Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-02, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. apríl 2005síða 29

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 62 - 2. apríl 2005 29 HCA 2005 Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo H.C. Andersen leikir er ikki tað vit hava sæð mest av á palli her í Føroyum. Men á Ólavsøku í 1996 stóð nakað so forkunnugt sum Eldførið á skránni hjá Norðurlandahúsinum. Hans Tórgarð hevði skrivað ævintýrið um til einmansleik, har hann sjálvur spældi bæði hermaður, kelling, hundur, prinsessa o.a. Tað einasta, hann hevði at hjálpa sær, var eina kistu, ein tendrara og so tónleikin. Børnini blanda seg - Vit høvdu gjørt av at seta leikin upp sum barnaleik, har børn heilt niður í 3 ára aldur skuldu kunna fylgja við, so tað ráddi um ikki at fløkja ov nógv óneyðugt uppí. Sjálvt um søgan sjálv er rættiliga einføld, er hon jú øgiliga hend- ingarík við nógvum persónum, sum tað kann vera ringt hjá børnum at halda skil á, tá sami leikari spælir allar leiklutirnar, greiðir Hans Tórgarð frá, men leggur afturat, at børn als ikki eru so løtt at ørkymla, sum vit kanska halda. Fylgir tú nøkrum einføldum reglum, skulu tey nokk klára at halda skil á restini. Teir ymsu persónarnar fingið síni týðiligu afturvendandi eyðkenni, og eisini spældi klassiskur tónleikur ein stóran leiklut fyri at leggja áherðslu á hendingarnar. Hermaðurin fekk sjálvandi ein hermannamarch at ganga í takt við, prinsessan fekk Svanasjógv- in hjá Tchaikovsky, og til háls- høggingina brúktu tey stórfingna syrgimarchin hjá Chopin. Tað riggaði fínt - børnini fylgdu í hvussu er livandi við í tí sum fór fram, minnist Hans. - Tað stuttliga við at spæla fyri børnum er, at reaktiónirnar koma her og nú og beint frá hjartanum. Keða tey seg, ja so fara tey bara avstað og undra tey seg yvir okkurt, byrja tey at spyrja og blanda seg uppí ella greiða persónunum frá, hvat tey nú mugu gera ella ansa eftir. Tað er deiliga spontant, men sum leikari mást tú ansa eftir, hvussu nógv kjak við børnini tú kastar teg út í, tí leikurin skal jú framvegis spælast. So tað var avgjørt ein avbjóðing. Fittur ella óreinur? Øll kenna jú søguna um hermannin, sum fer niður til hundarnar við eygum so stórum sum tekoppum, har hann fær eina rúgvu av pengum og ikki um at tala, gandakenda eldførið, sum gevur honum alt, sum hann biður um. Tað er jú frálíkt, ella hvussu? - Tað stuttliga við ævintýrun- um hjá H.C. Andersen er, at tá tú grunar meir yvir tey, fert tú ofta at ivast í, hvørjum tú skalt halda við. Eg meini, vanliga halda vit við hermanninum, men hann kvettir jú høvdið av kellingini, sum onki hevur gjørt honun. Dovin og oyðslutur er hann eisini, sum eg veit ikki hvat, og tá hann hevur brúkt allar pengarnar, situr hann bara har og tekur synd í sær sjálvum. Inntil hann finnur út av, at hann kann fáa alt í allari verðini, bara við at tendra eldførið. Tað er jú rættilig ómoralskt, tá tú hugsar um tað. At vit ikki oftari síggja ævintýr eftir H.C. Andersen á palli heldur Hans kemst, av at vit kenna ævinýrini so væl. Ella halda okkum kenna tey, tí kanska eru tey als ikki so einføld tá samanum kemur, grunar Hans - Tað veldst um. Eg hevði í øllum førum ikki torað at farið á pall við Snjódrotningini. Tað má vera ein tann løgnasta søgan, sum nakrantíð er skrivað. Eg havi lisið hana rættiliga ofta eftirhondini, men áni framvegis ikki, hvat hon veruliga snýr seg um ... Hans og Eldførið - Søgan sjálv er jú einføld, men eg havi framvegis ikki funnið út av, um hermaðurin er fittur, óndur ella bara tápuligur, sigur Hans Tórgarð, sum fyri nøkrum árum síðani spældi Eldførið hjá H.C. Andersen sum einmansleik Hans Tórgarð er ein teimum fáu, sum hevur gjørt eitt ævintýr hjá H.C. Andersen til sjónleik á føroyskum. Umframt Hans sjálvan, var bert ein kista og ein tendrari við í leikinum Eldførið Um 200 ár ... Herfyri fingu allir 6. floks næmingar í Danmark, Íslandi, Grønlandi og Føroyum hvør sítt eintak av vøkru bókini H.C. Andersen, Eventyr. Í bókini lá eitt bræv til næming- arnar frá Bertel Haarder, undirvísingarmálaráðharra Sama dag, sum næmingarnir fingu H.C. Andersen ævintýrbókina á donskum, gav Bókadeild Føroya Lærarafelags bókina út á føroyskum. Føroyska útgávan fæst í bókabúðunum kring landið. Góðu næmingar Fara tykkara oldurolduroldurommu- og abbabørn eisini at spæla SIMS og Playstation? Fer "Pigen er min" hjá Cool Kids at vera líka vælumtókt um 200 ár? ... Hugsa tær. Fyri næstan 200 árum síðani skrivaði H.C. Andersen eina søgu um happing. Ja, tá í tíðini kallaðu tey tað ikki happing, men mishátti dunnuungin bleiv jú happaður. Tað lesa vit í ævintýrinum í dag, tí vit vita, hvussu dunnuungin hevur tað, tá hann verður skúgvaður burtur og øll eru eftir honum. H.C. Andersen skrivaði eisini um dreymar um ríkidømi og kærleika. Vit kenna tað aftur í "Eldførinum" og í "Seyðagentan og skorsteinssóparin". Rík og fátæk, gleði og sorg. Tá eg lesi ævintýrini, haldi eg ikki, at tey eru gamlar, støvutar søgur. Tá eru tey søgur, sum siga nakað um lívið - eisini í dag. Onkur hevur uttan iva lisið okkurt av ævintýrunum upp fyri tykkum, tá tit vóru smá. Kanska fortaldu tey úr myndabókum? Kanska hava tit sæð tey sum teknifilmar? Ella tit hava kanska sjálvi spælt onkrar av søgunum í barnagarðinum? Nú kunnu tit lesa ævintýrini sjálvi. ... Og eg kann lova tykkum, at tað er nakað heilt serligt. Tí tað er ikki líka mikið, hvussu ævintýrini verða fortald. Sjálvt um onkur hava gamaldags og løgin orð, so er nakað av tí sermerkta við H.C. Andersen júst, at hann fortelur so livandi. H.C. Andersen skrivar, so vit síggja tað, sum hendir, fyri okkum. So vit sjálvi kunnu finna uppá meir og seta myndir á. Í hesi bókini hjálpir ein listamaður okkum við sínum vøkru, stuttligu og fantasiríku myndum av, hvusssu hann hevur ímyndað sær hundin við eygum so stórum sum tekoppum og keisaran í berari skjúrtu. Bókin er, sum søgurnar, nakað heilt serligt. Hon verður bara prentað til hetta serliga høvið og kann ikki keypast í handlinum. So ansið væl eftir henni. Hvør veit - kanska fara ommu- og abbabørnini hjá tykkara olduroldurommu-og abbabørnum at lesa hana um 200 ár? Góðan lesihug Bertel Haarder Undirvísingarmálaráðharri næmingarnir vóru rættiliga samdir um, at fjarðarnar, sum blíva til fimm hønir, er um fólk, sum slatra og gera alt nógv verri, enn tað er. Og soleiðis er tað jú ofta hjá H.C. Andersen - at alt ikki altíð er akkurát, sum tað sær út til at vera. Tað hava næmingarnir á Fossánesi í hvussu er funnið ut av, meðan tey hava lisið, lurtað, sungið, klipt og teknað. Og mánadagin sleppa tey eisini at mála, tí tá kemur listamaðurin Archibald Black at vitja og hjálpa teimum at gera hvør sín ævintýrmálning at hanga upp heima, sum eitt minni um spennandi H.C. Andersen ævintýrdagarnar á skúlanum. og bíðaðu eftir Svínadronginum gja seg at sova í vøkru prinsessusongini við Elin Súsanna hevði sett hermannin í Eldførinum í fangahús ...