leygardagur 2. apríl 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 62 - 2. apríl 2005
Ringt er at seta orð á kenslurnar, nú eitt
ár er farið, síðan beiggi mín andaðist.
Kortini vil eg fegin skriva nakrar fáar
reglur og takka honum fyri alt tað, ið
hann var fyri meg og míni: døturnar og
teirra
familjur,
ikki
minst
ommubørnini hjá mær stóðu hjarta
hansara sera nær.
Sverri var lítillátin av lyndi og gjørdi
ikki nógvan háva burtur úr sær
sjálvum. Á sín stillføra hátt vísti hann
altíð umsorgan fyri okkum. Hann var
sera beinasamur og himpraðist ikki við
at taka eina hond í, um á stóð.
Líka frá barnsbeini stóð hugurin hjá
Sverra
til
sjógvin.
Sloppin
úr
skúlanum, var hann skjótur oman í
fjøruna, á seiðaberg ella í onkran bát.
Hesin alskurin til sjógvin fylgdi honum
gjøgnum alt lívið. Aftan á lokna
útbúgving sum skipsførari sigldi hann
úti sum stýrimaður í eini 25 ár. Tá ið
hann var heima í feriu, var hann skjótur
at fara til útróður, fyrst við pápanum,
seinni fekk hann sær bát sjálvur.
Hugurin til sjógvin og hegnið til at fáa
fisk tóktist at ganga hond í hond.
Sverri
var
raskur
og
sterkur
likamliga. Hann var íðin at røkja
sjógvin, og hugurin at fiska var tað, ið
altíð lá fremst í huga. Seinnu árini fór
heilsan tó at bila. Sverri fekk ringa
sjúku at dragast við, ið at enda vann á
honum.
Við hesum vilja vit siga Sverra
farvæl. Hvíl í friði, góði beiggi.
Systir tín Hilda
Til minnis um beiggja mín
Sverra Larsen
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Mikudagin 23. mars 2005 andaðist
Bergtóra Thomsen í Havn 74 ára
gomul.
Bergtóra var ættað úr Nólsoy, elsta
dóttir Fridtjof og Annu Catrine Sofie
(Tinu) Jacobsen.
Tey vóru 10 systkin. Bjarni var elst-
ur, hann búði í Nólsoy og andaðist í
fjør. Bergtóra var næstelst. Síðani kom
Signhild, sum býr í Havn. Sverri búði í
Nólsoy og í Havn, hann andaðist fyri
nøkrum árum síðani. Torleif gekk burt-
ur við Stellu Argus. Lisa býr í Dan-
mark. Kirstin býr við Gøtugjógv. Es-
mar býr í Havn. Eiler, sum búði í
Nólsoy, gekk burtur í Nólsoyarfirði.
Yngstur er Sørin, og hann býr í Nólsoy.
Tá Bergtóra var konfirmerað, fór hon
til Havnar at arbeiða. Har hitti hon
Eigil, og tey giftust í 1948. Eigil doyði
í 1974, bert 46 ára gamal. Tey fingu
synirnar Lars og Petur, sum báðir
búgva í Norðurjyllandi, og døturnar
Annu Mariu, sum býr í Havn, og
Kristinu, sum býr í Hósvík. Ommu-
børnini eru 13 og langommubørnini
14.
Bergtóra var arbeiðssom. Hon hevur
havt fleiri arbeiði, mest við at gjørt
reint. Í fleiri ár arbeiddi hon í Mjørka-
dali. Tey síðstu árini, áðrenn hon gavst
vegna aldur, gjørdi hon reint á Lands-
sjúkrahúsinum.
Bergtóra Thomsen deyð
Føðingar
15. februar fekk Dann Hjalti
eina diddu. Hon vigaði
3350 gr og var 50 cm long.
Hon eitur Magda eftir
fastur síni, sum ikki er
ímillum okkum longur.
4. mars fingu Lisa Lassen Jørgensen og
Trygvi Restorff í Brekkunum, búsitandi
í Silkeborg, ein son.
7.mars fingu Anita Hoydal og Jacob
Snedker Jensen Ålborg eina dóttir
vigaði 3580 g var 53 cm
12. mars fingu Aimi og Helgi
Justinussen ein son, ið vigaði 3050 gr.
og var 51 cm langur.
12. mars fingu Karin Simonsen og
Djóni Højgaard, Klaksvík, eina dóttur.
Hon var 50 cm long og vigaði 3250 gr.
20. mars fingu Miriam Borg, Vágur, og
Remus Adi, Rumenia, ein son. Hann
var 52 cm langur og vigaði 3800 gr.
20. mars fingu Kirstin Grønagarð og
Hjalgrím Joensen, Toftir, eina dóttur.
Hon var 33 cm long og vigaði 950 gr.
22. mars fingu Kristina og Páll á
Reynatúgvu, Sandi, ein son. Hann var
56 cm langur og vigaði 4750 gr.
22. mars fingu Sóleyð P. Hansen,
Kollafirði, og Regin Kristensen,
Argjum, ein son. Hann var 53 cm
langur og vigaði 3665 gr.
22. mars fingu Maud og Zacharias
Johansen, Argjum, eina dóttur. Hon var
53 cm long og vigaði 4100 gr.
22. mars fingu Augusta og David og
Mattias stóribeiggi, ein son. Hann var
53 cm langur og vigaði 4250 gr.
22. mars fingu Sólvá og Sam Vang,
Tórshavn, ein son. Hann var 55 cm
langur og vigaði 3650 gr.
23. mars fingu Eyðgerð á Grønastøð og
Birgir Durhuus, Frederiksberg, eina
dóttur. Hon var 49 cm long og vigaði
2900 gr.
23. mars fingu Angelie Mouritsen og
Jan Yttesen, Sørvági, eina dóttur. Hon
var 51 cm long og vigaði 4200 gr.
23. mars fingu Susan Brockie og
Bárður Lava Olsen, Tórshavn, eina
dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði
4450 gr.
25. mars fingu Marita Tausen og Erland
Joensen, Norðdepli, ein son. Hann var
51 cm langur og vigaði 3100 gr.
26. mars fingu Annelisa S. og Jón
Magnus Joensen, Argjum, ein son.
Hann var 54 cm langur og vigaði 3350
gr.
26. mars fingu Sigrun og Petur Eli
Niclassen, Klaksvík, ein son. Hann var
53 cm langur og vigaði 4300 gr.
26. mars fingu Annika og Allan
Hjaltalin, Tórshavn, eina dóttur. Hon
var 53 cm long og vigaði 4000 gr.
27. mars fingu Beinta og Petur Nielsen,
Froðba, ein son. hann var 54 cm langur
og vigaði 4000 gr.
28. mars fingu Lív og Mannbjørn Nesá,
Nesi, ein son. Hann var 52 cm langur
og vigaði 4050 gr.
29. mars fingu Annelin Káradóttir og
Johannus Juhl Johannesen, Skála, ein
son. Hann var 52 cm langur og vigaði
3350 gr.
30. mars fingu Mariann Rasmussen,
Tórshavn, og Jón Ljósá Rasmussen,
Strondum, ein son. Hann var 54 cm
langur og vigaði 4050 gr.
31. mars fingu Elin Mørkøre og Jens
Chr. Krüth, Tórshavn, ein son. Hann
var 63 cm langur og vigaði 5160 gr.
31. mars fingu Ingerð Andreasen og
Rúni Ellinsgaard, Tórshavn, ein son.
Hann var 53 cm langur og vigaði 3950
gr.