leygardagur 2. apríl 2005síða 30
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 62 - 2. apríl 2005
Smágentan við svávulpinnunum
Tað var so ræðuliga kalt. Tað kavaði,
og nú fór eisini at kvølda. Hetta var
eisini seinasta kvøld í árinum,
nýggjársaftan. Í hesum kuldanum
og í hesum myrkrinum gekk ein lítil
genta á vegnum. Hon var hattleys
og skóleys. Rætt er tað, at hon var
í tuflum, tá ið hon fór frá húsum,
men hvat hjálpti tað! Hetta vóru so
stórar tuflur, mamma hennara hevði
átt tær, so stórar vóru tær, og hon
misti tær, tá ið hon skuldi skunda
sær yvir um vegin, meðan tveir
vognar fóru so ræðuliga skjótt
framvið. Onnur tuflan var
ongastaðni at finna, og hinari
fór ein drongur við. Hann segði,
at hann fór at hava hana til
vøggu, tá ið hann sjálvur fekk
børn.
Har gekk nú tann lítla gentan
við teim naknu, smáu beinunum,
sum vóru bæði reyð og blá av
kulda. Í einum gomlum fyri-
klæði hevði hon eina rúgvu av
svávulpinnum, og við einum
bundi gekk hon í hondini. Ongin
hevi keypt nakað frá henni, og
ongin hevði givið henni eitt
einasta oyra. Svong og køld
gekk hon og sá so pínd út,
neyðardýrið! Kavaflykrurnar
duttu niður í hennara langa,
gula hár, sum var so vakurt
og krúllut í nakkanum, men
tann vakurleikan hugsaði hon
ikki um. Út úr øllum gluggum
skein ljós og í gøtuni angaði
av leskiligari gásasteik.
Hetta var jú nýggjársaftan,
og tað hevði hon í huga.
Yviri í krókinum millum
tvey hús, annað kom eitt
sindur longur fram í gøtuna
enn hitt, har setti hon seg
at húka. Tey beru beinini
tók hon upp undir skjúrtið,
men tað hjálpti lítið móti
kuldanum, og heim tordi
hon ikki, tí hon hevði ikki
selt nakrar svávulpinnar,
ikki fingið eitt einasta oyra.
Pápin fór at buka hana, og
kalt var eisini heima, tí tey
høvdu bara tak yvir høvdin-
um, og tað geys, tó at tey
høvdu roynt at tetta við
hoyggj og kloddum. Smáu
hendur hennara vóru
næstan deyðar í kulda.
Á, ein lítil svávulpinnur
hevði hjálpt eitt sindur.
Bara hon hevði torað at
tikið ein burtur úr bundin-
um, strokið hann móti
vegginum og vermt fingra-
beinini. Hon tók ein, „sjiisss",
sum tað sjóðaði í honum, sum hann
logaði! Tað var ein heitur, klárur logi,
eins og eitt ljós, tá ið hon helt
hondina fyri. Tað var eitt merkiligt
ljós! Tann lítla gentan kendi, at hon
sat undir einum stórum ovni, sum
hevði blankar messingakúlur og
messingabjølg. Eldurin logaði so
vælsignað, vermdi so væl. Nei, hvat
var hatta! Hon rætti eisini føturnar
fram, fyri eisini at fløva teir – tá
sloknaði login. Ovnurin hvarv – og
hon sat eftir við einum lítlum enda
av brenda svávulpinninum í hondini.
Hon bresti ein nýggjan. Hann
brann, hann lýsti, og tá ið hann lýsti
á veggin, gjørdist hesin gjøgnum-
skygdur sum eitt glar. Hon sá beint
inn í stovuna, har borðreitt var við
snjóhvítum dúki, við fínum postalíni,
og so vælsignað reyð tann stokta
gásin fylt við sviskum og súreplum,
og tað, sum best var av øllum, gásin
leyp av fatinum, fór ruggandi eftir
gólvinum við gafli og knívi í ryggin-
um, og beint yvir til ta fátæku
gentuna kom hon, tá sloknaði
svávulpinnurin, og einans tann kaldi,
tjúkki veggurin var at síggja.
Hon bresti ein nýggjan. Tá sat
hon undir tí vakrasta jólatræ. Tað
var uppaftur størri og prýðiligari
enn tað, hon hevði sæð gjøgnum
glashurðina hjá handilsmanninum nú
seinastu jól. Túsund ljós brunnu á
teimum grønu greinunum, og lit-
fagrar myndir sum tær, ið vóru at
síggja í handilsvindeygunum, stóðu
fyri eygum hennara. Henda lítla
rætti báðar hendur upp – tá slokn-
aði svávulpinnurin. Tey nógvu ljósini
fóru hægri og hægri upp, og nú sá
hon, at tey vóru klárar stjørnur, og
ein
av teimum datt og hevði eina langa
eldrípu eftir sær á luftini.
„Nú doyði onkur!" segði tann lítla,
tí omma, sum var tað einasta, sum
hevði lagt nakað í hana, men sum
nú var deyð, hevði sagt henni: „Tá ið
ein stjørna dettur, fer ein sál upp til
Gud."
Hon bresti aftur ein svávulpinn
móti vegginum, hann lýsti uttan um
hana, og í glæmuni stóð gamla
omman, so týðilig, so skínandi, so
mild og vælsignað.
„Omma!" rópti gentan, „á takið
meg við! Eg veit, at tygum eru
burtur, tá ið pinnurin sloknar,
burtur eins og heiti ovnurin,
tann deiliga gásasteikin og
tað stóra, vælsignaða
jólatræið." Og hon skundaði
sær at bresta allar
pinnarnar, sum hon hevði
eftir í bundinum, tí nú
vildi hon hava ommuna
hjá sær. Og svávul-
pinnarnir lýstu við
sovorðnum ljóma, at tað
gjørdist ljósari enn á
alljósum degi. Omma
hevði ongantíð verið so
vøkur, so stór. Hon tók
ta lítlu gentuna í arm-
arnar og fór flúgvandi í
glampa og gleði høgt,
høgt uppeftir. Og har
var ongin kuldi, ongin
hungur, ongin angist. Tær
vóru hjá Gudi.
Men í krókinum við
húsið sat hesa køldu
morgunstundina tann lítla
gentan við reyðum kjálkum,
við smíli um varrar – deyð,
stird í hel seinasta kvøldið í
tí gamla árinum.
Nýggjársmorgun reis upp
yvir einum lítlum líki, sum
sat við svávulpinnunum,
sum eitt bundið var brest
av. Hon hevur ætlað at
verma seg, søgdu tey.
Ongin visti, hvat vakurt
hon hevði sæð, í
hvørjum glampa hon
saman við gomlu
ommu síni var farin
inn til nýggjárs
gleðina!
úr H. C. Andersen, Ævintýr,
Bókadeild Føroya
Lærarafelags 2005