leygardagur 2. apríl 2005síða 28
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 62 - 2. apríl 2005
Á Skúlanum á
Fossánesi eru
skúladagarnir, sum í
einum ævintýri hesa
vikuna. Í staðin fyri
rokning, føroyskt, enskt
o.a, stendur nú
Misháttti dunnuungin,
Svínadrongurin,
Prinsessan á ertrini og
Eldførið á tímatalvuni
hjá næmingunum
HCA 20005
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Á Skúlanum á Fossánesi hava
tey sett alt tað vanliga til viks í
eina heila viku, og í staðin sita
tey øll og kýta seg til stóra H.C.
Andersen dukkusjónleikakvøld-
ið, sum flokkarnir skipa fyri á
skúlanum komandi mikukvøld.
Heilir fýra ævintýrsjónleikir
verða á skránni, so nú er um at
fáa málað og teknað dukkur og
leiktjøld liðug og læra seg ævin-
týrini uttanat, tí røddir skulu
sjálvandi til í einum røttum
dukkusjónleiki.
Hendan morgunin, vit stukku
inn á gólvið á Skúlanum á Fossá-
nesi, høvdu tey júst hoyrt søguna
og sæð filmin "Søgan um eina
mammu". Og soleiðis byrjar
hvør skúladagur hesa vikuna við
einum nýggjum H.C. Andersen
ævintýri og filmi aftaná morgun-
sangin. Restina av degnum
sleppa tey at gera ymiskt, sum
alt hevur okkurt við H.C.Anders-
en at gera.
Men fyrst stendur dukku-
sjónleikur á skránni.
Hvør sín sjónleik
Inni í 1. og 2. flokki vóru tey í
ferð við at finna pappír og
litblýantar fram, meðan tey
tosaðu um ævintýrið, tey júst
høvdu hoyrt. Tey høvdu ikki
hoyrt Søguna um eina mammu
fyrr, og onkur helt tað vera
ræðuliga óhugnaligt, tá deyðin
kom og tók barnið frá mammuni.
Onkur annar helt nú allíkavæl
tað mundi vera best, at barnið
fór til Jesus Pápa, tí tað var so
sjúkt og hevði tað so ringt ...
1. og 2. flokkur høvdu annars
úr at gera hendan fyrrapartin, tí
tey hava valt at gera Mishátta
dunnuungan til sjónleik. Søgan
gongur jú fyri tað mesta fyri seg
á einum stórum bóndagarði, har
tað búgva ein rúgva av ymsum
djórum umframt fólkini og djór,
sum koma framvið, so har var
nógv hjá børnunum at halda skil
á, men tey vóru longu komin
heilt langt. Á borðinum hjá
læraranum lógu ein rúgva av
vøkrum tekningum av svanum
og fittum dunnuungum, men
eisini onkrar eitt sindur óhugna-
ligar av revinum og eini svartari
kráku.
3. og 4. flokkur var komin
rættiliga langt við leikinum um
Svínadrongin. Leiktjaldið var
ikki heilt liðugt, men prinsessan
og hirðkonurnar vóru púra klárar
at fara inn í vakra leikpallin, og
tað riggaði óføra væl. Svína-
drongurin er eitt av teimum
langu ævintýrunum hjá H. C.
Andersen, men Ester Sivertsen
dugdi tað uttanat, og dugdi sera
væl at greiða okum frá øllum, tí
sum hendi.
Tað man vera ringt at finna
eina vakrari prinsessusong enn
tað, 5. flokkur hevði gjørt til
Prinsessuna á ertrini. Ein rúgva
av madrassum og dýnum í
alskyns litum stáplaðar omaná á
hvørja aðra við evarska lítlu
ertrini allar niðast. Klárt hjá
prinsessuni at leggja seg at sova
á, so tey kunnu finna út av, um
nú hon nú eisini er ein røtt
prinsessa.
Á talvuni inni í 6. og 7. flokki
stóð Eldførið skrivað ovast og
niðriundir stóðu tey ymsu leik-
brotini. Her vóru tey komin so
langt, at tey vóru klár at byrja
venjingarnar. Brúnu hundarnir
við eygum so stórum sum
tekoppum, kvarnarsteinum og
rundatorn sótu klárir á sínum
kistum og tekningin av hermann-
inum, sum er koyrdur í fangahús
var eisini liðug. So nú var bara
um at semjast um, hvør skuldi
hava røddina hjá hermanninum,
hundunum, prinsessuni og øllum
hinum.
Listamaður á vitjan
Áðrenn næmingarnir fóru heim
hendan dagin, savnaðust øll á
gongini at lurta eftir Jákupi,
einum av lærararnum, sum
fortaldi um lívið hjá H.C.
Andersen. Tað ljóðaði, sum
onkur kendi hesa søguna og helt
hana líkjast ævintýrinum um
Mishátta dunnuungan. Og tað er
jú ikki heilt av leið.
Síðani sungu øll sangin um
"Tvær fjaðrar", sum kanska
eisini snýr seg um okkurt annað,
enn man fyst heldur? Jú,
Skúlin á Fossánesi:
Ævintýrligir skúladagar
1.og 2. flokkur hevur havt úr at gera við at halda skil á og tekna øll djórini og fólkini í ævintýrinum um Mishátta dunnuungan
Inni í 3. og 4. flokki stóðu prinsesssan og hirðkonurnar longu á pallinum o
Í 6. og 7. flokki vóru tey liðug at tekna og klár at byrja at venjigarnar til Eldførið
Á leikpallinum hjá 5. flokki stóð prinsessan og bíðaði eftir at sleppa at legg
øllum madrassunum og dýnunum