leygardagur 2. apríl 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 62 - 2. apríl 2005
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Jørgin Dahl 50 ár
Mánadagin 4. apríl verður Jørgin Dahl úr Klaksvík 50 ár.
Hann er kendur sum slóðbrótandi tónleikari í føroyskum
rocktónleiki, og tað sást heilt tíðliga í lívi hansara, at ser-
ligur áhugi var fyri tónleikinum.
Jørgin vaks upp hjá ommu og abba sínum – Kallu og
Petur Juul Samuelsen á Vágsheygnum. Hann fór í skúla í
1962 og lærdi seinni til timburmann hjá Klaksvíkar
Byggivirki.
Men tað varð tónleikurin, sum frá barnaárunum hevði
mest at siga fyri hann. Hann plagdi sum smádrongur at
lurta eftir ommu síni, tá ið hon sæt við orglið og spældi úr
Føroya Fólka Sangbók sunnudagar, og skjótt hevði hann
hug at blanda seg upp í. Hann fór sjálvur at spæla, og so
skjótt sum hann hevði fingið tamarhald á orglinum fór
hann eisini at skriva sín egna tónleik. Fyrst vóru tað
smærri stykki – næstan á tann klassiska bógvin – men
seinni gjørdist tað veruligur popp- og rocktónleikur, sum
allir føroyingar fóru at syngja við til.
Jørgin og vinmenninir høvdu fleiri kjallarabólkar, og
útgerðin var ikki altíð tann mest framkomna – at byrja við
gjarna blikktrummur, mjólkaspannir og ein einstakur
kassagittar. Men tað var nóg gott til at taka 10 oyru fyri at
loyva fólki inn til konsert. Seinni gjørdust ljóðførini
elektrisk og útikonsertir í havanum hjá ommu hansara
komu eisini á skránna.
Sum 15-ára gamal spældi hann fyrstu ferð alment. Tað
hendi i Atlantis Bio í Klaksvík. Hann spældi saman við
millum annað gekkavertinum Rudolfi Joensen í bólkinum
Artic Fox. Umframt sangir hjá Deep Purple, Sweet og
øðrum útlendskum bólkum, spældi Artic Fox eisini tón-
leik hjá tí blaðunga orgulspælaranum.
Fyrst í 70’unum kom Jørgin Dahl í samband við nakrar
av tónleikarunum, sum komu at manna Straight Ahead –
Archibald Black, Hera Ellingsgaard og Edvard Ziska. Teir
spældu til dans í Klaksvík og aðrastaðni í landinum, og í
1974 kom fyrsta singleplátan hjá teimum út. Á plátuni
vóru sangirnir Komið øll við og Upp á gólv. Seinni góvu
teir eina singleplátu, eina EP-plátu og til seinast ein LP-
plátu út. Stutt eftir at tann sonevnda Veðraplátan var
komin út í 1978, og populariteturin hjá Straight Ahead var
størri enn nakrantíð, valdi bólkurin at gevast at spæla.
Jørgen Dahl fór síðani at spæla við hinum stóra Klaks-
víksbólkinum um tað mundið – Hjarnar. Og tey næstu
árini vóru nøkur av teimum mest spennandi hjá tí seiglív-
aða rockbólkinum, sum framvegis er virkin. Teir góvu
tónleik út, og í eini tónleikakapping í Radio Luxembourg
var tað um reppið, at ein sangur hjá Jørgin Dahl tryggjaði
teimum ein plátusáttmála. Sangurin Breaking My Heart
gjørdist nummar 2 í stóru kappingini við nógvum hundrað
sangum.
Nakað eftir at Hjarnar hevði givið sína LP-plátu, We
come for you, út, fór Jørgin Dahl úr bólkinum, og hann fór
til Danmarkar at búgva. Har hevur hann búð síðstu 20
árini, og stutt frá tokstøðini á Eysturbrúgv býr hann saman
við Gittu.
Jørgin Dahl er framvegis virkin tónleikari – hann bæði
spælir og skrivar tónleik – og av og á kann hann upplivast
á palli í Føroyum, nú hann aftur er farin at spæla við
Hjarnum.
Eyðun
Mánadagin 4. apríl 2005
fyllir PeturVilhelm í Vági,
vanliga nevndur Petur Post,
85 ár.
Navnið Petur Post kemur
ikki av ongum, Petur ar-
beiddi á posthúsinum í
Vági, frá tí at hann byrjaði
at ganga við posti sum 14
ára gamal, til hann legði frá
sær sum 70 ára gamal. Tá
hevði
hann
verið
av-
greiðsluleiðari í mong ár.
Petur er vágbingur, for-
eldrini vóru: Daniella, ætt-
að úr Porkeri og Tom Vil-
helm (Tom á Tjørn), úr
Vági.
Umframt at arbeiða á
posthúsinum hevði Petur
eisini egnan hýruvogn, sum
hann koyrdi við í frítíðini.
Hann plagdi t.d. at vera
bilførari, tá kongavitjan var
í Vági, og handaði Fríðrikur
IX honum persónliga med-
alju í hesum sambandi.
Petur var eisini í mong ár
virkin í Vágs Tónleikarafel-
ag.
Hann hevur altíð verið
íðin VB viðhaldsmaður, og
hevur sitið í nevnd í felagn-
um í mong ár og eisini ver-
ið formaður. Í 1975 varð
hann kosin heiðurslimur í
felagnum. Hann er eisini
heiðurslimur í íslendska
fótbóltsfelagnum »Reynir«
í Sandgerði. VB og Reynir
hava fleiri ferðir vitjað hjá
hvør øðrum og spælt vinar-
dystir saman. Petur var ein
av undangongumonnunum
í hesum samstarvi, sum
førdi til at Vágur og Sand-
gerði eru vinarbýir.
Petur giftist við Hjørdis,
f. Sumberg, úr Vági. Hon
andaðist í 2001, 78 ár gom-
ul. Tey fingu børnini: Tom,
sum býr í Grønlandi, Jón
sum býr í Vági, og Maluna,
sum býr á Tvøroyri. Petur
eigur 10 abbabørn og 4
langabbabørn.
Tey sum ynskja at heilsa
upp á Petur í samband við
føðingardagin eru vælkom-
in í heimið í Neslíð mána-
dagin millum kl. 14 og 17.
Dagurin
2. apríl. Teodosius. Kann vera navnið á rómverska keisaranum Teodosiusi Stóra, sum doyði í 395. Men teir
halda, at líka skjótt hevur dagurin navn eftir kristnari gentu Teodosiu, sum varð tikin av døgum umleið ár 300.
Viðhvørt verður hesin dagurin róptur Teodorius.
Nikolai Mohr doyði hendan dagin í 1790.
3. apríl. Nikaitas, deyður í 824. Abbati í Grikkalandi. Í fornkirkjuni hildu teir, at 3. apríl var dagurin, tá ið
Kristus varð krossfestur.
4. apríl. Ambrosius, deyður í 397. Biskupur í Milano, verður nevndur sum ein av kirkjufedrunum.
Petur Vilhelm 85 ár
Týsdagin 5. apríl 2005 fyll-
ir Signhild Danielsen í
Havn 90 ár.
Signhild er ættað av
Skála. Foreldrini vóru:
Rakul, f. Joensen, ættað av
Skælingi, og Palli Rasmus-
sen, sum vanliga varð
nevndur Skála-Palli, eftir at
tey vóru flutt til Havnar at
búgva.
Sum 16 ára gomul kom
Signhild til Havnar, har hon
hevði húspláss.
Hon giftist við Petur
Danielsen,
ættaður
av
Hvítanesi, sum í dag er 91
ára gamal.
Signhild og Petur fingu
børnini: Dánjal Pauli, Reg-
in, Jana og Petur. Dánjal
Pauli andaðist í november
1994, 57 ára gamal, og Pet-
ur andaðist í mai 1995, 46
ár gamal.
Petur tók setiskipara-
prógv sum ungur, og sigldi
til hann varð 60 ára gamal,
tá hann mátti gevast, tí eyg-
uni vór farin at bila. Hann
var eisini ein av eigarunum
av trolarunum Hvítanes,
sum vóru tríggir í tali.
Petur og Signhild búðu á
Abbatrøð tey fyrstu árini,
til tey fluttu í nýggj hús úti
í Grønlandi. Seinastu trý
árini hava tey búð á Eldra-
sambýlinum Oman Hoy-
dalar í Hoyvík.
Signhild hevur verið ein
góður stuðul hjá Peturi,
bæði tá hann sigldi, og ikki
minst síðan hann bleiv
blindur.
Signhild kennir ein hóp
av fólki, og er hon sera trú-
føst. Bæði hon og Petur
fylgja væl við í tí sum
gongur fyri seg í samfel-
agnum.
Tey hava eisini verið
trúføst í samkomuni í Ebe-
nezer, sum hevur verið
teirra andaliga heim.
Signhild og Petur eiga 11
ommu- og abbabørn, og 30
langommu- og langabba-
børn.
Føðingardagurin verður
hildin í Pálsstovu, og tey
sum ynskja at heilsa upp á
Signhild eru vælkomin í
Mykinesgøtu 7 millum kl.
17-21 hendan dagin.
Signhild Danielsen 90 ár