Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-08-31, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. august 2000síða 2

‹ fyrra síða allar 11 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 tíðindablaðið sosialurin Nr. 166 - 31. august 2000 Arbeiðaraflokkurin mist oddasessin Tað hevur stutt sagt gingið av skriðuni hjá norska Ar- beiðaraflokkinum, síðani flokkurin tók við stjórnar- valdinum. Samstundis hev- ur tann høgravendi Fram- burðsflokkurin vunnið sær alt størri og størri undirtøku, og sambært nýggjastu velj- arakanningini er hann nú fyri fyrstu ferð vorðin størri enn Arbeiðaraflokkurin og harvið landsins størsti flokkur. Sambært kanningini hev- ur Framburðsflokkurin havt eina framgongd upp á 1,6 prosentstig síðani seinastu kanning, og harvið er flokk- urin nú komin upp á 24,8 prosent av atkvøðunum, var val til Stórtingið nú. Tað er tó ikki framgongd- in hjá Framburðsflokkinum, sum ger munin, men heldur tann ovurstóra afturgongdin hjá Arbeiðaraflokkinum. Nýggja kanningin gevur Fyri fyrstu ferð er Framburðsflokk- urin í Noregi vorðin størsti flokkur í landinum flokkinum 22,1 prosentstig, og tað er heili 7,1 prosent- stig minni enn í undanfarnu kanningini. Gleði og álvarssemi Formaðurin í Framburðs- flokkinum, Carl I. Hagen, er sum vera man sera fegin um ta áhaldandi fram- gongdina hjá flokkinum, men hann ásannar, at talan kann vera um eitt fyribrigdi, sum ikki nýtist at vera var- andi. Hjá Arbeiðaraflokkinum er støðan rættiliga álvars- som, tí hetta er fyrstu ferð síðani 1927, at flokkurin ikki er størsti politiski flokkur í Noregi. Floks- skrivarin, Solveig Torsvik, viðgongur eisini, at tølini eru sera álvarssom. Nýggja norska veljara- kanningin gevur annars Kristiliga Fólkaflokkinum hjá undanfarna forsætisráð- harranum, Kjell Magne Bondevik, 2,9 prosentstig í framgongd, so flokkurin nú hevur 16,4 prosent av at- kvøðunum. Harvið er hann farin fram um Høgra, sum eftir nýggju kanningini hevði fingið 14,9 prosent av atkvøðunum, skuldu norð- menn valt nýtt Stórting nú. Jens Stoltenberg Júst sum amerikanski kav- báturin kom til Bergen, kunngjørdi russiski verju- málaráðharrin, Igor D. Sergeyev, at “Kursk” eftir øllum at døma var sokkin eftir samanstoyt við ein fremmandan kavbát ella av einari minu frá seinna heimsbardaga. At amerikanski njósnara- kavbáturin fór í dokk í Bergen, setti alt fyri eitt git- ingar í gongd, men í verju- málaráðnum Pentagon halda tey uppá, at dokkferð- in hjá “Memphis” hevði einki við “Kursk” at gera., og at arbeiðið í Bergen var lagt til rættis langt framm- anundan. Amerikanska verjumálaráðið leggur aft- urat, at hvørki ”Memphis” ella nakar annar ameri- Amerikanskur njósnarakavbátur úr Barentshavinum í dokk Seks dagar eftir vanlukkuna við russ- iska kavbátinum “Kursk” kom ameri- kanski njósnarakavbáturin “Menphis” til Noregs, har hann alt fyri eitt fór í dokk. kanskur kavbátur hevur ver- ið í nøkrum samanstoyti. Hava upplýsingar Samstundis váttar Penta- gon, at umborð á “Memp- his” eru týðandi upplýsing- ar um tað, sum hendi í Ba- rentshavinum leygardagin 12. august, og at sonarupp- tøkur hjá kavbátinum ikki benda á, at “Kursk” sakk eftir samanstoyt. - Vit hava kavbátar, sum hoyra og skráseta alt, sum fer fram, og vit eru rættiliga sannførd um, hvat veruliga hendi, segði ein týðandi em- bætismaður í amerikanska verjumálaráðnum við blað- ið New York Times týs- dagin. Amerikanska frágreið- ingin er, at propell-rikin tor- pedo umborð á “Kursk” gekk av, tá menn skuldu løða hana, soleiðis at ra- kettmotorurin í torpedoini ella brennievnið sprongdist. Tveir minuttir og 15 sekund seinni, tá skiparin á “Kursk” setti fulla ferð á kjarnorku- reaktorin ella slepti barlast- ini fyri at fáa kavbátin upp í vatnskorpuna, sprongdist sjálv torpedoin, og kav- báturin fekk eitt stórt hol har frammi. Metingin hjá ameri- kanska verjumálaráðnum sigur eisini, at teir flestu av teimum 118 monnunum umborð á “Kursk” doyðu beinanvegin av sterku spreingingini. Sorgin er stór í Russlandi og enn er ikki greitt, hvør orsøkin var til vanlukkuna Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Hjørdis Árnadóttir Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakstein Edvard Joensen Rúnar Reistrup Dia Midjord Stefan í Skorini Ítróttur: Jákup Mørk Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Útgevari, uppseting: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Fax. 314720 e-mail: post@sosialurin.fo Lýsingar: lysing@sosialurin.fo Internet: www.sosialurin.fo Prent: P/F Prentmiðstøðin Sosialurin Oddagrein Matvøra má virkast undir skipaðum umstøðum FØROYSKT neytakjøt, sum ikki er heilsufrøði- liga kannað, kann vera eitt vandamál fyri fólka- heilsuna, sigur landsdjóralæknin í eini samrøðu við Dimmalætting. Landsdjóralæknin ávarar landsmyndugleikarnar um at gera nakað við málið, tí hetta er brot á altjóða handilsreglur. BARA helvtin av føroysku neytunum verður flett á sláturvirkinum hjá Meginfelag Búnaðarmanna í Hósvík. Sláturvirkið í Hósvík er tað einasta løggildaða sláturvirki í landinum. Tá bara annað- hvørt neyt verður flett í Hósvík, er tað tí, at bøndur og onnur, sum hava neyt, heldur fletta neytini sjálvi. Á henda hátt spara tey helst nakað av peningi. Neytini, sum ikki fáa kúluna fyri pannuna í Hósvík, verða flett í fjósum, í einum kjallara ella í onkrum bilskúri. Tað kann bæði vera hugnaligt, og eisini stuttligt. Serliga tá fleiri eru um tað, og skonkt verður. Hetta er ein partur av lívinum í nógvum plássum. Hesum kann eingin hava nakað ímóti. Í hvussu er ikki, um kjøtið ikki skal seljast. ØÐRVÍSI er, tá talan er um kjøt til handilsvøru. Tá eigur minsta kravið at verða, at neytini verða flett á løggildum sláturvirki og at hetta er undir vanligum heilsufrøðiligum eftirliti. Annað kann ikki góðtakast. Tað mugu bæði bøndur og Vinnu- málastýrið gera sær greitt. FERÐ eftir ferð hoyra vit, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur ikki nóg stóra orku til at umsita tey heilsufrøðiligu krøv, sum reglur og lógir áseta. Tí arbeiðir Starvsstovan við einum og einum øki í senn fyri at fáa alt greitt á tí økinum. T.d. hevur Starvsstovan arbeitt við ali- vinnuni fyri at fáa allan henda vinnutáttin upp á pláss. Hetta er óivað skilagóð tilrættalegging á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Men kunnu vit, sum eitt land sum eina og aleina virkar og útflytur matvørur, góðtaka, at heilsufrøðiligi og veterineri myndugleikin ikki fáa ta játtan, sum er neyðug fyri at halda lógir og reglur og eisini taka sær av tí á hesum øki, sum myndugleikin heldur vera neyðugt? Hetta kunnu vit ikki góð- taka! HERFYRI lósu vit, at sláturvirkið í Hósvík hevur hall á hvørjum ári, og spurningurin er, hvussu leingi tað heldur fram. Støðan, sum nú er um- rødd, kundi verið eitt gott høvi til, at bøndur og landsmyndugleikar bóru so í bandi, at alt neyta- kjøt, sum endar sum handilsvøra, verður flett upp á løggildaða sláturvirkinum. Hetta kundi t.d. verið ein treyt fyri at fáa kjøtstudningin. Men eitt er neytakjøt. Hvussu við øllum seyðinum, sum ofta verður flettur undir primitivum umstøðum og seldur sum dýr matvøra. Ella havhestinum, sum í hesum døgum verður seldur úr kulda- diskum ella í Vágsbotni. Er hann tikin upp undir nóg reinførum umstøðum? Vit skulu varðveita siðvenju og fólkalív, men matvøra má virkast undir skipaðum umstøðum. Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at okkara kæra kona, mamma, vermamma og omma MARY ODNY THOMSEN Norðragøta andaðist á Landssjúkrahúsinum 28. august, 57 ára gomul. Bønarhald verður í Landssjúkrahúskapellinum hósdagin 31. august kl. 17.00. Jarðarferðin verður fríggjadagin kl. 14.00 úr Fila- delfia, Gøtu. Fyri tey avvarðandi Eyðfinnur og børnini við familju Tey, ið vilja minnast Mary við blómum ella kransi, kunnu í staðin lata eina gávu til Zarepta, konto í peningastovn- unum. ✝ Anniku Gulklett til minnis »Út úr teim troytt- andi, tyngjandi skuggum. Har allar ævir frá stríði vit hvíla«. Oman á allar sorgir, man fekk at bera, var hetta størsti smeitur og skelkur í lívinum, sum steinur oman á byrðu. Hesin sólríki morg- un, 24.6., fer neyvan nakrantíð at kámast úr minninum – ein so stórur sorgardagur. Sólin stavar niður, longsti dagur er við at fara aftur um bak og øll eru í góðum hýri – so steðgar alt brádliga upp. Gott at eingin hómar framtíðina, ella hevði man ikki kunnað livað. Sum Mikkjal segði: »Nú er einki at koma her til, nú Annika ikki er her longur«. Tey vóru systkina- børn, vuksu upp saman javngomul, til Mikkjal flutti niður at búgva. Sum Annika skrivaði áðrenn sína seinastu ferð: »Hví? Eg havi jú alt«. Men hon væntaði sær ein betri stað enn hendan, og nú spælir Annika á hørpu. »Eg velji fyrr Jesus enn alt, ja alt sum verðin bjóða kann«. Øll standa spyrjandi, hví? Ófatuligt. Annika hevði ein so stóran vinaskara sum fáur, var umfevnd av øllum, gott heim, góð foreldur og einkarbarn, og egin hús í Havn at búleikast í og kundi gera alt, ið henni lysti. Hon hevði so ómetaliga nógv at fara frá. »Eg søkti gleði her og har, men vónleyst oyðið alt tó var«. Tað fara at ganga ár at fáa so stóra byrðu at kneykra undan, um tað nakrantíð fer at lætna. Tá summar at heystinum líður, tilreiðar seg fuglurin ger. Eitt ljósari land honum bíðar, har summar og sól altíð er. Teir vita, tá vindarnir kólna, at nú nærkast fráferðarstund. Teir vita, tá blómurnar følna, teim væntar ein heitari lund. Ein dag savnast allir í skara og ferðast til fjarskotin lond. Tá heldur ei fella og snara, teir slíta øll bindandi bond. »Anga, saknurin er stórur, vit leingjast øll eftir tær. Omma Tøkk Øllum tykkum, sum sýndu samkenslu og stuðlaðu okkum í sorg okkara, tá JÓAN PETUR THOMSEN Froðba so brádliga andaðist og varð jarðaður, takka vit hjartaliga. Familjunnar vegna Annlis og dreingirnir Klassiskt fyri suðuroyingar Í kvøld verður ein konsert við klassiskum tónleiki hild- in í skúlanum í Trongisvági. Tað er tann norski messo- sopranurin Liv Oddveig Midtmageli og danskt-týski pianisturin Ingo Schauser sum spæla. Tey hava spælt norðanfjørðs og eru væl umtikin. Konsertin verður í kvøld klokkan 19.30. Norðhavið fult av grind Norðhavið er fult av grind, men striltið hevur gingist at fáa rakstur á nakran bólk. Týsdagin vóru fleiri bátar á Norðhavinum og royndu at fáa onkran bólkin burturúr og at reka hann móti landi, men uttan úrslit. Tá teir góvust í skýmingini vóru teir ytstu bátarnir 10 fjórð- ingar úr Rivtanga, norðasti endin á Eysturoynni. Í gjár var aftur grind at síggja á Norðhavinum og fleiri bátar vóru hjá henni. Tá blaðið fór til prentingar stutt eftir middag í gjár var ikki eydnast at fáa rakstur á hana. Um tað eydnaðist bát- unum á fáa rakstur á grind- ina, so eru næstu hvalvág- irnar Klaksvík, Fuglafjørð- ur, Funningsfjørður og á Norðskála. Viðmerking Mangan havi eg hugsað, tá eg spákaði inni í miðbýnum og leyt meg íkring – her hava vit bókahandilin – hetta gamla hugnaliga hús- ið, sum gevur øllum pláss- inum ein serligan dám – nú friðað tíbetur. Her hava vit løgtingið – áður líkt ein stórreiðarasethúsum frá tíð- ini fyri fyrra heimsbardaga, nú, eftir umvæling, dimt á liti og við flatekju – eins og upprunaliga tingstovan frá 1858. Flagtekjan gevur hús- inum tyngd og tign og sam- svarar við tekjuna á gamla bókahandli. Hevði nú flag eisini verðið lagt á gamla meinigheitshúsið – eitt heldur missiónskspartanskt hús – fekk alt umhvørvið har ein einkenniligan dám. Hetta er bert nakað, sum rennur einum í huga, tá ein spákar har um Vaglaleiðina. Janus Kamban Orðaskifti