leygardagur 2. apríl 2005síða 21
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 62 - 2. apríl 2005
21
Skulu KÍ og B36 døm-
ast at tapa sínar dystir
móti ávíkavist Fram
og Skála í kappingini
um løgmanssteypið.
Tað er spurningurin,
sum Kappingarnevnd-
in hjá FSF skal taka
støðu til í næstum
SPÆLILOYVI
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
KÍ nýtti fýra ikki skrásettar
spælarar, tá teir vunnu 7-1 á
Fram í steypakappingini.
Somuleiðis nýtti B36 ikki
skrásettan spælarar í sínum
dysti móti Skála. Ein dystur
sum B36 vann 4-2. Sami
spælari var heldur ikki
skrásettur, tá B36 spældi
móti NSÍ í landskappingini,
men tann dystin tapti
árstalsfelagið, so úrslitaliga
verður neyvan gjørt nakað
við tann dystin.
Tað kann hinvegin verða
endin, at úrslitini frá dystun-
um í kappingini um Løg-
manssteypið verða broytt,
um niðurstøðan hjá kapp-
ingarnevndini verður, at fel-
øgini skulu dømast at tapa
dystin. Tann spurningin
hevur nevndin ikki tikið
avgerð um enn, og sambært
formanninum í nevndini, so
verður tað í øllum førum
ikki nakað mál, har ein
avgerð
verður
hastað
ígjøgnum.
- Sjálvur haldi eg, at
málið er av slíkum prinsipi-
ellum týdningi, at vit skulu
geva okkum neyðugu tíðina
at kanna málið nóg væl.
Tað er so heldur ikki fyrr
enn 5. mai, at fjórðingsfin-
alurnar standa á skránni, og
tí er eingin orsøk at for-
hasta seg, heldur hann.
Um sjálva støðutakanina
í málinum sigur Bjarki enn
einaferð, at hendan er sera
prinsipiell.
- Tað er eingin ivi um, at
spælararnir
ikki
høvdu
spæliloyvið í lagi. Spurn-
ingurin er so, hvørjar av-
leiðingar hetta skal fáa. Her
mugu vit so viga ímillum,
hvørji atlit skulu takast.
Sjálvur havi eg tað í øllum
førum so, at fyri meg koma
ítróttarligu atlitini fram um
tey umsitingarligu, um tað
kann lata seg gera, er einasta
viðmerkingin, sigur Bjarki
Mohr, sum eisini vísir til
vanligar rættargangsreglur
hesum viðvíkjandi.
- Í øllum samfelagnum er
tað jú so, at verður tú
ákærdur, so verður atlit
altíð
tikið
til,
um
tilburðurin er tilvitaður ella
ótilvitaður, og at hesi atlit
eisini verða tikin við, tá
dómur verður feldur.
Av »óvart« og fordømi
Skal takast samanum mál-
ið, so er einki at ivast í, at
tað eru atlit, sum viga bæði
fyri og ímóti teimum báð-
um feløgunum, KÍ og B36.
Ímóti vigar sjálvsagt
tyngst, at feløgini hava nýtt
ólógligar leikarar. Spurn-
ingurin er, um tað fyri
dystin millum KÍ og Fram -
við allari virðing fyri Fram
- hevur havt nakran sum
helst ítróttarligan týdning,
men í førinum, Skála-B36,
er spurningurin væl meira
opin. Ikki minst tí Skála
samstundis hevur útlendsk-
ar leikarar standandi á
»bíðilista«, tí hesir enn ikki
hava fingið neyðugu loyv-
ini. Og tí kann tað vera
trupult hjá B36 at verja
nýtsluna av ikki-skrásettum
leikara.
Hartil hevur fyrrverandi
fótbóltsovastin í Føroyum,
Dánjal Andreasen, sum eis-
ini er fyrrverandi formaður
í
Kappingarnevndini
í
Norðlýsinum víst á, at í
hansar verð er einki ivamál.
- Eg veit ikki um líknandi
mál í 1.deild, men í yngru
deildunum hevur trupul-
leikin við ólógligum leikar-
um og vantandi leikara-
loyvum verið frammi av og
á, og tá hevur dómurin altíð
verið tann sami, nevnliga at
lið verða dømd at tapa
dystir sínar.
Soleiðis staðfestir altso
Dánial Andreasen, men tal-
an er tó um ein mun í
málinum við B36 og KÍ,
sammett við tey, sum oftast
gera seg galdandi í yngru
deildum. Tá er talan at kalla
hvørja ferð um kærur, sum
verða lætnar FSF, og tað er
so ikki galdandi hesaferð.
Hinvegin er talan um ein
trupulleiki, sum FSF er
vorðið varugt við, eftir at
nýtslan av ólógligum leik-
arum er farin fram. Hjá KÍ
tí felagið á páskum brádliga
skuldi hava leikloyvini í
rættlag, og hjá B36, tí
tíðindafólk sum uppfylging
hevur av hesum hevur
gjøgnumgingið
leikara-
skiftini, sum hava verið í
vetur. Tað hevur so fingið
kappingarnevndina at nýta
grein 38, stk. 3, har tað
verður staðfest, at nevndin
av sínum eintingum kann
taka mál upp, um illgruni er
um, at felag hevur framt
brot á kappingarreglurnar.
Stinga ikki høvdið í
sandin
Sjálvandi kundi Kappingar-
nevndin ignorerað málini
og hildið fast um, at kæru-
freistin er farin, og einki tí
verður gjørt við málini.
Hinvegin vildi tað verið eitt
slag av veruleikaflýggjan,
ella sum løgmaður plagar at
taka til: At stinga høvdið í
sandin. Og tað tænir nevnd-
in til rós, at hon ikki hevur
nýtt tann møguleikan.
Men hetta í sjálvum sær
verjir ikki nakra nýtslu av
ikki-skrásettum spælarum. Í
teimum førum, har kærur
hava verið lætnar inn, og tað
hevur so serliga verið í
yngru deildum, hevur tað so
langt ífrá altíð verið til-
ætlað, at spælarar eru nýttir.
Til stuttleikar kann nevnast
dømi, har núverandi Skála-
og B36-venjararnir, sum tá
høvdu leiklutir sum venjari
og áleypari á dreingja-
liðnum hjá HB, í 1989 misti
víðari atgongd í steypa-
kappingini. Hetta tí millum
annað Sigfríður Clementsen
hevði leikt unglingadyst, og
tí ikki hevði loyvi at spæla
við
dreingjaliðnum
í
eftirfylgjandi dysti. Eitt
brot, sum tey í HB tá ikki
vóru greið um. Venjarin,
sum tá kærdi tilburðin, var
Manne Høgnesen, sum í
dag er limur í fótbólts-
deildini hjá KÍ.
Onnur atlit
Tí talar søgan helst í stóran
mun fyri, at bæði KÍ og
B36 verða dømt at tapa
sínar dystir, og at tey tí
verða koyrd úr steypakapp-
ingini.
Hinvegin
eru
kanska
eisini onnur atlit, sum
kunnu
fáa
Kappingar-
nevndina at taka aðra støðu.
At lógarteksturin heimilar
hesum, er lítil ivi um, tí har
stendur greitt, at felag kann
revsast við ávaring, bót, at
tapa dyst, at missa heima-
vøll ella at verða koyrt úr
kappingini.
Tá formaðurin sigur, at
hann helst vil sleppa a taka
ítróttarligu atlitini fram um
tey fyrisitingarligu, sipar
hann helst til, at spurning-
urin er, hvussu stórt trýst
skal leggjast á umsitingar-
nar í feløgunum.
Í mun til eitt nú UEFA og
DBU, har reglurnar eru
klokku-klokku-klárar, so
hava føroyskt feløg hvørki
orku ella ráð til at hava
fleiri
skrivstovufólk
í
starvi, sum millum annað
taka
sær
av
hesum
viðurskiftum.
Ístaðin er talan í stóran
mun sjálvboðið arbeiði,
sum í nøkrum førum er
part-tíðar lønt, og tí ivast
kappingarstjórin helst í,
hvussu stórt trýst skal
leggjast á hesi.
Bæði DBU og UEFA
hava tó staðfest, at mál av
hesum slag skulu avgerast í
hvørjum heimlandi sær, tí
tað eru nationalu fótbólts-
sambondini,
sum
hava
besta kunnleikan til viður-
skiftini á staðnum.
Alternativini
Stóri trupulleikin er tó –
líkamikið hvussu hugburð-
urin hjá Kappingarnevndini
annars er – hvussu teir
skulu grundgeva avgerðini,
um B36 og KÍ sleppa at
halda fram í steypakapp-
ingini.
Tí sjálvandi er tað ótrú-
liga óheppið, um feløg
verða koyrd úr kappingini
orsakað av umsitingarlig-
um brølarum. Fer nevndin
at gera skilna ímillum, nær
eitt brot er framt við vilja
ella óvilja, so kann tað
skapa stórar trupulleikar, tá
líknandi mál verða viðgjørd
framyvir. Tá kann talan
gerast um eitt elastik, sum
verður sera trupult at máta.
Eisini tí tað eftir øllum at
døma kann tykjast soleiðis,
at »óskyldigheitin« hjá fe-
løgunum í ávísan mun líkist
einum slag av »damage
control«. Altso har feløgini
hava ásannað brølaran, og
síðani royna at reagera á
bestan hátt við sjálvi at tosa
við FSF, fyri á tann hátt at
minimera skaðan.
Ein annar møguleiki er
sjálvsagt at staðfesta eina
bót av slíkum slag, at hon
veruliga merkist á penga-
punginum hjá feløgunum.
Her er trupulleikin tann, at
siðvenjan hjá FSF fyri
bøtur ikki er so øgiliga
strong, og at tað tí kann
skapa nýggja siðvenju, um
bótin nú skal eita 20, 30,
ella 50 túsund krónur.
Spurningurin er eisini, um
hetta letur seg gera, tá
nevndin fyri bara stuttari
tíð síðani gav MB eina bót
á 5.000 kr. fyri tilvitað at
nýta ikki skrásettar leikarar.
Ta ferðina fekk MB so
eisini aðrar fylgirevsingar,
og so er spurningurin, um
Kappingarnevndin eisini
vil gera nýtslu av hesum.
Tí er einki at ivast í, at
lættasta avgerðin hjá Kapp-
ingarnevndini er at senda
Skála og Fram víðari í
steypakappingini. Tað kann
so hinvegin geva moralskar
timburmenn, sum líkjast
teimum, sum tá HB á sinni
misti meistaraheitið orsak-
að av feili á dómaraseðli.
Munurin er tó, at ta ferðina
var talan um lógligan leik-
ara, sum tíverri var skeivt
skrivaður á seðilin.
Kanska kann eitt fordømi
finnast, tá GÍ í 1986 gjørd-
ist meistarar. Tá varð
spurningurin um loyvi hjá
málverjanum, Carl White-
house, reistur eftir kapp-
ingarlok. Hevði GÍ tá verið
dømt at tapa dystirnar,
høvdu teir staðið sum nið-
urflytarar við ongum stigi
ístaðin fyri meistarar. Hetta
hendi tó ikki, og stendur GÍ
framvegis
sum
føroya-
meistari fyri 1986 í før-
oysku fótbóltshagtølunum.
Spurningurin er so, um KÍ
og B36 framvegis skulu
hava møguleika at koma í
somu hagtøl sum steypa-
vinnarar 2005, ella um tey
mugu ásanna, at umsiting-
arligur brølari kostaði teim-
um hendan møguleikan.
Hvar gongur markið