leygardagur 2. apríl 2005síða 20
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 62 - 2. apríl 2005
ÍF-GÍ:
Seytjan ár síðani ÍF fekk fult
Eftir fyrsta sigurin í
Vági 26 ár eru fugl-
firðingar spentir
uppá, um tað fyri
fyrstu ferð síðani í
1988 fer at eydnast at
vinna á heimavølli
ímóti GÍ
UPPTAKT
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Eftir at fótbólturin í Fugla-
firði í eina fjórðings øld
hevur staðið í skugganum
av grannunum í Gøtu, hev-
ur tað ikki verið sørt í hesi
vikuni, at tað hevur verið
tosað um møguleikan, at
tað í morgin - fyri fyrstu
ferð síðani í 1988 - skal
eydnast at fáa fult, tá ið GÍ
vitjar.
2. páskadag vann ÍF 1-0 í
Vági. Talan var ikki um
fyrsta sigurin nakrantíð har
suðuri. Eina ferð áður
hevur ÍF vunnið í Vági. Tað
var í 1979, tá ið ÍF varð
meistari. Úrslitið ta ferðina
var eisini 1-0. Málskjútti
var Meinhardt Dalbúð, sum
var toppskjútti í meistara-
deildini hetta árið.
– Eg minnist dystin í
Vági væl. Tað var neyðugt
hjá okkum at vinna fyri at
varðveita FM møguleikan.
Vit høvdu fleiri góðar
møguleikar, og eg misnýtti
fleiri ferðir. Mikkjal Mikk-
elsen, sum fyri tað mesta
spældi við HB, var hetta ár-
ið málverji hjá VB, og hann
stóð framúr væl. Men vit
fingu málið, sum skuldi til
fyri at fáa bæði stigini, og
tað var eisini orsaka av tí
úrslitinum, at vit vunnu
meistaraskapin,
minnist
Meinhardt Dalbúð, og hann
fegnast um, at tað nú
eydnaðist barndómsfelagn-
um at vinna í Vági.
At tað hilnaðist væl 2.
páskadag hevur havt við
sær, at fótbóltshýrurin í
hesi vikuni hevur verið
góður í Fuglafirði. Tað hev-
ur sást aftur í, at tað hevur
verið tætt millum bilarnar
og áskoðararnar, sum í góð-
veðrinum hava fylgt venj-
ingunum.
Allir spælararnir, sum
vóru við í Vági, eru tøkir.
Spurningurin er, um Petur
Simonsen enn eina ferð fer
at geva teimum somu ellivu
møguleikan
frá
fyrsta
bríksli, ella um hann fer at
geva Bartali Eliasen og
Magna á Lakjuni møgu-
leikan. Teir vórðu báðir
skiftir inn í Vági.
– Gøtumenn hava í mong
ár havt takið á ÍF. Tað kann
gerast eitt kompleks, men
nú upp undir dystin hava vit
tosað um týdningin av, at
vit veruliga trúgva upp á
tað, tá ið vit fara á vøllin,
og eg haldi, at okkara eru
ógvuliga uppsettir, sigur ÍF
venjarin Petur Simonsen.
Hann roknar uppgávuna
ikki at verða vorna lættari,
eftir at GÍ tapti á heimavølli
ímóti EB/Streymi.
Sámal tøkur
Ímóti EB/Streymi hevði GÍ
ongan upplagdan málmøgu-
leika. Miðvøllurin kendist
tunnur, og í Gøtu vóru teir
illa nøgdir við keturnar og
samstarvið millum keturnar.
Súni Olsen og Popczynski
eru ivaleyst teir, ið best eru
førir fyri at skapa nakað,
men teir vóru báðir í
fremstu plássunum. Tí kann
kanska roknast við, at onkr-
ar rættingar fara at verða
gjørdar í uppstillingini.
Veteranurin Sámal Joen-
sen varð skaddur undir venj-
ing stutt undan dystinum
ímóti EB/Streymi. Hann er
nú komin fyri seg aftur eftir
vøddaskaðan, og tað verður
mett sum stórur styrkur fyri
miðvøllin, at hann er tøkur
aftur. Magni Jarnskor er
framvegis so mikið skaddur,
at hann ikki verður førur
fyri at spæla í morgin.
Ætlanin var, at klaksvík-
ingurin Meinhardt Joensen
skuldi venja GÍ málið í ár.
Hann hevur gingið við
arminum í gipsi. Tað skuldi
takast av aftur í gjár, men í
Gøtu rokna teir við, at tað
fara at ganga fleiri vikur,
áðrenn hann aftur verður
førur fyri at venja og spæla.
Hallur Hansen kom undan
páskafrítíðini úr Danmark
og til Gøtu, og hann fer
eisini í morgin at verja GÍ
málið.
HB-NSÍ:
NSÍ aftur í
Gundadali
Runavíkingar skulu
annan dystin á rað á
vitjan í Gundadali.
Hesaferð verður
mótstøðuliðið
greipuvinnararnir úr
HB, sum skulu hava
stig sunnudagin
UPPTAKT
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Runavíkingar fingu eina
dreymabyrjan
upp
á
kappingarárið, tá ið teir
vunnu trupla útidystin
móti B36 í fyrsta umfar-
inum, sum var leikt mána-
dagin. Sunnudagin eru
teir aftur á vitjan í Gunda-
dali, men mótstøðumenn-
inir úr HB skulu hava stig.
Altíð trupult í
Gundadali
Hjá runavíkingum eru all-
ur mans klárir til dystin
móti HB. Ein av stuðuls-
leikarunum hjá NSÍ, Helgi
L. Petersen, sigur, at tað er
altíð trupult í Gundadali,
óansæð um mótstøðuliðið
eitur HB ella B36.
- Tað verður ein ógvu-
liga trupul dystur, men vit
trúgva upp á møguleikan
og fara eftir øllum trimum
stigunum, sigur hann.
Tað verður mangan sagt,
at júst dystirnir millum
hesi bæði liðini, HB og
NSÍ, eru undirhaldandi og
ferðmiklir dystir, og Helgi
L. Petersen ivast ikki í, at
áskoðararnir fara at fáa
nakað fyri pengarnar.
- Liðini standa væl til
hvønn annan. Tá ið vit
hittust í steypakappingini,
var lítil munur á, men vit
høvdu ikki marginalarnar
við okkum, og tí vóru tað
teir, ið komu víðari. Vit
ivast tó ikki í, at vit kunnu
vinna dystin sunnudagin,
og tí fara vit við góðum
treysti inn á vøllin, sigur
Helgi L. Petersen.
Skulu hava stig á
heimavølli
Føroyameistararnir úr HB
byrjaðu aftur í ár kapping-
arárið við einum ósigri,
men liðskiparin, Rúni
Nolsøe, sigur, at sunnu-
dagin er alneyðugt at fáa
trý stig í hús.
- Tað er eitt krav hjá
okkum at fáa trý stig
sunnudagin. Annars verð-
ur gloppið ov stórt, og vit
hava VB á útivølli í næsta
umfari, og tað er altíð ein
trupul dystur, sigur Rúni
Nolsøe.
Í HB kunnu tey fegnast
um, at veteranurin Hallur
Danielsen, sum ikki var
við í Klaksvík, er tøkur
aftur, men Vagnur Mohr
Mortensen, Heine Fernan-
dez og Rani Christiansen
eru framvegis skaddir.
Vagnur er tó farin at renna
aftur, so tað gongur neyv-
an rúm tíð, áðrenn hann
verður aftur at síggja á
vøllinum.
Um dystin móti NSÍ
sunnudagin sigur Rúni
Nolsøe, at tað verður ein
trupul uppgáva, tí NSÍ er
eitt gott lið, sum hevur eitt
sindur av viðgongd í
løtuni.
- Vit vunnu á teimum í
steypakappingini, men tá
var munurin lítil. Hinveg-
in skulu vit hava øll trý
stigini á heimavølli, um
vit ætla at blanda okkum
upp í oddastríðið, sigur
liðskiparin hjá HB.
Formula-deildin
vu.
tapt
mál-
dystir v - j -
t
mál
mál munur stig
1 Skála
1
1 - 0 - 0
5
1
4
3
2 KÍ
1
1 - 0 - 0
4
3
1
3
3 EB/Streymur 1
1 - 0 - 0
2
1
1
3
4 NSÍ
1
1 - 0 - 0
1
0
1
3
5 ÍF
1
1 - 0 - 0
1
0
1
3
6 HB
1
0 - 0 - 1
3
4
-1
0
7 GÍ
1
0 - 0 - 1
1
2
-1
0
8 VB/Sumba
1
0 - 0 - 1
0
1
-1
0
9 B36
1
0 - 0 - 1
0
1
-1
0
10 TB
1
0 - 0 - 1
1
5
-4
0
Sunset-kappingin
vu.
tapt
mál-
dystir v - j -
t
mál
mál munur stig
1 VB
8
8 - 0 - 0
715
438
277
29
2 Stjørnan
9
8 - 0 - 1
656
445
211
29
3 Neistin
8
5 - 0 - 3
619
471
148
20
4 Søljan
9
4 - 0 - 5
614
542
72
16
5 VÍF
8
4 - 0 - 4
521
503
18
13
6 Kyndil
8
3 - 0 - 5
441
588
-147
9
7 StÍF
8
1 - 0 - 7
475
601
-126
7
8 Tjaldur
8
0 - 0 - 8
314
767
-453
0
ÍF hevur ikki fingið fult móti GÍ, síðani teir í 1988 vunnu á
grannunum
Tað er ikki nøkur løtt
uppgáva, ið TB fær
sunnudagin, tá ið teir
spæla fyrsta heima-
dystin á árinum
UPPTAKT
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tað er einki at ivast í, at tað
er eitt B36-lið, ið er ógvu-
liga svangt eftir stigum, ið
kemur suður á Sevmýri at
vitja uppflytararnar sunnu-
dagin. Hinvegin stendur TB
seg vanliga væl á heima-
vølli, og teir hava gott mót
til dystin móti árstals-
felagnum.
Obe verður við
Tá ið B36 noyddist at lúta
fyri NSÍ 2. páskadag, var
nýggi
suðurafrikanski
framherjin, Obe, ikki við á
liðnum, tí at pappírini hjá
honum ikki vóru komin í
rættlag. Nú skuldi hesi við-
urskifti verið komin upp á
pláss, so hann er ivaleyst
við í hópinum sunnudagin.
Somuleiðis er væntandi, at
krumtappurin á miðvøllin-
um, Klæmint Matras, verð-
ur klárur sunnudagin, eftir
at hann ikki var við móti
runavíkingum vegna skaða.
Liðskiparin hjá B36, Pól
Thorsteinsson, sigur, at tað
er einki at ivast í, at teir
skulu hava trý stig á Sev-
mýri sunnudagin.
- Vit kundu við eitt sindur
av hepni vunnið móti NSÍ,
men vit vóru ikki nóg
neyvir í avgerandi løtum.
Kanska hevði NSÍ fleiri
opnar møguleikar, men tað
kundi farið báðar vegir. Eg
ivist ikki í, at vit koma
sterkt aftur sunnudagin,
sigur Pól Thorsteinsson.
Skulu upp í ferð
TB fekk ein sekk í fyrstu
royndini í bestu deildini í
hesum kappingarárinum. 1-
5 ósigurin inni á Skála var
ikki nøkur ynskibyrjan, men
tvøramenn hava tó gott mót
til dystin sunnudagin.
Allir mans eru klárir til
dystin, og sambært einum
av veteranunum á liðnum,
Jón Johannesen, sært tað
heilt gott út til dystin móti
B36.
- Eg haldi, at úrslitið á
Skála er eitt sindur misvís-
andi. Hinvegin var tað
óheppið fyri okkum, at vit
skuldu byrja kappingarárið
júst á Skála, tí har hava vit
fingið nakrar ordans lúss-
ingar seinastu ferðirnar, ið
vit hava vitjað, sigur Jón
Johannesen.
Sambært Jón var ein av
trupulleikunum inni á Skála
tann, at skálamenn leikt í
einum nógv hægri tempo
enn tvøramenn gjørdu.
- Vit noyðast upp í
tempo, og harafturat ræður
tað um hjá okkum, at allir
mans standa rætt á vøllin-
um. Gera vit tað, so havi eg
góðar vónir til dystin
sunnudagin. Vit plaga van-
liga at standa okkum væl á
Sevmýri, og tað er til okk-
ara fyrimun, at B36 er stór-
favorittur at vinna dystin,
sigur Jón Johannesen.
TB-B36:
B36 er stórfavorittur
Talvan sýnir, hvussu tað hevur gingist, tá mótstøðuliðini sunnudagin hava hitst í tilsvarandi dystunum seinastu tíggju árini
Tølini tala