leygardagur 2. apríl 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 62 • leygardagur • 2. apríl 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
EB/Streymur-Skála:
Nýklassikari á Mølini
Á Skála bíða tríggir
útlendskir spælarar
framvegis eftir loyv-
unum, sum skulu til,
áðrenn tað ber teim-
um til at spæla
UPPTAKT
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Tað eru tvey av liðunum,
sum løgdu bragdliga fyri í
fyrsta umfarinum, sum
hittast á Mølini í morgin.
Næstu fótbóltsgrannarnir
hjá EB/Streymi eru Skála.
Felags fyri bæði liðini er, at
tað er ikki fyrrenn í heilt
nýggjari tíð, at tey eru
vorðin so mikið stinn, at tey
av álvara eru við til at seta
dám á, har tað er mest
spennandi at kappast.
- Vit eru sera væl nøgdir
við avrikið og úrtøkuna í
Gøtu. Serliga hugaligt var
tað, at tað bar okkum til at
halda gøtumonnum frá at
spæla seg til upplagdar
málmøguleikar. Vit vóna, at
tað eisini fer at eydnast at
halda Skála burtur frá
málinum hjá Gunnari á
Steig, og at vit eisini hesa
ferð fara at spæla okkum til
málmøguleikar, sigur EB/-
Streyma
venjarin
Piotr
Krakowski.
Páskaaftan fekk Andrzej
Pacek so mikið stóran løst í
liðbondini í øðrum fótliðn-
um, at tað ikki bar honum til
at spæla í Gøtu, og venjarin
hevur ikki serligar vónir um,
at tað fer at bera honum til
at spæla í morgin. Annar av
málskjúttunum í Gøtu, mið-
verjin Fróði Clementsen,
var orsakað av sjúku burturi
frá venjing hóskvøldið, men
venjarin vónaði, at hann
verður tøkur í morgin.
Marni Djurhuus var leik-
bannaður móti GÍ, men
hann er nú tøkur aftur.
Veteranurin
Finnbjørn
Zachariassen var við í
venjingunum nógvu tær
fyrstu vikurnar, men nú
hevur hann í tvær vikur
verið darvaður av skaða.
Piotr vónar og roknar við,
at hann verður tøkur aftur
um ikki so langa tíð.
Tríggir bíða
Á Skála harmast teir um, at
tríggir útlendskir spælarar,
sum teir rokna við at fáa
góða nyttu burturúr, ikki
enn hava loyvi at spæla við.
Talan er um serbiska mál-
verjan, Vlada Filipovic, ser-
biska verjuspælaran Milic
Corcic og rumenska verju-
spælaran Janel Gorgonaru.
Tá ið Skála vann stórsig-
ur á TB, vardi málmans-
venjarin, Eugen Voda, mál-
ið, og hann verður ivaleyst
eisini millum stólparnar á
Mølini í morgin.
Skála venjarin, Johan
Nielsen, er sjálvandi væl
nøgdur við stórsigurin á
TB, men hann heldur ikki,
at spælið er nóg gott.
- Í løtum hekk saman-
spælið væl saman og ferðin
var ikki so galin. Men
avrikið var alt ov óstøðugt.
Tað er ikki so undarligt, tí
fyrireikingarnar hjá okkum
hava verið alt annað enn
optimalar. Bæði tí útlend-
ingarnir komu seint, og tí
onkrir av hinum spælarun-
um ikki vandu nakað serligt
fleiri av fyrstu vikunum,
staðfestir Johan Nielsen.
Komandi dystir
Fótbóltur - Formula-deildin
03.04 KÍ-VB
Dagfinn Olsen
03.04 HB-NSÍ
Páll Augustinussen
03.04 TB-B36
Petur Skarðenni
03.04 EB/S-Skála
Georg Rasmussen
03.04 ÍF-GÍ
Eiler Rasmussen
Hondbóltur - Sunset-kappingin
02.04 StÍF-Kyndil
Heri Petersen/Brandur
02.04 VÍF-VB Gunnar Gregoriussen /Dánjal Samuelsen
03.04 Stjørnan-VÍF Kristian Johansen/Dánjal Samuelsen
03.04 Søljan-Kyndil
Hartvig Joensen/Pole Hansen
04.04 Tjaldur-Neistin
Hartvig Joensen/Pole Hansen
Shearer
tekur
enn eitt
ár
FÓTBÓLTUR
Rói Danielsen
Liðskiparin hjá New-
castle United, 34 ára
gamli Alan Shearer,
hevur nú avgjørt at taka
enn eitt ár sum yrkis-
leikari.
Tann fyrrverandi lands-
liðsáleyparin
hevur
annars sagt í alt ár, at
hetta var hansara sein-
asta ár, og at hann fór at
gevast í mai. Men She-
arer er nú bert 9 mál frá
at taka metið sum tann
mest skorandi spælarin í
Newcastle
nakrantíð.
Núverandi
metið
er
uppá 200 mál, og tey
vóru skorað av tí navn-
frama Jackie Milburn.
Venjarin hjá Newcastle,
Graeme Souness, hevur
fleiri ferð roynt at fingið
Shearer at halda fram,
og nú er líkt til at
Souness fær sín vilja.
Nú ið støðan hjá áleyp-
aranum Craig Bellamy
er so óviss sum hon er,
og tað verður alsamt
meira
ivi
um
tann
niðurlendska áleyparin
Patrick Kluivert, er tað
ein lætti fyri Souness, at
Alan Shearer heldur
fram.
Spæliloyvið hjá
nýggja VB manninum
kom upp á pláss hós-
dagin, so hann verður
við í Klaksvík, har
heimamenninir vóna
at fáa meiri burturúr,
enn teir hava fingið
ímóti VB tríggjar tær
seinastu ferðirnar
UPPTAKT
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Eisini í øðrum umfari eigur
KÍ heimavøll. Um úrtøkan
ikki er góð, kennist tað
sjálvandi einki serligt at
eiga heimavøll fleiri ferðir
á rað í fyrstu umførunum.
Tá ið úrtøkan er góð, kem-
ur heimavøllurin væl við,
og áhugin millum viðhalds-
fólkini verður beinanvegin
stórur, tá ið úrtøkan er stór.
2. páskadag fekk KÍ
meiri burturúr, enn teir í
fjør fingu á heimavølli
ímóti HB. Takið í morgin er
at fáa meiri burturúr á
heimavølli, enn tað hevur
eydnast trý tey seinastu
árini, tá ið VB hevur vitjað.
Tá hevur tað hvørja ferð
verið javnleikur.
Í Klaksvík hevur Ove
Flindt Bjerg í hesi vikuni
roynt at fáa spælararnar at
savna hugsanirnar um av-
bjóðingina ímóti VB og
ikki at hugsa um kloddaríið
í
steypakappingini
og
hvørjar avleiðingarnar av tí
kunnu fara at verða.
Ovi Nysted er leikbann-
aður eftir reyða kortið ímóti
HB. Jan Andreasen, sum
varð settur inn í miðverj-
una, tá ið Ovi fór av vøllin-
um 2. páskadag, er upplagt
val til miðverjuna hesa
ferð. Eftir at hann í fleiri
vikur hevur verið skaddur,
hevur Karstin Joensen vant
við fullari ferð tvær tær
seinastu vikurnar, og tað
kann væl vera, at tað verður
hann, sum fer at verja KÍ
málið í morgin. So fer
Mathias Samuelsen at sita á
beinkinum saman við ungu
monnunum Julian Samuel-
sen og Kristoffuri Jacob-
sen, sum vórðu settir inn í
2. hálvleiki ímóti HB.
Tvey tey seinastu viku-
skiftini hava vágbingar á
heimavølli havt ilt við at
finna mótstøðumálið ímóti
ÍF. Nú eru formligu viður-
skiftini komin í rættlag hjá
manninum, sum VB venjar-
in, John Christensen, vónar
skal vera vandamikla álops-
vápnið. Nenad Zivanovic
hevur vant við í í fleiri vikur,
men ikki fyrrenn í fyrra-
dagin komu loyvini upp á
pláss.
- Nenad er typiskur ser-
biskur
fótbóltsspælari.
Hann hevur góðan bóltfør-
leika, hann er skjótur, og so
vóna vit, at hann í dystum
verður eins vandamikil
undir málinum, sum hann
hevur verið í venjingunum,
sigur VB venjarin. Hann og
hinir í VB ferðalagnum fara
úr Vági og til Klaksvíkar í
dag, so teir verða væl fyri at
spæla í morgin.
VB-KÍ:
VB nýtt álopsvápn úr Serbia
Talan verður um ársins fyrsta toppdyst, tá EB/Streymur og
Skála hittast á Mølini á Eiði