leygardagur 2. apríl 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 62 - 2. apríl 2005
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Andlát
17. mars
Katrin Dahl Hansen, fødd Müller, ættað úr Vági, bús. í Kolding, 85 ár.
22. mars
Gunnar Jacobsen, í Sørvági, 66 ár.
23. mars
Bertóra Thomsen, fødd Jacobsen, ættað úr Nólsoy, 74 ár.
Anna av Kák, fødd Jacobsen, bús. í Havn, 73 ár.
Alfred Hofgaard, snikkari, Tórshavn, 92 ár.
Johan Sofus Thorleifsson, Tórshavn, 71 ár.
24. mars
Kristjan Karl Rasmussen, ættaður úr Søldarfirði, bús. í Tinglev í suður Jútlandi, 60 ár.
26. mars
Petra Sivertsen á Argjum, 82 ár.
27. mars
Pól Johannus Poulsen í Vestmanna, 45 ár.
29. mars
Karolina Rasmussen uppi í Gerði á Strondum, 95 ár.
31. mars
Hady Alita Næs, fødd Vest í Hvalba, 70 ár.
Hin 6. apríl í ár kundi Niclas havt
fylt 93 ár. - Nú er nakað fráliðið,
síðan pápabeiggi mín, Niclas F.
Højgaard úr Rituvík andaðist hin 8.
juni 2004. Hetta vóru tungir dagar
at koma í gjøgnum hjá okkum av-
varðandi. Fyri meg gjørdust hesir
dagar serliga tungir, tí Niclas og ein
annar rituvíkingur, barndómsvinur
mín, Annfinn Petersen, stóðu undir
børu í senn og fóru til gravar dag
um dag.
Niclas var næstelsti sonur hjá
Janu og Dánjal Petur Højgaard í
Rituvík. Av hinum systkjunum eru
nú bert Ingebeth og Andreas á lívi.
Tey, ið farin eru, eru hesi: Nicolina,
Petra, Fía, Jørgen, Samson, Jacob
og Lítli-Niclas, ið doyði sum lítil.
Eins og fleiri systkinabørn, varð
Niclas uppkallaður eftir pápa-
beiggja sínum við sama navni, sum
doyði í Hetlandi við "Silverbelle",
22. okt., 1909.
Niclas fór longu sum 14-ára
gamal til skips við "William Mart-
in", sum pápin førdi og átti. Hann
tók skiparaprógv og førdi "William
Martin" í nógv ár - eisini undir
Seinna Heimsbardaga, tá ið teir
vórðu álopnir av flúgvara og komu
heilt illa fyri undir Íslandi. Teir
blivu tó á undurfullan hátt bjargaðir
av enskum herskipafylgi. "William
Martin " bleiv umvæld - og fór
aftur í sigling.
Seint í fimtiárunum flutti Niclas
saman við konuni Margrethu og
synunum Dánjal Jákup og Óla
Christian til Grønlands, har hann
fyrst fiskaði saman við bróðrinum
Jørgen. Seinni sigldi hann við rann-
sóknarskipum, til hann fór at føra
strandfaraskip í Grønlandi. Førdi
t.d. "Agdeleq" og "Avoq" í mong
ár. Kósin varð aftur sett móti Før-
oyum, har Niclas og Margretha
bygdu sær nýggj hús tætt við
barnaheimið hjá Niclasi í Rituvík,
og fluttu tey inn hagar í 1978.
Við sínum lætta lyndi, dugna-
skapi og stóru persónmensku ann-
ars, var Niclas ein nógv avhildin
persónur, bæði av høgum og lág-
um, yngri sum eldri. Eftir at hann
misti konuna í 1995 helt hann hús
einsamallur, líka til sín doyggjandi
dag. Hann fortaldi, at hann avgjørdi
ikki at setast inni at kúra, men tók
lut í felagslívi av ymsum slag. Til
dømis var tað NSÍ, som stóð hjarta
hansara nær. Har fylgdi hann væl
við og var til allar dystir, sum hann
kundi. Tað gleddi hann tí almikið,
tá ið NSÍ-arar til stóra 90-ára føð-
ingardag hansara á Svangaskarði
møttu upp og sungu fyri honum!
Tað hevur verið tómligt Handan
fyri Brekku, nú ongin Niclas var
meira; men sonurin Óla Christian
er fluttur inn sjálvur fjórði, saman
við Siggu, Tóra og Niclas. Tað er
hugaligt at síggja ljós undir lonini
aftur. Maður kemur í mans stað, tí
nú skal abbasonurin Niclas kon-
firmerast sunnudagin, 10. apríl. -
Vit eru mong, ið hava óteljandi góð
minnir um Niclas, pápabeiggja.
Æra verið minnið hansara.
Dánjal Petur
Minningarorð um
Niclas Frederik Højgaard
f. 6.4.1912 - d. 8.6.2004
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu,
tá okkara kæri sonur og beiggi
Atli Jacobsen
Sørvági
doyði og varð borin til hvíldar.
Tøkk til Dávid Johannesen, prest, kirkjutænarar,
sangarar, berarar og bilførara.Tøkk til tykkum, ið
hjálptu til við ervinum.
Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur til
Føroya Felag móti Krabbameini.
Hjartans tøkk til tykkum, ið vitjaðu hann.
Mamma
og Herfríð við familju
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at okkara
kæra kona, mamma, omma og vermamma
Hady Næs
Hvalba
andaðist 31. mars.
Jarðarferðin verður úr Hvalbiar kirkju
sunnudagin 3. apríl kl. 13.00.
Manne og børnini
Tey, ið ætla at minnast Hady, kunnu lata missiónshúsinum
í Hvalba eina peningagávu.
70 ár
Mánadagin 4. apríl fyllir John Rasmussen, Strendur
70 ár.
Dagurin verður hildin í pensionistahúsinum á
Strondum frá kl. 19.00.
Petur Post 85 ár
Mánadagin fyllir Petur Vilhelm, vanliga nevndur
Petur Post, i Vági, 85 ár.
Tey, sum hava hug at heilsa uppá hann, eru
vælkomin í heimið í Neslíð mánadagin ímillum
klokkan 14 –17
90 ára føðingardagur
Sunnudagin 3. apríl verður Laurensa M. Nielsen á
Strondum, búsitandi á Ellis- og Røktarheiminum í
Runavík, 90 ár. Dagurin verður hildin hjá soninum
millum kl. 16.00 og 20.00.
Týsdagin 5. apríl fyllir Signhild Danielsen í Havn
90 ár. Tey sum ynskja at heilsa upp á Signhild eru
vælkomin í Pálsstovu, Mykinesgøta 7, millum kl.
17-21.