leygardagur 2. apríl 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 62 - 2. apríl 2005
Vegagerðin heldur fram
Streymnes: Arbeiðið við
vegagerðini
millum
Streymnes og Brúnna um
Streymin hevur ligið stilt í
eina tíð. Men sum skilst
verður byrjað aftur um
ikki so langa tíð, nú tað
fer at vára.
Arbeiðið
umfatar
í
stuttum at dagføra hetta
2,2 km. langa vega-
strekkið, har ein sam-
stundis gerð ein 10 metur
breiðan veg við akslum.
Eisini er ætlanin at dim-
ensionera
tað
heldur
knappa svingið, soleiðis
at ein kann koyra við 80
km/t allan vegin.
sb.
Oyrarbakki:
Arbeiðið
við nýggja barnagarðin-
um á Oyrarbakka gongur
sum ætlað, og verður
hann tí liðugur í juni mán-
aði sum ætlað.
Teir eru í løtuni í ferð
við at enda arbeiðið inn-
anveggja, og tí er ætlanin
at málaraarbeiðið skal
byrja í næstu viku. Og um
ein mánað ella so sleppa
gólváleggjararnir framat
til sítt arbeiði.
Tað er byggifyritøkan
hjá Jóan Peturi Vang sum
hevur høvuðsarbeiðstøk-
una um hendi. Teir gera
kortini ikki alt arbeiðið
einsamallir, tí Ma-El á
Strondum ger el-arbeiðið,
Magni Jacobsen úr Klaks-
vík ger málaraarbeiðið,
meðan Tangavirkið í Vági
tekur sær av hita- og
sanitetsarbeiðinum.
Kostnaðurin fyri ar-
beiðið hjá Jóan Petur
Vang er mettur til 10 mió.
kr. Teir fingu arbeiðið í
kapping við aðrar fyritøk-
ur, m.a. úr Havnini, sum
bjóðaðu sær at gera sama
arbeiðið, men fyri ein
kostnað, ið var upp til ein
triðing dýrari.
sb.
Málarin kemur í
næstu viku
Sanggleði:
Kingo,
country, gospel og solistar.
Hetta er tann spennandi
samanblandingin,
sum
seinni í hesum mánaðin-
um setur hvørjum øðrum
stevnu umborð á Norrønu.
Vikuskiftið 21. til 25.
apríl verður nevniliga
gjørdur ein serstakur gos-
peltúrur til Danmarkar,
har øll við áhuga fyri hes-
um tónleikinum kunnu
koma saman at lurta eftir
tónleiki og annars hugna
sær saman við øðrum.
Til hetta vikuskiftið
fara fimm bólkar og ein
hópur av góðum tónleik-
arum at seta sín dám á.
Hinvegin verður eisini
serstakur sangur, tí tað
hevur eydnast at fáa
Kingo-bólkin úr Tjørnu-
vík við á henda túrin.
Umframt tjørnuvíking-
ar fara eisini gospelkórið
United Voices at luttaka,
Magni Christiansen, Sigr-
ið Sivertsen Band og ein
gospelbólkur úr Lívdini
at luttaka. Alt verður
gjørt fyri at røkka øllum
áhugamálum innan tón-
leik. Nevnast kann eisini,
at gyklarin Ásbjørn Bert-
helsen av Strondum fer at
undirhalda børnunum.
Hesin túrurin verður
fyrst og fremst gjørdur fyri
tey gospeláhugaðu. Men
hann er eisini opin fyri øll-
um teimum, sum ynskja
eitt langt vikuskifti umborð
á Norrønu. Tískil verða all-
ir handlar, barr og matstov-
ur opnar sum vanligt er.
– Hetta er ikki ein
møtiferð ella líknandi,
men ein heilt vanligur túr-
ur, har fólk kunnu koma
saman at hugna sær aftur-
við sera góðum tónleiki,
verður sagt.
Tað eru gospelhugað
fólk á landi sum hava
fyrireikað henda siglitúr-
in. Og sum skilst, er
áhugin fyri hesum stórur
fyri tiltakinum, tí fleiri
hava longu teknað seg til
henda serstaka túrin.
Vegagerðin hevur ligið still í eina tíð, men um stutta tíð
verður byrjað aftur
Kingo møtir United
Voices umborð á Norrønu
Fyrr í vikuni boðaði
Atlantsflog frá nýggju
ferðaætlan síni og
teimum nýggju prís-
unum. Sagt varð, at nú
er vorðið bíligari og
smidligari at flúgva til
Føroyar. Men hetta
eru fleiri lesandi før-
oyingar í Danmark
ikki samdir í
FLOGFERÐSLA
Snorri Brend
sosialurin@snorri.fo
Ferðaseðlaprísir: - Henda
nýggja prísskipanin hjá At-
lantsflogi verður ikki eitt
oyra bíligari fyri okkum.
Heldur hinvegin, tí vit noyð-
ast nú at gjalda enn meiri
fyri at ferðast heim til Før-
oyar.
- Teir hava haraftrat broytt,
ella partvíst avtikið Súlu-
skipanina, soleiðis at vit nú
skulu gjalda næstan 3000 kr.
meiri enn áður fyri at fáa
nakað burturúr. Slíkt kann
ikki annað enn kallast løgin
marknaðarføring av einum
produkti, siga fleiri lesandi
føroyingar, sum hava verið í
samband við blaðið.
Teir vísa eisini á, at hjá
teimum sum hava børn,
skulu nú øll børn omanfyri
11 ár gjalda sama prís sum
vaksin fyri at flúgva í
framtíðini.
- Hetta er eisini ein prís-
hækking hjá fólki, og ikki
ein bíligari loysn, soleiðis
sum tað hevur verið sagt.
- Tí skilja vit heldur ikki,
at Atlantsflog sigur seg ikki
misbrúka einastøðuna á
Føroya-rutuni, siga tey, og
spyrja, um Vinnumálaráðið
man hava góðkent hesar
prísirnar.
Hinvegin so vísa tey á, at
vinnan, sum ikki trýtur
pening, fær nógv burtur úr
hesum broytingunum. Men
tey mongu lesandi í Dan-
mark eru altso tey, sum eru
við skerdan lut í hesi
nýggju skipanini.
Yvirdríva lækkingina
Tey lesandi í Danmark hava
hugt eftir nýggju skipanini,
og hava m.a. lagt merki til,
at tað nú ber til at fáa ein
einvegis ferðaseðil fyri 745
krónur. Men, siga tey, sann-
leikin er, at tað ber ikki til
at fáa ein einvegis ferða-
seðil fyri hendan prísin –
og heldur ikki fyri 945 kr,
sum er næsti prísklassin.
- Ein noyðist at keypa ein
retur-ferðaseðil, og tí er
ikki rætt at siga, at tað ber
til at fáa ein einvegis ferða-
seðil fyri hendan prísin.
Her er altso talan vill-
leiðandi marknaðarføring.
- Og keypir tú tann bí-
ligasta
ferðaseðilin,
so
kostar hann við øllum
2.207 kr. aftur og fram.
Frammanundan
kostaði
tann bíligasti ferðaseðilin
2.212 kr. Príslækkingin er
sostatt 5 kr. – góð 0,3 pro-
sent. At skýra tað eina stóra
príslækking er at yvirdríva
meira enn eitt lítið sindur,
siga tey heldur speiskliga.
Í framløguni varð nevnt, at
hesin ferðaseðilin í dag
kostar 2.010 kr. uttan ferða-
avgjøld
og
uttan
av-
greiðslugjaldið upp á 220
kr. Men tað undrar tey
lesandi, at Atlantsflog fyri
fáum døgum síðani koyrdi
við einum tilboði, sum eitur
2.212 kr. fyri ein vikuskift-
isferðaseðil við øllum.
Súlan hvarv
- Munurin á teimum báðum
ferðaseðlunum er í lagi, at
tú við teimum nýggju
ferðaseðlunum kanst vera
burtur í 14 dagar (um tú
keypir ferðaseðilin fyri
2x745 kr.) ella 21 dagar
(um tú keypir tann fyri
2x945 kr.)
- Tað er her frensurin
liggur grivin. Tú missur
súluna við øllum teimum
bíligastu
ferðaseðlunum.
Og ein súla hevur eitt virði
upp á 20 prosent av einum
heilum ferðaseðili. So tú
skalt altso lækka prísirnar
minst 20 prosent, áðrenn ein
príslækking yvirhøvur fer at
merkjast í mun til í dag.
- Men taka vit næsta
prísklassan aftur, so fáast
ferðaseðlarnir har fyri 1.145
kr. ella 1.295 kr. hvønn
vegin. Við avgjøldum og
øðrum verður prísurin aftur
og fram annaðhvørt 3.007
ella
3.307
kr.
Hesin
ferðaseðilin svarar til ein
apex-ferðaseðil í dag, og tú
kanst vera burtur í 30 dagar.
- Í dag kostar ein apex-
ferðaseðil 3337 kr., so her
er altso talan um eina
príslækking upp á millum
30 og 330 kr. Príslækkingin
upp á 30 kr. svarar til um-
leið 0,9 prosent, og prís-
lækkingin upp á 330 kr.
svarar til góð tíggju pros-
ent. Men eisini her missur
tú súluna, sum altso hevði
eitt virði upp á 20 prosent,
og tí verður talan í veru-
leikanum um eina stóra
príshækking.
- Tú fært gott nokk tann
ágóðan við hesum ferða-
seðlunum í mun til ein apex,
at tú við at gjalda 500 kr.
kann broyta ferðaseðilin.
Tað kanst tú ikki við einum
apex í dag. Men tá verður
ferðaseðilin eisini dýrari og
fer at kosta nógv meira enn
ein apex ger í dag.
Raka tey lesandi
Tey lesandi hava eisini hugt
eftir tí næsta prísklassan-
um, har tað ber til at fáa ein
"einvegis" ferðaseðil fyri
1.445 kr., og tá eru eftir øll-
um at døma ongar avmark-
ingar fyri, hvussu leingi ein
kann vera burtur. Hesin
kostar við øllum 3.607 kr.
og kann samanberast við
ein ferðaseðil sum tey
ungu, lesandi og pensión-
istar kunnu fáa nyttu av.
- Ein tílíkur kostar í dag
3.737 kr. við øllum. Talan er
altso um eina príslækking
uppá 130 kr. – svarandi til
umleið 3,5 prosent. Eisini
her missur tú súluna, og tí er
í veruleikanum talan um
eina gigantiska príshækk-
ing.
- Hjá okkum lesandi, sum
eru ein rættiliga stórur brúk-
araskari
hjá
Atlantic
Airways,
hevur
hendan
nýggja prísskipanin so at
siga bara príshækkingar við
sær. Teir hava helst eisini
hugsað um, at tey fægstu av
okkum eru heima í styttri
enn ein mánað, og tí noyðast
vit at gjalda 3607 kr. fyri
ferðaseðilin og fáa sostatt
ikki ágóða av teimum
"bíligu" ferðaseðlunum.
- Súluna kunnu vit gott
gloyma, so í veruleikanum
skulu í framtíðini gjalda
2.957 krónur meira fyri seks
ferðaseðlar í mun til prísin,
sum hann er í dag. Áðrenn
príshækkingina - avtøkuna
av súluni – skuldu vit bert
gjalda fyri fimm ferða-
seðlar, áðrenn vit fingu ein
ókeypis. Nú skulu vit gjalda
fyri allar seks ferðaseðlar-
nar, og tí verður tað 2957 kr.
dýrari hjá okkum at ferðast
seks ferðir í mun til áður,
siga tey lesandi.
Dýrari – ikki bíligari at
flúgva til Føroyar
Sambandsflokkurin
hevur fingið danska
innanríkisráðharran
sum gestarøðara á
landsfundinum um
vikuskiftið
LANDSFUNDUR
Snorri Brend
Leirvík: Í gjárkvøldi setti
Sambansflokkurin lands-
fund sín í Leirvík.
Sum eitt av evnunum á
fundinum hevur flokkurin
fingið vitjan av danska
innanríkis- og heilsumála-
ráðharranum, Lars Løkke
Rasmussen.
Hann er eisini næstfor-
maður í danska Vinstra-
flokkinum, og hevur tey
seinnu árini ofta verið við
til hesar landsfundirnar.
Tað verður uttan iva
áhugavert at lurta eftir tí, ið
Lars Løkke hevur at bera
fram, tí hann fylgir væl við
í føroyskum viðurskiftum.
Hetta fær hann gjørt, tí
hann skilir føroyskt, og
hevur eisini í gerandisdegn-
um ávirkan úr Føroyum,
hagani kona hansara er
ættað. Hon er eisini við á
ferðini.
Landsfundurin hjá Sam-
bandsflokkinum endar við
sambandsveitslu í kvøld í
bygdarhúsinum í Leirvík.
Lars Løkke til Leirvíkar
Lars Løkke Rasmussen lut-
tekur á landsfundi hjá Sam-
bandsflokkinum um
vikuskiftið