leygardagur 2. apríl 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Meinigheitshúsið í Havn
varð bygt í 1896, og hevði
Heimamissiónin í Havn sítt
virksemi har til 1940, tá
bretska hervaldið yvirtók
húsini øll krígsárini.
Eftir kríggið var húsið
aftur Meinigheitshús, til
flutt varð í nýggjan bygning
í Húsagøtu við SMS í 1985.
Eftir tað bleiv húsið á Vagl-
inum bygt um til býráðssal.
Myndin er tikin í 1898.
Vit síggja einki annað hús
oman fyri bøgarðin. Leggið
til merkis hvussu lítið húsið
er broytt hesi árini, fimm
vindeygu og trappurnar eru
í sama stað. Húsini eru
ivaleyst klødd av nýggjum,
men stórviðurin er tann
sami.
Á myndini síggjast trý
ungfólk fara spákandi nið-
an
eftir
»Kærligheds-
stigen«, sum N. Finsens-
gøta varð rópt tá í tíðini.
Stutt eftir at hendan
myndir er tikin, varð byrjað
at byggja oman fyri bø-
garðin, nevnast kann t.d. at
nólsingurin
»Skraddar
Nolsøe« bygdi húsini á
horninum Sverrisgøta/N.
Finsensgøta í 1901, og
Føroya Sparikassi varð tik-
in í brúk í 1905.
Nevnast kann at Heima-
missiónin í Havn vóru teir
fyrstu sum byrjaðu við
sunnudagsskúla fyri børn í
Føroyum í 1894, tvey ár
áðrenn Meinigheitshúsið
varð bygt. Kanska onkur av
lesarum okkara veit hvar
sunnudagsskúlin byrjaði.
Fyri at hava nakað at
samanbera við hava vit eina
nýggja mynd frá sama stað
107 ár seinni
Um onkur hevur okkurt
at viðmerkja í samband við
myndirnar, eru hann ella
hon vælkomin at seta seg í
samband
við
Birgar
Johannessen
á
telefon:
314647 / 273168.
Havnar leksikon:
Meinigheitshúsið varð bygt í 1896
Mynd: Føroya Fornminnisssavn
Mynd: Jens Kristian Vang