Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-02, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. apríl 2005síða 22

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 62 - 2. apríl 2005 300 kilo- metrar um tíman í sandroki og brennandi hita Hitastigini eru nógv í Bahrain og hetta setur stór krøv til bæðir koyr- arar, bilar og dekk. Eisini fýkur javnan sandur inn á breytina. Hetta er enn ein avbjóðing til motorarnar. Allir bilarnir uttan tann hjá Michael Schumacher hava fingið nýggjan mot- or til hesa koyringina, og hetta kann sjálvandi verða ein trupulleiki hjá heimsmeistaranum. Renault, sum hava vunn- ið tvær tær fyrstu koyr- ingarnar sannførandi, skuldu havt góðar møgu- leikar at gjørt seg galdandi aftur. Men eisini Toyota og BMW/Williams sum klár- aðu seg væl í Malaysia eru góð boð uppá vinnarar. McLaren/Mercedes hesa- ferð við Kimi Räikkönen og Pedro de la Rosa, settu skjótastu umferðina í Mal- aysia, og bert ein punkter- ing forðaði Räikkönen í at enda longuri frammi í Malaysia. Red Bull við David Co- ulthard og Christian Klien eru einasta liðið sum er endað í stiginum við báð- um bilum í báðum koyr- ingum, og koma til Ba- hrain við fleiri aeorodyna- miskum framstigum, ser- liga Coulthard tykist sum endurføddur, og eigur at verða tikin sum fyri fult. Formel 1 árið tykist at gerast tað mest spennandi í nógv ár. -NuD Montoya ikki við í Bahrain Kolumbianski McLar- en/Mercedes koyrarin Juan Pablo Montoya er ikki við, tá koyrt verður sunnudagin. Hann hevur brotið økslina meðan hann spældi tennis. Í hansara bili koyrir í staðin tann eini royndarkoyrarin hjá liðnum spaniumaðurin Pedro de la Rosa. Brotið í økslini hjá Mon- toya er ikki so umfatandi, so væntandi fær hann lut- tikið í koyringini á Im- molabreytini í Italiu um góðar tvær vikur. Støða verður tó ikki tikin til hetta fyrr enn í vikuni áðrenn Immola. Tá verð- ur eisini avgjørt um ein møguligar avloysari skal verða de la Rosa ella hin royndarkoyrarin hjá liðn- um eysturríkski Alex- ander Wurz. -NuD Tá formel 1 sirkusið hetta vikuskiftið vitj- ar kongaríkið Bahrain í Miðeystri, er hetta aðru ferð at koyrt verður á breyt- ini. Bahrain er fyrsta landið í Miðeystri har kappast verur í formel 1 FORMEL 1 Niels Uni Dam Øll liðini hava síðan sein- astu koyring, arbeitt hart fyri at gerast nóg kapping- arfør, og sostatt avbjóða Renault, sum hevur vunnið tvær tær fyrstu koyring- arnar. Eisini dekkframleiðarnir kappast óført, og Bridge- stone sum letur dekk til eitt nú Ferrari hevur nógv at prógva. Michelin liðini hava verið nógv betur hig- artil, og atfinningarnar móti Bridgestone hava verið lemjandi. Áðrenn Bahrain Í fjør vann Michael Schumacher fyri Ferrari, og liðfelagin Rubens Barrichello gjørdist næstur. Fá vænta at Ferrari megnar at endurtaka hetta úrslit FERRARI Niels Uni Dam Ferrari koma til Sakhir breytina í Bahrain við einum spildurnýggjum bili. F-2005 eitur hann. Hetta er fyrsta koyringin at hesin bilur verður nýttur. Tí er sera ringt at siga nakað um kappingarførið, men spenn- ingurin er stórur. Ferrari eru byrjaðir kapp- ingarárið í einum tillagað- um 2004 bili. Ætlanin var at bíða til koyringina í Immola um tvær vikur við nýggja bilinum, men orsakað av ringu úrslitinum higartil verður bilurin tikin í nýtslu nú. Hóast Barrichello gjørd- ist nummar tvey í fyrstu koyringini í Avstralia, er kappingarárið 2005 ring- asta árið hjá Ferrari, síðan Michael Schumacher kom til liðið í 1996. Barrichello kom ikki á mál í Malaysia, júst sum Schumacher í Avstralia, og sjeynda- plássið hjá Schumacher í Malaysia, var dekan ov aftarligt fyri ein heims- meistara. Okkurt mátti gerast skuldi heimsmeist- araheiti ikki gleppa teimum av hendi. Bæði Schumacher og Barrichello hava royndar- koyrt nýggja bilin seinastu vikurnar, og báðir siga hann vera eitt stórt fram- stig, og gleða seg til koyr- ingina. Um koyringina í Bahrain Umferðir: 57 Breytarlongd: 5,417 km Skjótast umferð: Michael Schumacher(Ferrari), 1 m 30,252 s Longdin á koyringini: 308.523 Vinnari: Michael Schumacher (2004) Kelda www.forix.com FAKTA Ferrari í nýggjum bili Ferrari fer at koyra í spildurnýggja F- 2005, nú triðja umfar av Formel 1 kappingini fer av bakkastokki Støður, Formel 1 Koyrarar Navn Land Merki Stig Fernando Alonso Spania Renault 16 Giancarlo Fisichella Italia Renault 10 Rubens Barrichello Brasil Ferrari 8 Juan Pablo Montoya Kolumbia McLaren 8 David Coulthard Stórabretland Red Bull 8 Jarno Trulli Italia Toyota 8 Nick Heidfeld Týskland Williams 6 Ralf Schumacher Týskland Toyota 4 Mark Webber Australia Williams 4 Christian Klein Eysturríki Red Bull 3 Michael Schumacher Týskland Ferrari 2 Kimi Raikkonen Finnland McLaren 1 Bilar Merki stig Renault 26 Toyota 12 Red Bull 11 Ferrari 10 Wiliams 10 McLaren 9