hósdagur 31. august 2000síða 4
‹ fyrra síða allar 11 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
7
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 166 - 31. august 2000
Nr. 166 - 31. august 2000
EIRIKUR LINDENSKOV
– Mær dámar væl avbjóð-
ingar. Nú eg havi verið í
starvi hjá Tryggingarfelagn-
um Føroyar í 15 ár - harav
11 sum deildarstjóri á
Sjóvátrygging - helt eg, at
tíðin var komin til at royna
okkurt annað.
Hetta sigur 58 ára gamli
Páll Kunoy í Havn, sum 1.
oktober tekur við sum deild-
arstjóri á sjóvátryggingar-
deildini hjá kappingarneyt-
anum hjá Tryggingarfelagn-
um Føroyar, Trygd.
Páll Kunoy er útbúgvin
skipsførari, men gavst tíð-
liga at sigla. Hann sigldi eitt
skifti við Mærsk og seinni
við Skipafelagnum Føroyar.
Í 1968 fór hann at starvast
á skrivstovuni hjá Skipafel-
agnum Føroyar, og í 1970
fór hann í starv á Fiskasøl-
uni. Síðani 1985 hevur hann
starvast á Tryggingarsam-
bandinum Føroyar, sum
seinni skifti navn til Trygg-
ingarfelagið Føroyar.
Tá Marius Thomasen,
stjóri, doyði í 1988, gjørdist
Jens Petur Arge forstjóri í
tryggingarfelagnum, og Páll
Kunoy tók við eftir hann
sum deildarstjóri á Sjóvá-
trygging 1. apríl 1989.
Ruddaði á
Kongabrúnni í gjár
Páll Kunoy byrjar í nýggja
starvinum 1. oktober. Men
longu í gjár mátti hann
rudda skrivstovu sína á
Kongabrúnni, tí tá hann gav
leiðsluni boðini um nýggja
starv sítt, varð hann biðin
um at pakka saman um-
gangandi og fara til hús.
Hetta var hann sjálvandi
greiður um, tí hann fer bein-
leiðis yvir til »fíggingdan«.
– Tað er sjálvandi við
sorgblídni at eg siga gamla
arbeiðsplássi mínum far-
væl, men forrætning er for-
rætning, sigur hann og legg-
ur afturat, at maður kemur í
mans stað.
Brúk fyri tveimum
tryggingum
Páll Kunoy heldur, at tað fer
at gagna vinnulívinum, at
kapping nú eisini verður á
sjóvátryggingarøkinum.
– Tað er heilt vist, at vit
hava brúk fyri tveimum
tryggingarfeløgum, sigur
Páll Kunoy. Hann sær eisini
stórar avbjóðingar fyri
framman - ikki minst, nú
oljuleitingarvirksemi byrjar.
–
Oljuaktivini
skulu
tryggjast í sjóvátrygging.
Alt, sum skal flytast um før-
oyskan bryggjukant, skal
eisini tryggjast Føroyum, og
um olja verður funnin, so
skal framleiðslan eisini
tryggjast í her, sigur Páll
Kunoy.
Sjóvátrygging størsta
part av eginognini
Tryggingarfelagið Føroyar
hevði við árslok eina egin-
– Vit fara ikki at
undirbjóða tryggingar
Tað kemur ikki upp á tal, at Trygd fer at undirbjóða sjóvá-
tryggingar, sigur Páll Kunoy, sum er farin frá Trygging-
arfelagnum Føroyar til Trygd at verða deildarstjóri fyri
sjóvátrygging felagsins
EIRIKUR LINDENSKOV
Í blaðnum í gjár skjeyt
Poul Mohr upp at nevna
nýggja havnarlagið uttan
fyri molan fyri Skansa-
bryggjan. Hetta tí, at
bryggjan liggur á Skansa-
boðunum.
Hann
var
troyttur av at hoyra havn-
arfólk nevna hetta »Ny-
havn« - og ikki minst at
lesa hetta á prenti.
Eisini Finnur Johansen,
fyrrverandi býráðslimur í
Havn, er samdur við Poul
Mohr.
– Eg havi fyri mongum
árum síðani heitt á býar-
myndugleikarnar um at
geva hasum havnarlagn-
um eitt navn - tí tað er
einasti máti at sleppa und-
EIRIKUR LINDENSKOV
Roykivirkið í Klaksvík hev-
ur skift eigarar. P/F Grøna-
nes Vestmanna, P/F JFK
Klaksvík og Eyðbjørn Poul-
ogn upp á 1,1 milliard. Av
hesum stóð sjóvátryggingin
fyri 770 milliónum. Hetta
sigur nakað um, hvussu
stórur partur av samlaða
tryggingarkapitalinum
kemur úr vinnuni á sjónum,
vísir Páll Kunoy á.
– Tá eg byrjaði á Sjóva-
trygging í 1985 var egin-
ognin 124 milliónir. Nú er
hon vaksin upp á 770 milli-
ónir. Hetta sigur nakað um
tann vøkstur, sum hevur
verið í hesi vinnu seinastu
15 árini, sigur hann.
Um orsøkirnar til, at tað
er fallið honum í lut at seta
á stovn sjóvátrygging hjá
Trygd sigur Páll Kunoy, at
hann sjálvandi hevur nógva
vitan um sjóvátrygging eftir
at hava arbeitt í so nógv ár -
bæði í sjóvinnuni og í trygg-
ingarvinnuni.
– Eg veit, hvat slíkar
tryggingar kosta, sigur Páll
Kunoy, og vissar um, at tey,
ið tryggja á sjónum, ikki
fara at verða eins skuffað,
og føroysku bilaeigararnir
eru vorðnir í hesum døgum.
– Nei, tað kemur ikki upp
á tal, at vit fara undir slíkt
undirbjóðingarvirksemi,
vissar nýggi sjóvátrygging-
arstjórin um.
– Tað er sunt við kapping
- men við skili, sigur hann.
Roykivirkið í Klaksvík skift eigarar
Neyðugt við navni
Fyri at sleppa undan óhepnum eyk-
nevnum er neyðugt at geva býar-
pørtum og økjum navn, sigur Finnur
Johansen, fyrrverandi býráðslimur í
Havn
an, at tað fær eitt eyk-
nevni, so sum Nyhavn,
sigur Finnur Johansen.
Hann vísir á ymsu
minni hepnu heitini, sum
býarpartar í Havn hava
fingið, so sum Kardo-
mummubýur, Snophill,
Peterhead o. s. fr.
– Um býarpartar og øki
fáa nøvn beinanvegin
slepst undan slíkum, sigur
Finnur Johansen, sum
sjálvur hevur skotið upp
at nevna nýggja havnar-
lagið Skansaboða.
– Men navnið Skansa-
bryggjan er eisini gott,
sigur hann, og vónar, at
fólk og myndugleikar
kunnu taka nýggja navnið
til sín.
sen, Klaksvík, hava keypt
Sp/F Klaksvík Fish Com-
pany, sum vanliga verður
kallað Roykivirkið.
Felagið er keypt frá Julius
Johannesen, Kaj Johannesen
og Jóhonnu Johannesen.
Felagið skiftir navn og
eitur nú Pure Water.
Julius Johannesen er far-
in frá sum stjóri og takkar
øllum viðskiftafólki fyri
gott samstarv og ynskir
nýggju eigarunum góða
eydnu framyvir. Eyðbjørn
Poulsen er í hesum sam-
bandi settur sum stjóri.
Á virkinum verður í dag
gjørt nógv burtur úr laksin-
um og virkið kemur fram-
yvir at arbeiða við verandi
virksemi og harafturat eru
ætlanir um at víðka virk-
semi, so at arbeitt verður við
fleiri fiskavørum.
Í dag arbeiða 45 fólk á
virkinum.
Christian C. Nielsen, stjóri í Trygd ynskir Pálli Kunoy vælkomnum í starvið sum
deildarstjóri fyri sjóvátryggingini hjá Trygd
Mynd: Álvur Haraldsen
Nýggir eigarar hava nú tikið yvir Roykivirkið í Klaksvík