturat hevur Sambands- flokkurin sett uppskot fram um fjølmiðlaábyrgdarlóg, sum báðar ferðir er felt av Løgtinginum! Løgtingsins umboðs- maður hevur átalað Løgtingsins umboðsmaður hevur í hvussu so er tvær ferðir yvirfyri løgmanni, landsstýrismanninum í mentamálum og Løgting- inum átalað manglandi lóg- gávuna uttan at nakað tó er hent. Samgonguskjalið ásetir eina fjølmiðlaábyrgdarlóg Í samgonguskjalinum hjá verandi samgongu er ásett, at fjølmiðlaábyrgdarlóg verður sett í gildi. Nær fert tú, Jógvan á Lakj- uni, sum hægsti myndug- leiki fyri útvarpi og sjón- varpi í Føroyum at seta fjølmiðlaábyrgdarlógina, sum ásett í kringvarpslóg- ini frá 1998, í gildi?? Words of Wistdom Dont ever give up. Gev aldrin upp. Dreams do come true. Dreymar koma til verileika. Follow youre dreams. Fylg tínum dreymum. I can do it if I want to. Eg kann gera tað um eg vil. Dont ever let pepole tell you no you cant do it. Lat ikki fólk siga við teg tú kanst ikki gera tað. Yes I can the Bibel tells me so. Jú eg kann Bíbilian sigur mær so. Sing a song that you like now. Sing ein sang tú dámar nú. Skrivað hevur Ester Jacobsen Nær, Jógvan á Lakjuni, nær? At formaður Tjóðveldis- floksins nú veit so væl, hvussu alt skal gerast ella skuldi verið gjørt í sam- bandi við Famjins-skjalið, kann ikki undra nakran. Hann kann væl ikki annað, tí okkurt má hann siga. Lisbeth L. Petersen løgtingslimur "Løgmaður og samgongu- limir spæla sjónleik", skrivar Høgni Hoydal í blaðgrein, har hann niður- ger skjalið og semjuna, ið gjørd er í tí sambandi, og kallar tað eina beinleiðis skomm, sum løgmaður hevur gjørt. Høgni greiðir síðan frá, hvat hann og grønlendsku umboðini á fólkatingi hava gjørt fyri at forða fyri, at uppskotið viðvíkjandi heimildarlógini millum Danmark og Grøn- land verður viðgjørt har, eitt lógaruppskot, sum grønlendska landstingið annars longu hevði sam- tykt. Samstarvið Hvussu samsvarar henda støðan nú við føroysk- grønlendska samstarvið í Norðuratlantsbólkinum, har Høgni situr saman við Lars Emil Johansen og Kuupik Kleist? Mær vitandi hevur sami Kuupik Kleist verið við til at gjørt avtaluna, ið við- gerast skuldi fólkatingi! Samanleggingin Gjøgnum Norðuratlants- bólkin hava teir roynt at hjálpa løgmanni burtur úr pínligu støðuni, sigur Høgni, har grønlendska heimildarlógin kann binda Føroyar og samráðingar- møguleikarnar hjá lands- stýrinum. Hvussu samsvarar hetta nú við ætlanirnar hjá sama bólki, um at leggja saman "21-mands udvalget ved- rørende Færøerne" og "Ud- valget vedrørende grøn- landske forhold" ? Er hetta ikki sjónleikur burturav? Hvør spælir nú sjónleik? TÍÐINDASKRIV Klaksvíkar Klubbi Frá mánaðarskiftinum mars /apríl fer Klaksvíkar Klubbi undir eina langa røð av tilboðum og tiltøkum. Til hesi tiltøk nýtist ikki at verða limur fyri at koma á gátt. Klaksvíkar Klubbi er fyri stuttari tí síðan høvuðsum- vældur og eru hølini sera snotulig og nýtímans. Møguleiki verður at hoyra livandi tónleik hvørt hóskvøld og leygarkvøld. Hesi tiltøk verða lýst seinni. Eisini er møguleiki at spæla pool, dart, kort, backgammon og onnur spøl. Hvønn leygardag og sunnudag verða dystir víst- ir á stórskíggja. Eisini vísa vit Campions og Royal League tá teir dystirnir eru. Lagt verður fyri nú hóskvøldið har Sonnhard og Njal spæla livandi countrytónleik. Opið er frá kl 19:00 Hvønn fríggjadag kl 17:00 er fimmari. Sum nakað spildurnýtt verður høvi at fáa ókeypis ábit hjá teimum sum leita sær á gátt. Eftir hetta, kl. 19:00 verður sjavskapping á skránni. Tilmelding í barrini. Leygardagin kl. 15:00 vísa vit Manchester Utd - Blackburn á stórskíggja og seinni um kvøldið, uml. kl. 20:00, verður Prix Føroyar hálvfinalan víst á stór- skíggja, við góðari mynd og ljóðgóðsku. Seinni um kvøldið verður DJ AMJ við tónleikið frá 70 og 80 árunum Ætlanin er eisini at skipa fyri øðrum undirhaldið enn tónleiki. Hetta verður lýst næri seinni. At tørvur er á einum húsi sum Klubbin, er helst einki at ivast í. Við góðum treysti og góðum framtíðar visi- ónum, fara við at bjóða, norðoyingum og øllum sum heild, vælkomnar til undir- hald og annað á einum góðum støðið. Gott summar Klubbin fyri øll Lesið - so eru tit við