Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-02, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. apríl 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 62 - 2. apríl 2005 17 Hetta vikuskifti fara útlendskir og før- oyskir serfrøðingar og politikarar at tosa um alheimsgerð og økismenning á floks- tingi hjá tjóðveldis- flokkinum FLOKSTING Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Tað verður altjóða dámur yvir Sumba, nú tjóðveldis- flokkurin heldur floksting í landsins syðstu bygd hetta vikuskifti, har øll eru hjartaliga vælkomin at lurta. Høvuðsevnið á floks- tinginum er Alheimsgerðin og økismenning og tað fer flokkurin at lýsa í fleiri fyrilestrum, sum bæði føroyingar og útlendingar fara at halda. -– Tí verða gestarøðararnir á flokstinginum hesuferð fleiri enn teir plaga at vera, men tað er fyri at lýsa mál- ið so væl sum tilber á ein- um flokstingi sum hesum, sigur Høgni Hoydal, for- maður tjóðveldisfloksins. Endamálið við fyrilestr- inum er at viðgera tær av- bjóðingar og teir møgu- leikar, ið liggja fyri framm- an, og at fáa nøkur boð uppá, hvussu føroyingar kunnu standa seg í alheims- gerðini. Eftir ætlan byrjaði floks- tingið í gjárkvøldið og longu klokkan níggju í gjárkvøldið, var fyrsti fyri- lestrarhaldarin á talarastól- inum.Tað var Stefan Simonsen, sum skuldi tosa um mentanarligu og polit- isku avbjóðingarnar hjá norðurlendsku smátjóðun- um í alheimsgerðini. Stefan Simonsen hevur bæði verið stjóri í grønlendska ment- anarhúsinum Katuaq og á norðurlendska mentanar- stovninum í Álandi. Flokstingið byrjar aftur í morgun klokkan níggju. Ein partur av morgninum skal brúkast til politiskt kjak, men tað er serliga eftir døgvera, at fleiri fyri- lestrar verða. Klokkan 13 fara Kuupik Kleist, fólkatingslimur, úr grønlendska flokkinum IA, og Steingrímur J. Sigfús- son, althingslimur og for- maður í íslendska flokkin- um Vinstri-Grænir, at tosa. Klokkan 13.45 verður økismenning, við serligum atliti til Suðuroynna, á skránni. Fyrst fer Jógvan Mørkøre, sam- felagsfrøðingur at greiða frá ætlaðu vakstraravtaluni fyri Suðuroy og Annlis Bjarkhamar fer at siga nøkur orð um Visjón 2010, ið er ein menningarætlan fyri Vág. Klokkan 15 fer Tróndur Djurhuus, deildarleiðari hjá Føroya Tele, at greiða frá sínum hugsanum um, hvussu Føroyar betur kunnu standa seg í alh- eimsgerðini. Síðan fer John Eli Olsen, stjóri hjá El-Service á Skála, at siga eitt sindur um, hvussu føroyskt vinnu- lív betur kann fáa gagn av alheimsgerðini og tað fer hann at gera útfrá egnum royndum. Løgmaður heldur at tað er rætt at selja Fiskavirking undir einum og at útlend- ingar sleppa at bjóða á jøvnum føti við føroyingar SØLAN AV FISKAVIRKING Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Vit mugu tora at bjóða av. Løgmaður hevur onki ímóti at sølan av Fiskavirking verður so fríð og opin sum gjørligt. Tí hevur hann heldur onki ímóti, at Fiskavirking verður seld undir einum og hann hevur heldur onki ímóti, at útlendingar sleppa at bjóða á jøvnum føti við føroyingar. Hann heldur, at hetta er ein spurningur um at bjóða framtíðini av og at bjóða seg fram í altjóða kapping- ingi. Annars hava tingmenn í samgonguni róð uppundir at samgongan eigur at taka spurningin um søluna av Fiskavirking upp. Eitt nú verður hildið, at samgong- an eigur at viðgerða spurn- ingin um Fiskavirking skal seljast undir einum og um útlendingar skulu sleppa at bjóða. Eitt nú hevur Alfred Ol- sen ført fram, at Fiskavirk- ing eigur at seljast í smáum, tí verður hon seld undir einum, er vandi fyri, at vit bara fáa eitt privat monopol ístaðin fyri tað almenna monopolið, sum hann nú sigur Fiskavirking vera. Samstundis er vandi fyri, at virki í útjaðaranum fara at verða stongd. Alfred Olsen heldur eisini, at verður hon seld í smáum, fæst betri prísur fyri hvørt einstakt virki. Men Løgmaður er samd- ur við nevndina í Framtaks- grunninum í, at Fiskavirk- ing skal seljast í einum og at útlendingar skulu sleppa at bjóða á jøvnum føti við føroyingar. Vinnupolitikkur og økispolitikkur Løgmaður ásannar, at verður Fiskavirking seld í smáum, fæst kanska betri prísur fyri tað. – Men eg haldi, at tað er ógvuliga umráðandi at vit eisini hugsa um tíðina eftir søluna. Hann sigur, at hetta er tann klassiski spurningurin um vinnupolitikk mótvegis økispolitikki. Hann sigur, at tað er sera umráðandi at vit framyvir hava eina fiskivinnu í Før- oyum, sum er nóg sterk til at gera seg galdandi á marknaðinum og sum veruliga kann skapa nøkur virði í landinum. – Vit hava verið á eini ráðstevnu um einskiljing og har kom týðiliga til sjóndar, at í Grønlandi var tað ein avgjørdur fyrimunur at hava eitt sterkt framleiðslu- virki. Jóannes Eidesgaard vísir á, at tað hevur altíð gingið upp og niður hjá flaka- vinnuni, so kreppan nú er ikki eindømi. – Vit vita eisini hvat vit fóru frá. Fyri 15 árum síðani høvdu vit flakavirki á hvørjum tanga og vit minnast øll, hvussu tað endaði: Fiskavirkini høvdu eitt undirskot upp á 700- 800 milliónir og alt fó á heysin. Hann sigur, at hesa støðu vilja vit ikki koma í aftur. – Tí eiga vit at vera ómetaliga varin við at liða fiskavirking sundur aftur og at fara at føra økispol- itikk við fiskivinnuni, tí so kunnu vit í besta føri siga, at vit lærdu onki av teirri óhugnaligu kreppuni fyrst í nítiárunum og tað vildi verið harmiligt. – Tað átti í hvussu so er at verið ein fyrimunur við eini kreppu og tað er, at vit kunnu læra av henni. Tvørturímóti heldur løg- maður, at tað er umráðandi, at vit hava so mikið stór framleiðsluvirki, at tey eru nóg sterk til at nýskapa framleiðsluna. – Tað er heldur onki, sum talar fyri, at eitt sterkt felag fer at niðurleggja arbeiðið kring landið og at miðsavna alt virksemi, tí tað finst neyvan arbeiðsmegi til so stór virki inni á meginland- inum. – Eitt sterkt framleiðslu- virki hevur tvørturímóti tann fyrimun at ber til at samskipa framleiðsluna á fleiri virkjum kring landið fyri at fáa sum mest burt- urúr. Skilagott at lata samfelagið upp Jóannes Eidesgaard heldur somuleiðis, at vit eiga at lata samfelagið upp fyri útlendingum og tí er hann heldur ikki fyri, at forða útlendingum í at bjóða upp á Fiskavirking. – Eg haldi, at vit eiga at bjóða umheiminum av. Hann vísir á, at onnur lond gera nógv burturúr at lokka útlendskar íløgur til landið fyri at geva vinnuni eina rættiliga lopfjøl til at fóta sær í altjóða marknað- inum. Hann heldur eisini, at íslandssáttmálin er fyrsta stigið inn í eina altjóðgerð í Føroyum, tí í íslandssátt- málanum liggur, at vørur, tænastur, arbeiðsmegi og peningur skulu ferðast frítt ímillum londini. – Hetta er nýhugsan, men soleiðis arbeiða londini rundanum okkum og tað skerst heldur ikki burtur, at tey londini klára seg rættiliga væl, ikki minst Ísland, sum stromar fram. – Eg haldi, at lata vit ikki samfelagið upp, fáa vit heilt álvarsligar trupulleik- ar, tí so koma vit at verða afturúrsigld í allar mátar, sigur løgmaður. Vit mugu tora at bjóða av nú Fiskavirking skal seljast Løgmaður heldur ikki at tað er rætt at seta treytir fyri, hvussu Fiskavirking skal seljast. Hann heldur, at tað er ein fyrimunur at varðveita eitt sterkt framleiðslufelag og hann heldur eisini, at vit eiga at lata samfelagið upp fyri útlendskum íløgum Altjóða dámur yvir Sumba hetta vikuskiftið