hósdagur 31. august 2000síða 3
‹ fyrra síða allar 11 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríhandilsavtalan
kann lækka
húsaprísirnar
JOHN JOHANNESSEN
Timburið, sum føroyingar í
dag flyta inn, kemur í stóran
mun úr Russlandi. Men
kortini keypa vit tað um-
vegis Ísland.
Hetta heldur Árni Dam á
Skipafelagnum, sum í mong
ár hevur handlað nógv við
russar, vera púra burturvið.
Árni Dam vísir á, at før-
oyingar, nú fríhandilsavtal-
an verður undirskrivað, fáa
møguleikan at handla bein-
leiðis við russisku útflytar-
arnar. Vit sleppa undan stór-
um pappírsveldi og umveg-
is handlum. Og tískil kunnu
vit fáa fatur á til dømis
byggitilfari fyri lítið og lætt,
uttan at gjalda annað enn
fisk afturfyri.
Roynt tað áður
– Í fimtiárunum gjørdu før-
oyingar fyrstu handilsavtal-
una við Rusland. Hetta var
ein sáttmáli um býtishandil,
og kom hann væl við hjá
okkum, sigur Árni Dam.
Hendan
handilsavtalan
innibar, at føroyingar útfluttu
hópin av sild til Russlands
og fingu tóvverk afturfyri.
Somuleiðis heldur Árni
Dam, at vit í dag kunnu
samstarva við býtishandli,
soleiðis at vit aftur fyri
svartkjaftin og annan fisk,
vit selja russum, kunnu fáa
timbur, takplátur og annað
byggitilfar.
Hetta byggitilfar er ógvu-
liga bíligt orsakað av lágu
lønunum í Russlandi. Tí
kunnu vit fáa stórar nøgdir
av slíkum tilfari til Føroya
fyri lítið og lætt.
Tískil eru bæði Árni Dam
og búskaparfrøðingurin, Jon-
hard Eliasen, samdir um, at
fríhaldilsavtalan kann gera tað
munandi bíligari fyri Føroy-
ingar at byggja hús, treytað av,
at timburhandlarnir fara at
lækka prísirnar samsvarandi
innkeypsprísunum.
Komandi samráðingar-
fundurin um ríkisrættar-
ligu støðuna verður helst
ikki eins og ætlað í Føroy-
um
JOHN JOHANNESSEN
Útvarp Føroya visti fyrrakvøldi
at siga, at greiðar ábendingar
eru um, at komandi fundurin
millum landsstýrið og donsku
Avltalan um fullkomnan fríhandil millum Rusland og Føroyar skapar
fortreytir fyri býtishandli. Tískil kunnu vit til dømis fáa fatur á ógvuliga
bíligum timburi frá russum aftur fyri fisk
Lættir munandi um
Árni Dam handlar dagliga
við russar fyri Skipafelagið
Føroyar, men hann vísir á,
at tað í løtuni er ógvuliga
tungt at handla við Russ-
land, tí hesin handil krevur
so nógv pappírsveldi og
umsiting.
Hesum roknar Árni Dam
kortini at sleppa undan, nú
vit fáa fríhandilsavtalu.
– Fríhandilsavtalan fer at
gera, at vit sleppa undan at
søkja konsulát og onnur um
loyvi, hvørja ferð vit skulu
gera ein handil við russar.
Nú fer tað at verða skótt at
avgreiða ein handil, og hetta
fer eisini at merkja størri
vinning, sigur Árni Dam.
Árni Dam vísir á, at hetta
fer at verða galdandi fyri
allar fyritøkur, ið handla við
russar. Tískil roknar hann
við, at fríhandilsavtalan
kemur at hava stóran týdn-
ing fyri føroyska búskapin.
JOHN JOHANNESSEN
Tá Alexandre I. Borissov
frá russisku myndugleikun-
um og Herluf Sigvaldsson
frá føroysku myndug-leik-
unum gjáramorgunin settust
hvør sínu megin samráð-
ingarborðið í Sjó- og Vekt-
arbúðini í Tinganesi høvdu
teirr sett sær fyri at vera
lidnir við eina fríhandils-
avtalu áðrenn dagurin var
liðin.
Tá Sosialurin fór til prent-
ingar beint eftir middag, var
tó enn ikki greitt, um av-
talan var komin undir land.
Tað bar ikki til at fáa fatur á
føroyska samráðingarleið-
aranum.
Sosialurin skilir tó, at
sáttmálin verður undirskriv-
aður, tí talan er bert um
nakrar tekniskar orðingar,
sum skulu fáast frá hondini.
Tað hevur gingið strilti at
Avtalan við russar komin undir land
Alexandre I. Borissov, stjóri fyri handils- og fíggjar-
deildina hjá russisku stjórnini, og Herluf Sigvaldsson,
stjóri á uttanlandsdeildini hjá landsstýrinum sessaðust
gjáramorgunin at gera endaliga avtalu um fríhandil
landanna millum
//////Mynd: Álvur Haraldsen
Gjáramorgunun sessaðust russiska og føroyska samráðingarnevndin við
samráðingarborðið í Tinganesi at gera endaliga avtalu um fríhandil
fáa endaliga samráðingar-
fundin í lag. Seinast russiki
samráðingarleiðarin, sum er
stjóri
fyri
fíggjar
og
handilsdeildini hjá russisku
stjórnini, skuldi koma til
Føroya, kom annað í vegin.
Fríhandilsavtalan
við
Føroyar er fyrsta fríhandils-
avtalan, Russland ger nakað
evropeiskt land.
stjórnina um ríkisrættarligu
støðu Føroya helst verður í
Danmark í oktober.
Landsstýrið hevði annars
ætlað, at hesin fjóðri fundurin
skuldi haldast í Føroyum, men
nú letur til, at tað ikki fer at
bera til hjá øllum donsku lykla-
ráðharrunum at koma til Før-
oya at samráðast í oktober.
Fundurin varð annars út-
settur til oktober, fyri at tað
skuldi bera til hjá donsku ráð-
harrunum at koma til fundin.
Løgmaður og varaløgmaður
siga báðir, at tað enn ikki
endaliga er avgreitt, hvar og
nær næsti samráðingarfundurin
verður, og at tíðindini um, at
hann verður í Danmark tískil
mugu standa fyri Útvarpsins
rokning.
Helst noyddir til Danmarkar at samráðast
Lesið eisini Sosialin
á Internetinum
www.sosialurin.fo
4
5
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 166 - 31. august 2000
Nr. 166 - 31. august 2000
Brúktir bilar til sølu
Toyota Camry STC 2.0
160.000
Aug.
1987
9.000,-
BMW 316 (1.6) EILER
30.000
Juli
1997
129.000,-
Suzuki Baleno Van
35.000
Aug.
1997
75.000,-
Ford Escort Diesel
86.000
Aug.
1996
103.500,-
Citroën BX 1.9 Diesel
185.000
Aug.
1991
65.000,-
Opel Astra 1.6 GLS
66.000
Sept.
1995
99.900,-
Citroën Xantia 3.0 V6
34.500
Juni
1998
180.000,-
MAZDA 323 1.5 SEDAN
2.500
Mars
2000
145.000,-
Mitsubishi Lancer Diesel
189.500
Juli
1990
23.000,-
BMW 320i
216.300
Mai
1987
19.000,-
GALLOPER 2.5 Tdi - 7 pers.
37.400
Apríl
1999
215.000,-
GALLOPER 2.5 Tdi 3H VAN
38.700
Feb.
1999
165.000,-
Fiat Scudo 1,9 TD
130.000
Mars
1997
130.000,-
Citroën ZX 1.9 D Stw.
Feb.
1995
89.000,-
FORD FIESTA
114.000
Mai
1989
23.000,-
Citroën ZX 1.4i IMAGE
Jan.
1996
60.000,-
OPEL ASTRA 1.7 TURBO DIESEL
81.000
Des.
1996
115.000,-
Hoyvksvegur 63 - FO-100 Trshavn - Tel. 313666 - Fax 310866
Sosialurin - 311820
Verksmiðjumerki
km.
mán.
árg.
søluprísur
ISUZU PICK UP 4X4 • 226.500 km.
Árg. Okt. 1989 • Einans kr. 15.000,-
www.ivan.fo
www.ivan.fo
AVHEINTINGAR-
TILBOÐ
AVHEINTINGAR-
TILBOÐ
Við MVG
Við MVG
Við MVG
AVHEINTINGAR-
TILBOÐ
OG FLEIRI AÐRAR BRÚKTAR BILAR SO HYGG INN Á GÓLVIÐ
OG FÁ EITT GOTT TILBOÐ!
Kvinnan fekk 5 mánaðar
STEFAN Í SKORINI
Ákærin vildi hava 8-10
mánaðar fongsul, tí hann
helt tað verða so mikið álv-
arsom
lógarbrot,
sum
kvinnan hevði framt. Verjin
mældi hinvegin til tríggjar
mánaðar.
Kvinnan varð funnin sek
í at hava smuglað gott eitt
kilo av hassji til landið á
páskum í ár, sum hon eisini
33 ára gamla kvinnan varð í rættinum týsdagin dømd fimm mánaðar fongsuls-
revsing fyri at hava verið við í hassjsmugling, men hon verður longu leyslatin
um eina góða viku
greiddi frá í rættinum. Hetta
var tann fyrsta av fýra ákær-
um.
Dómarin segði í úrskurð-
inum, at tað ongantíð varð
prógvað, at tað vóru trý kilo
av hassji, sum hon hevði
tikið ímóti í Vestmanna á
sumri í fjør, sum ákærin
vildi verða við í tí næstu
ákæruni.
Kvinnan
varð
eisini
ákærd fyri at hava hótt per-
sónar í málinum, men fyri
hesar ákærur varð hon frí-
kend.
Kvinnan viðgekk í rætt-
inum hava koyrt bil ávirkað,
og hon missir tí koyrikortið
í tvey ár fyri rúsdrekkakoyr-
ing.
Kvinnan hevur longu ver-
ið
varðhaldsfongslað
í
tríggjar mánaðir, og hesir
verða drignir frá dóminum
á fimm mánaðir. Tá tað er
vanligt, at fangar verða
leyslatnir, tá teir hava sitið
tveir triðingar av dóminum,
so verður kvinnan leyslatin
aftur um eini tíggju dagar.
STEFAN Í SKORINI
Tá menn frá J & K Petersen
fríggjadagin vóru í ferð við
at flyta ein flaka, sum verð-
ur nýttur í sambandi við
vegagerðina til undirsjóvar-
tunnilin undir Vestmanna-
sund, vóru teir so óhepnir
at koma ov nær einum av
aliringunum, og hol kom á
nótina.
Dalásmolt hevur sjey ali-
Sigldu á aliring
Hol kom á eina nót hjá Dalásmolt, tá ið ein bátur hjá J & K Petersen kom ov
nær einum av ringunum beint sunnanfyri Gomlu Rætt
ringar liggjandi beint sunn-
anfyri ferjuleguna á Gomlu
Rætt, og tað var ein av hes-
um ringunum, sum varð
raktur.
Flakin skuldi flytast til
Vestmanna, men ov illsligt
var í veðrinum til at flyta
flakan, og tí varð avgerð
tikin um at fara aftur á
Gomlu Rætt.
Tá teir koma á Gomlu
Rætt, ber skrúvan á bátinum
við nótina í einum aliringi,
og hol kom á. Ein frosk-
maður var beinanvegin
sendur niður at bøta nótina,
so ikki allur alilaksurin
slapp.
Jens Reinert, stjóri á
Dalásmolt, vil ikki gera
nakra meting um, hvussu
nógv er sloppið, men tað er
minni enn av fyrstan tíð
mett. Tó verður hildið, at
væl minni enn helmingurin
er sloppin av teimum 40
tonsunum, sum eru í ring-
inum. Alt er tó tryggjað, so
Dalásmolt hevur ikki nak-
ran peningaligan miss av
óhappinum.
Mánadagin verður ring-
urin taldur, og tá fæst greiði
á, hvussu nógv er sloppið,
og hvussu nógv skaðin
kostar.
STEFAN Í SKORINI
Hósmorgunin leggja seks
føroyskir ungdómar leið-
ina til Grønlands saman
við einum leiðara. Tey
fara at luttaka á eini ung-
dómsráðstevnu,
sum
verður í Ilulissat í Vestur-
grønlandi. Økið er á
stødd við Danmark, men
har búgva bara 4.600
fólk.
Undan ferðini hava tey
ungu gjørt nakrar fyri-
reikingar til verkætlanir,
sum tey skulu brúka á
ráðstevnuni. Føroysku
ungdómarnir hava gjørt
eina verkætlan, har tey
seta upp eitt forum. Her
verða ymisk viðkomandi
evni hjá ungum í útnorði
tikin upp til kjak. Tað
kann verða dálking í út-
norði ella eitt minni stað-
bundið evni sum sam-
leiki. Hetta verður upp-
skotið til verkætlan, sum
tann føroyski bólkurin fer
at leggja fram.
Allir bólkarnir hava
fyrireikað sína verkætlan,
tá tey koma, og síðani
skulu tey saman koma
ásamt um, hvør verkætl-
an skal fullførast á ráð-
stevnuni.
Eisini hava teir seks
føroysku ungdómarnir
gjørt sína egnu persón-
ligu dreymaverkætlan,
sum tey kundu hugsa sær
var sett í verk. Hesar
verkætlanir eru sjálvandi
tengdar at, hvørjum bólki
tey koma frá. Ein, sum
fæst við sjónleik, hevur
gjørt eina verkætlan inn-
an sjónleik o.s.fr.
Fylgja við á
internetinum
Fyri at onnur enn bara tey
35, sum eru á ráðstevnuni
kunnu fylgja við tí, sum
fer fram, hava fyrireikar-
arnir gjørt eina heima-
síðu.
Inni
á
www.ilulissat.gl/Nord-
Seminar kunnu øll fylgja
við, tí luttakararnir leggja
frágreiðingar
inn
so
hvørt.
Á heimasíðuni ber eis-
ini til hjá øðrum ungum
at seta spurningar, sum
kunnu verða tiknir við í
kjakið. Við at geva øðr-
um henda møguleikan
ætla fyrireikararnir, at
orðaskiftið verður breið-
ari enn undanfarin ár. Tað
at taka internetið í brúk
er ein nýggjur táttur á
slíkum ráðstevnum.
Fyrsta ráðstevnan varð
fyrstu ferð hildin á
Álandi í 1996 . Í 1998 var
hon her í Føroyum, og í
fjør í Íslandi.
Tey, sum fara við til
Grønlands, eru úr ymisk-
um bólkum og feløgum.
Føroysku luttakararnir
eru: Elin Mortensen úr
Ung í Máf, Anita Ottosen
úr
Ungdómshúsinum
Margarinfabrikkini. Fía
Lindenskov úr Sosialist-
iskum Ungmannafelagi,
Karstin Olgar Lamhauge
úr Blá Kross Ungdómi,
Rúni Thomsen úr KFUM
skótunum
og
Niklas
Winther úr Føroya Ung-
dómsráði.
Endamálið við ráð-
stevnuni er eisini, at ung,
ið eru virkin innan ment-
an og frítíðarvirksemi,
hittast at arbeiða sama
um verkætlanir og læra
um, hvørjir stuðulsmøgu-
leikar eru til at fremja
verkætlanirnar.
Eisini
verður arbeitt við, hvussu
ein verkætlan fæst í lag.
Jákup av Skarði fer við
sum leiðari, og hann hev-
ur eisini verið við til at
fyrireika
ráðstevnuna.
Tað er Føroya Ungdóms-
ráð, sum stendur fyri før-
oysku umboðanini.
Føroyskir ungdómar
í Grønlandi
Endamálið við ráðstevnuni er, at ung úr
útnorði hittast og arbeiða saman um verk-
ætlanir, sum tey hava fyrireikað framm-
anundan
JAN MÜLLER
-Vit eru fegnir um tiltakið,
og vit eru sinnaðir til at ar-
beiða víðari við hesum sam-
an við myndugleikunum og
ídnaðinum sigur umboðs-
maðurin fyri oljufelagið
Anadarko, sum fekk tvey 9-
ára loyvi, annað einsamalt
og hitt saman við Statoil-
Amerikanska Anadarko
vil loysa basaltknútin
bólkinum, bæði tvey inni á
tí tjúkka basaltinum. Scott
Albertson, sum tók ímóti
loyvunum, sigur, at basaltið
er ein spennandi avbjóðing,
sum teir vilja arbeiða við.
Hetta er eisini nakað teir eru
vanir við at arbeiða við
aðrastaðni.
-Nú vit ikki fingu nakað
loyvi í lovaðu økjunum
Anadarko er eitt tað felagið, sum hevur lagt størstan dentin
á at loysa gátuna við basaltinum, tvs. hvussu man kann
síggja niður gjøgnum tjúkku basaltfláirnar og finna nýggj
prospekt. Loyvini hjá Anadarko eru eisini tey, sum liggjast
inni á basaltinum, næst Føroyum niðri í vinstra horni og
ovari. Sí kortið.
saman við Norsk Hydro og
Agip vilja vit so brúka okk-
ara royndir og vitan til at
loysa gáturnar kring basalt-
ið. Scott Albertson sigur, at
teir tey komandi trý árini
fara at brúka ta nútímans
tøknifrøði, sum er og verður
tøk til hetta endamálið. -
Vónandi kunnu vit koma
fram við nýggjum hugskot-
um og loksins enda við at
Á kortinum síggja vit hvar loyvini hjá Anadarko eru - heilt
inni á basaltinum. Hetta eru 9 ára loyvi og tað merkir, at
felagið skal ikki gera nakra boring komandi 3 árini, men
eftir tað skal tað gera av, um tað ynskir at fara undir
boring á ávísum øki komandi árini.
seta upp nøkur prospekt.
Um lisensin teir hava
saman við Statoil sigur
hann, at teir hava havt góðar
samrøður saman og er hann
fegin um, at Statoilbólkurin
eisini hevur somu hugskot
og tankar sum teir um hetta
stóra økið, ið liggur næst
Føroyum av loyvunum.
Hann gleðir seg til at ar-
beiða saman við Statoil.