leygardagur 2. apríl 2005síða 27
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 62 • Vikuskiftið 2.–3. apríl 2005
• 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Tjóðskaparlig semja
um ES
Tinghellan síða
HCA 2005
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Mynd: Jens K. Vang
Hvønn dag í seinastu 14
dagarnar hava børn sitið inni á
Býarbókasavninum og teknað
myndir úr ymsum ævintýrum hjá
H.C. Andersen. Summi børn
hava eisini teknað heima og sent
tekningarnar til bókasavnið, og
onkrar eru enntá komnar frá
føroyskum børnum, sum búgva í
Danmark. Hósdagin koma so
allar tekningarnar upp at hanga á
bókasavninum, og tá fáa vit
eisini at vita, hvørji hava vunnið
eina bókagávu og fáa sínar
tekningar prentaðar á bókamerki.
Lurta og tekna
– Tað hevur verið avbera stuttligt
at hava øll hesi børnini inni á hjá
okkum og eisini at frætta frá
teimum, sum tekna heima ella í
skúlanum. Tey, sum hava sitið
her og teknað, hava hugna sær
óført, og sum oftast hevur onkur
av teimum vaksnu lisið okkurt
ævintýr hjá H.C. Andersen,
meðan børnini hava teknað, sigur
Hanne Magnussen, barnabóka-
vørður, og blaðar í stóra bunkan-
um.
Har eru tekningar av prinsess-
um, skorsteinssóparnum, tin-
soldatinum, gentuni við svávul-
pinnunum og ein rúgva av
vøkrum hvítum svanum. Hanne
sigur, at tað hevur sjáldan verið
neyðugt hjá teimum vaksnu at
koma við hugskotum, tí børnini
kenna ævintýrini hjá H.C.
Andersen frammanundan, og
nógv vita akkurát, hvat tey ætlar
sær at tekna.
– Sum oftast koma tey og
spyrja, um vit kanska eiga eina
bók við júst tí ævintýrinum, sum
tey so kunnu brúka til at fáa
hugskot at tekna eftir. Onnur
brúka bara hugflogið og tekna
uttan nakra tekning at halda seg
til, sigur Hanne, sum heldur, at
tað munnu vera nógv meir enn
50 tekningar í bunkanum nú.
Enn eru nakrir dagar eftir at
tekna í, so tað verður spennandi
at síggja, hvussu stórur bunkin er
vorðin hósdagin 7. apríl, tá vinn-
arnir skulu finnast.
– Vit hava ikki heilt gjørt av
enn, hvussu nógvir vinnarar
skulu vera, men her nokk at velja
ímillum, sigur Hanne, sum gleðir
seg til at hanga allar tekning-
arnar upp á bókasavninum, tá
kappingin er liðug, so øll kunnu
koma og síggja vøkru ævintýr-
myndirnar hjá øllum børnunum,
sum hava verið við.
H. C. Andersen teknikapping:
Skorsteinssóparar, svanar og prinsessur ...
Bunkin av H.C. Andersen tekningum hjá Hanne Magnussen,
barnabókavørði, bara veksur og veksur. Seinastu tvær vikurnar hava børn
í øllum Føroyum tikið lut í stóru H.C. Andersen teknikappingini hjá
Býarbókasavninum, og enn eru nakrir dagar eftir at tekna í
Børnini hava verið ófør at tekna til H.C. Andersen teknikappingina hjá Býarbókasavninum. Borðið hjá barnabókavørðinum er longu fult av prinsessum, skorsteinssóparum, tinsoldatum, vøkrum
hvítum svanum ...