Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-02, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. apríl 2005síða 32

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 62 - 2. apríl 2005 KONFIRMATIÓN Snorri Brend Myndir: Jon Hestoy Mikladalur: Tað er ikki hvønn- dagskostur at konfirmatión verður hildin í Mikladali. Og tað er heldur ikki á hvørj- um degi, at vaksnamannadópur er í kirkjuni í bygdini. Alt hetta fór kortini fram ein og sama dag, nevniliga páska- dag, tá fyrsta konfirmatiónin í 206 ár varð hildin í kirkjuni. Henda dagin vórðu fýra ung- fólk úr Kalsoynni konfirmerað av sóknarprestinum Hans Eiler Hammer í teirri fullsettu kirkj- uni. Tey fýra, sum vórðu konfir- merað vóru: Jógvan Joensen av Trøllanesi, Ingibjørg Hansen úr Mikladali, Ólavur Syderbø og Joan Fríðudóttir Isaksen av Húsum. Sangur og dópur Hátíðarliga gudstænastan byrjaði sum allar hinar við klokkuring- ing og síðani præludium, meðan prestur og teir fýra konfirmant- arnir gingu inn í prosesjón sam- an við skótum. Tey hava gingið til prest, og undir hesi fyrireikingini hava tey eisini lagt upp til sjálvi at luttaka undir gudstænastuni. Hetta byrjaði longu við inn- gangsbønini, sum Jógvan Joen- sen av Trøllanesi las. Tá komið varð fram til epistulin til henda hátíðardagin var tað Joan Fríðu- dóttir Isaksen, sum las hann upp. Eftir næsta sálm var so vaksna- mannadópur á skránni. Her vórðu tvær ungar kvinnur doypt- ar – onnur konfirmanturin, Ingi- bjørg Hansen og systkinabarn hennara, tann 22 ára gamla Gunnvør Joensen. Tá hesin parturin var liðugur fór Ingibjørg Hansen fram á kórsgáttina, har hon enn einaferð prógvaði ótrúligu sanggávur sínar, tá hon legði bæði sál og rødd í sangin "Jesus, hitt ein- asta". Síðani gekk gudstænastan fyri seg við konfirmatiónini, har prestur gav teimum góð orð við á vegnum, eina Bíbliu við einum skriftarorði í, eins og hann handaði teimum eina reyða rósu. - Henda reyða rósan er eitt tekin uppá Guds kærleika. Hon sigur, at vit øll eru elskað av Jesusi, so sum vit eru. Og hon sigur eisini, at hann vil verða við okkum teir dagar, tá tornarnar stinga og naga, legði Hans Eiler Hammer dent á. Gudstænastan endaði við at Ólavur Syderbø las útgangs- bønina, áðrenn klokkarin ringdi tey 9 sløgini og postludium varð spælt. Undir postludiuminum gingu konfirmantarnir út aftur í prosesjón – út í tað vælsignaða páskaveðrið. Rósan er eitt tekin um kærleika Fyrsta konfirmatiónin í meiri enn 200 ár varð hildin í Mikladali páskadag. Teir fýra konfirmantarnir gjørdu allir sítt til at gera gudstænastuna hátíðarliga. Jógvan Joensen lesur inngangsbønina Teir fýra konfirmantarnir úr Kalsoynni fingu ein minniligan konfirmatiónsdag í Mikladals kirkju. Inni í kirkjuni síggjast f.v. Ólavur Syderbø av Húsum, Jógvan Joensen av Trøllanesi, Joan Fríðudóttir Isaksen av Húsum og Ingibjørg Hansen úr Mikladali Teir fegnu konfirmantarnir heilsa fólki uttanfyri kirkjuna í góðveðrinum páskadag