leygardagur 2. apríl 2005síða 18
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 62 - 2. apríl 2005
UTTAN ÚR HEIMI
Mærsk økir virksemið
Oljufelagið hjá stóru donsku fyritøkuni A.P.Møller,
Mærsk Olie & Gas, hevur sett sær fyri at økja sítt
virksemi.
Mærsk Olie & Gas seldi í fjør olju og gass fyri góðar
20 milliardir krónur, og avlopið var 5,6 milliardir krónur.
Tað mesta stavar frá oljuleiðunum í Norðsjónum, men
felagið fer nú at leggja størri dent á aðrar leiðir, sigur
fíggjarstjórin, Eivind Kolding, við Politiken. Mærsk Olie
6 Gas er virkið í Qatar og Kasakhstan, og í Algeria
arbeiðir felagið saman við tí amerikanska Andarenko.
Eivind Kolding sigur, at felagið fer møguliga at yvirtaka
nýggjar leiðir ella at keypa seg inn í verandi leiðir.
Roknskapurin hjá Mærsk Olie & Gas vísir annars, at
felagið hevur ikki fingið serliga nógv burtur úr tí góða
oljuprísinum. Umsetningurin í fjør var bara eina milliard
krónur størri enn í 2003, og vinningurin í fjør var tann
sami sum árið fyri. Sambært donskum serfrøðingum
kemst tað av, at danska felagið nýtir langtíðarsáttmálar
og fær tí ikki fullan ágóða av hækkandi oljuprísinum.
Fimti hvør svii
arbeiðsleysur
Fakligi landsfelagsskapurin í Svøríki vil vera við, at ar-
beiðsloysið er munandi størri, enn tey almennu hag-
tølini vísa.
Sambært teimum almennu hagtølunum er svenska
arbeiðsloysið 5,5 prosent, men fakligi landsfelagsskap-
urin heldur, at tað rætta talið er einastaðni ímillum 20
og 25 prosent. Tá eru tey, sum eru arbeiðsfør, men sum
fáa sjúkrapengar ella pensjón, tald við, og tey skulu
teljast uppí, sigur Hans Karlsson í vinnunevndini hjá
landsfelagsskapinum við blaðið Dagens Industri.
Sjálvur heldur hann, at nógv frísk fólk verða sjúkra-
meldað, tí tey hava einki arbeiði, og tað er heilt burtur-
við, sigur hann og legur afturat, at í dag er skipanin
soleiðis háttað, at fólk fáa pengar, aftur fyri at tey skulu
ikki arbeiða.
Hans Karlsson, sum hevur sitið í Ríkisdegnum og
ES-tinginum, heldur, at stjórnin ger alt ov lítið fyri at
loysa trupulleikarnar við teimum arbeiðsføru, sum ikki
arbeiða. Men hetta kann ikki halda fram, tí svenski
búskapurin tolir tað ikki, sigur hann.
Burtur úr vón og viti
Ein nevnd, sum George W. Bush, forseti, setti at kanna
arbeiðið hjá teimum amerikonsku fregnartænastunum
undan krígnum í Irak, sigur í sínari frágreiðing, at ar-
beiðið hjá CIA og hinum fregnartænastunum var stutt
sagt burtur úr vón og viti.
Nevndin sigur millum annað, at alt ov nógvar niður-
støður um viðurskiftini í Irak bygdu á gitingar og met-
ingar heldur enn haldgóð prógv. Eisini sigur nevndin,
at upplýsingarnar um ta iraksku vápnamegina vóru alt
ov veikar, og at fregnartænasturnar gjørdu alt ov lítið
við at savna veruligar upplýsingar um tað evnið.
Kanningarnevndin ger samstundis vart við, at okkurt
má gerast, tí tað veika fregnartænastuarbeiðið ger, at
amerikanararnir vita lítið um sínar vandafullu fíggind-
ar. Nevndin sigur beint fram, at USA veit skelkandi lít-
ið um vápnamegina hjá sínum fíggindum og uppaftur
minni um teirra ætlanir.
Pólferð varð av ongum
Norska Liv Arnesen og amerikanska Ann Bancroft,
sum ætlaðu sær til Norðpólin, noyddust fyrrakvøldið at
venda aftur.
Tær báðar fóru úr Norðurrusslandi fyri nøkrum døg-
um síðani við kós ímóti Norðpólinum. Avtalað var, at
franska felagið Cerpolex skuldi flúgva útgerð norður
til teirra við tyrlu, og franska felagið fekk eitt russiskt
felag at gera arbeiðið fyri seg. Men tað vísti seg, at tað
russiska felagið var ikki ført fyri at halda avtaluna, og
tí máttu tær báðar venda aftur. Tær vóru tá komnar
noður á 83 stig.
Sambært Aftenposten høvdu Liv Arnesen og Ann
Bancroft brúkt tvey ár til at fyrireika ferðina til
Norðpólin. Tær eru tí sera vónbrotnar, skrivar blaðið.
Umleið helmingurin
av øllum óhappum og
vanlukkum á sjónum
standast av vánalig-
um sjómansskapi,
men vánalig skip eru
eisini ein orsøk
SIGLING
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Mistøk á brúnni umborð á
skipum kostaðu í 2003
teimum norsku tryggingar-
feløgunum
umleið
2,5
milliardir krónur. Í flestu
førum snúði tað seg um, at
skip stoyttu saman ella fóru
á land.
Stjórin í felagsskapinum
hjá teimum norsku sjó-
tryggingarfeløgunum, Tore
Forsmo, sigur við Aften-
posten, at í fleiri førum eru
manningarnar ikki førar
fyri at røkja sína uppgávu,
og harafturat eru nógv skip
í vánaligum standi. Trupul-
leikin við vánaligum skip-
um er størri í teimum góðu
tíðunum sum júst nú, tí tá
ræður um at fáa sum mest
burturúr, sigur han.
Sum er hava tey einstøku
tryggingarfeløgini tagnar-
skyldu, men nú hava tey
norsku feløgini søkt mynd-
ugleikarnar um loyvi at lata
hvør øðrum upplýsingar
um reiðarí, sum ikki røkja
síni skip. Ein altjóða frá-
greiðing hevur eisini skotið
upp, at tryggingarfeløg
kring heimin skulu lata
slíkar upplýsingar, og at tey
eiga at skráseta vánalig
skip í einari serligari skrá-
seting. Endamálið við hes-
um er at forða fyri, at vána-
lig skip yvirhøvur verða
tryggjað.
Vánaligur sjómansskapur
kostar tryggingunum nógv
Pávin á deyðastráð
Jóhannes Páll pávi
Annar livir sera illa,
og í Rom eru fólk
farin at gita, hvør
eftirmaður hansara
verður
PÁVIN
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Fyrrakvøldið kunngjørdi
Vatikanið
í
Rom,
at
Jóhannes Páll pávi hevði
fingið ta seinastu oljuna, tí
hann livdi sera illa. Pávin
hevur drigist við lungna-
bruna i seinastuni, men
sambært læknunum hevur
hann nú eisini fingið bruna
í landrásina. Í gjár ljóðaði,
at hann var batnaður nakað,
men læknarnir gjørdu sam-
stundis greitt, at tað næsta
samdøgrið fór at verða
hættisligt.
Leiðslan í Vatikaninum
hevði ikki nakrar beinleiðis
viðmerkingar til heilsu-
støðuna hjá pávanum, men
ein eysturríkskur kardinalur
segði við tíðindastovurnar,
at pávin var so nær deyð-
anum, sum hugsast kann.
Tann langa sjúkralegan
hjá pávanum hevur reist
spurningin, hvør skal taka
við eftir hann. Tá Jóhannes
Páll pávi Annar, sum tá æt
Karol Wojtyla, bleiv valdur í
1978, var hann tann fyrsti
pávin í 455 ár, sum ikki var
italiumaður. Nú er so spurn-
ingurin, um tað aftur verður
ein italiumaður ella onkur
annar evropeari, ella um
tann næsti pávin verður úr
onkrum øðrum heimsparti.
Bretska
blaðið
The
Guardian vildi í gjár vera
við, at fýra kardinalar tykj-
ast hava teir bestu møgu-
leikarnar. Ein teirra er tann
77 ára gamli týskarin Jos-
eph Ratzinger, ið verður
hildin at hava staðið pávan-
um sera nær tey seinastu
tjúgu árini. Hann er eisini
væl umtóktur og sigst hava
somu grundsjónarmið sum
Jóhannes Páll pávi Annar.
Hinir tríggir, sum verða
nevndir, eru pólendingurin
Stanislav Dziwisz, sum
hevur verið persónligur
skrivari hjá pávanum, it-
aliumaðurin Angelo Sod-
ano, sum er umsitingarleið-
ari í Vatikaninum, og span-
iumaðurin Juan Herranz
Casado úr tí mátmikla
felagsskapinum Opus Dei.
Jóhannes Páll pávi Annar hevur sitið í pávastólinum í 27 ár.
Bara tveir pávar hava røkt embætið longri enn hann
Tað 26 ára gamla tangaskipið "Prestige" fór av um tvøran úti fyri sponsku strondini í
november í 2002. Skipið var í alt ov vánaligum standi