leygardagur 2. apríl 2005síða 33
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 62 - 2. apríl 2005
33
KONFIRMATIÓNSPRÆDIKA
Eftir Hans Eiler Hammer
Hetta er dagurin sum eingin her á
staðnum vil, ella kemur at gloyma!
Hetta er dagurin vit hava sæð fram
til í eitt ár nú. Hetta er uttan iva
hin størsti fagnaðardagurin í
Mikladals kirkju í mannaminnir.
Hetta er eisini dagurin sum okkara
trúføstu kirkjutænarar her á stað-
num ígjøgnum ein mannsaldur
vónaðu at uppliva og sum teir
gleddu seg til. Men soleiðis skuldi
ikki verða. Og mitt í fagnaðinum
leita mínir tankar til teir og teirra.
Boðskapurin páskamorgun um
at Jesus hevur brotið deyðans
leinkjur er so sterkur, at hann sigur
við okkum, at Jesu uppreisn gevur
okkum eina vón og eina vissu fyri,
at teir báðir sum livdu fyri Jesusi
og boðaðu hansara boðskap ígjøg-
num orðið, tónleikin og trúskapin
eru upprisnir saman við Jesusi til
eitt ævigt lív!! Og tí kunnu vit
trúgva, at teir eru saman við okk-
um hesa løtu, um ikki likamliga,
so í Andanum!
Ikki gloyma konfirmantin!
Eg havi varhugan av, at tað sita
mong foreldur í dag og hava nógv-
ar ymiskar tankar koyrandi í høvd-
inum. Tað eru túsund ting, sum
skulu eydnast. Hetta er dagurin,
hvar eingin av okkum skal snáva í
nøkrum. Hvørki tit konfirmantar,
foreldur ella eg sjálvur. Eisini er
nógv gjørt til reiðar her á staðnum,
206 ár eftir seinastu konfirmatión
her í Mikladali. Tá er tað lætt at
blíva stressaður. Tí er tað uttan iva
kanska onkur konfirmantur sum
hugsar í tí stilla: Hvar eri eg í øll-
um hesum? Gloyma tey vaksnu at
tað eri eg, sum eri miðdepilin í
dag? Ella er alt hitt rundan um,
meir týdningarmikið? Øll stúran
og stákan?
Í Lukasar evangeliinum lesa vit
um eina mammu og ein pápa sum
gloyma konfirmantin hjá sær!
Jesus er tólv ára gamal, og foreldr-
ini hava verið saman við honum í
Templinum, til hansara egnu
konfirmatión, konfirmatiónin hjá
jødunum. Men so hendir tað sum
ikki skal henda ein slíkan dag sum
henda:
Og tey høvdu verið har teir dag-
arnar, tá varð drongurin Jesus
eftir í Jerúsalem, tá ið tey fóru
heim aftur; og foreldur hansara
varnaðu tað ikki. Men av tí at tey
hildu, at hann mundi vera við í
ferðalaginum, hildu tey leiðini
fram ein dag, og tey leitaðu eftir
honum hjá skyldfólki teirra og
kunningum. (Luk 2,43-44)
Tá tvey so góð foreldur, sum
Maria og Jósef kunnu gloyma
konfirmantin, so kann tað uttan iva
henda, at eisini onnur foreldur
gloyma konfirmantin, í øllum
stríðnum sum er í døgunum
frammanundan fyri at fáa eina so
góða konfirmatiónsveitslu sum
yvirhøvur tilber. Og um nú kon-
firmanturin ikki er har sum for-
eldrini vænta at hann skal verða,
so fær konfirmanturin mangan við
órætti skuldina, eins og Jesus fekk
skuldina av sínum foreldrum:
Og tá ið tey bóru eyga við hann,
kom ræðsla á tey; og móðir hans-
ara segði við hann:Barn mítt, hví
gjørdi tú okkum hetta? Sí, faðir tín
og eg hava við sorg og sút leitað
eftir tær. (Luk. 2,48)
Í dag ert tú miðpunktið
Góðu konfirmantar! Í dag er tað tú
sum konfirmantur sum er mið-
punktið, í øllum førum her í kirkju
okkara. Dagurin er í grundini tín,
allur sum hann er.
Í dag er tað tær vit biðja fyri.
Tað er títt navn sum verður nevnt.
Og tá vilja foreldur, familja og
faddrar reisa seg. Og eftir at tú
hevur játtað at tú framvegis vilt
liva lív títt saman við Jesusi, vilja
vit biðja eina bøn fyri tær, hetta er
ein bøn fyri ævinleikanum. Her
verður biðið um, at tú mást blíva
varðveitt og varðveittur inni hjá
Jesusi, soleiðis at tú ein dag vilt
fáa lut í tí himmlska ríkinum!
Tað eru mong saman við tær og
tykkum konfirmantum her í kirkju
okkara í dag. Hvør í sínum lagi
hugsa vit øll um, hvussu tað fer at
gangast tær, og vit ynskja øll tað
besta fyri teg. Antin vit biðja fyri
tær her við altarið, ella tað verður
biðið fyri tær í kirkjubeinkinum,
so er tað gott at vita, at tað er ein
sum stendur aftanfyri teg og tykk-
um og okkum øll og sum vil tað
besta fyri hvønn einstakan av
okkum. Tað er hann sum byrjaði
alt í lívi tínum. Tað er hann sum
hevur givið okkum kirkjuna, dópin
og upplæringina ella konfirmatión-
ina, og tað gjørdi hann í tí løtu
hann segði við okkum:
»Mær er fingið alt valdið í himli
og á jørð.Farið tí og gerið øll
fólkasløgini til lærusveinar mínar,
við tað at tit doypa tey til navns
faðirsins og sonarins og hins
heilaga anda,og við tað at tit læra
tey at halda alt tað, ið eg havi
boðið tykkum. Og sí, eg eri við
tykkum allar dagar alt til veraldar
enda. (Matt. 28,18-20)
Vit mugu ikki gloyma Jesus!
Maria og Jósef gloymdu konfir-
mantin í Jerusalem. Eg vóni ikki
at nakar av tykkum konfirmantum
verður gloymdur her í dag. Kon-
firmanturin hjá Mariu og Jósef var
eingin annar enn Jesus sjálvur. Øll
konfirmatiónin, og alt sum hevur
við konfirmatión at gera, missir
sín týdning um vit gloyma Jesus á
konfirmatiónsdegi okkara.
Tað er sum við jólaevangeliin-
um. Um vit gloyma Jesusbarnið,
so er bert hálmur og strá eftir. Um
vit gloyma Jesus á konfirmatións-
degi okkara, so er bert stríð, strev
og stákan og ein vælsmakkandi
matarbiti eftir!
Tað er bert ein orsøk til at vit
sum kirkja bjóða tykkum ungu til
kirkju okkara, tá ið tit eru komin í
ein ávísan aldur. Ígjøgnum ymiska
undirvísing, legu og konfirma-
tiónsguðstænastu, vilja vit verða
trúgv ímóti Jesu boðum, tá ið hann
sigur, at vit skulu gera menniskju
til lærusveinar hansara, til næming
hansara.
Góðu konfirmantar! Tað besta
sum kann henda í tínum lívi er, at
tú fylgist við Jesusi sum hansara
næmingur. Ikki bert her í dag, men
hvønn dag í lívi tínum.
Til kærleika!
Tað er eingin sum hevur elskað
okkum menniskju sum Jesus! Tað
trúgvi eg at tey flestu eru samd
um. Tað er hesin kærleikin sum er
pensum hjá Jesusi. Tað er henda
kærleika hann vil, at vit skulu læra
at kenna. Tá Jesus sigur við læru-
sveinarnar at teir skulu læra teir
nýggju lærusveinarnar at halda alt
tað, ið hann hevur boðið teimum,
so er tað kærleikan hann tosar um.
Tí við kærleika møtir hann okkum
menniskjum.
Við kærleika letur hann seg
sjálvan uppí ránsmannahendur í
Getsemaneurtagarði. Við kærleika
nevnir hann sín argasta fígginda
fyri vin: Vinur mín, hví ert tú higar
komin? Og við kærleika ríður
hann inn í Jerúsalem Pálmasunnu-
dag og tekur tigandi ímóti fagn-
aðarlovsonginum: »Hosianna,
Dávids sonur. Og við kærleika
tekur hann ímóti deyðadóminum:
"Krossfest, Krossfest hann!" Og í
dag, páskadag, brýtur hann deyð-
ans leinkjur, av eini einari orsøk:
Av kærleika til tín og mín!! Jú
kærleikin er og verður tað berandi
í tí sum hann í dag ynskir at læra
tykkum og okkum øll.
Og í dag spyr hann tykkum, um
tit vilja verða trúgv ímóti tí kær-
leika sum hann hevur elskað
tykkum og okkum øll við. Má tí
tað lyftið sum tit í dag geva, verða
eitt lyftið sum tit geva av hjarta, og
sum tit eru trúgv ímóti líka til
veraldar enda.
Tí Páskamorgun vitnar fyri
okkum, at deyðin hevur mist alt
sítt ósigrandi vald. Tí Jesus sigur:
»Eg eri uppreisnin og lívið; tann,
sum trýr á meg, skal liva, um hann
so doyr; og hvør tann, sum livir og
trýr á meg, skal aldri um ævir
doyggja;"
Øll vit sum eru á veg ímóti
deyðans myrku nátt, kunnu í trúnni
á hin upprisna og livandi Jesus
Kristus við vissu líta á hetta lyftið
sum Jesus sigur við okkum: tann,
sum livir og trýr á meg, skal aldri
um ævir doyggja;
Prísaður verið Guð fyri henda
veldiga boðskap!
Gleðiligar páskir í Jesu navni og
tillukku við degnum øll Mikladals
og Tøllanes bygd, ja øll Kalls-
oyggin! Amen.
– Í dag biðja vit fyri
tí einstaka
konfirmantinum
- Í dag er tað tú sum konfirmantur ið er miðpunktið, í
øllum førum her í kirkju okkara. Í dag er tað tær vit biðja
fyri. Tað er títt navn sum verður nevnt. Og eftir at tú
hevur játtað at tú framvegis vilt liva lív títt saman við
Jesusi, vilja vit biðja eina bøn fyri tær. Her verður biðið
um, at tú mást blíva varðveitt og varðveittur inni hjá
Jesusi, soleiðis at tú ein dag vilt fáa lut í tí himmlska
ríkinum, segði Hans Eiler Hammer, sóknarprestur í
prædiku síni til konfirmantarnar í Mikladali
Bøn frá konfirmantunum
Til konfirmatiónina høvdu teir fyra konfirmantarnir sjálvir gjørt eina bøn, sum er soljóðandi:
Góði Guð. Vit takka tær fyri alt, sum tú hevur givið okkum, mat, klæðir, heilsu og heim og alt annað sum
tú vælsignar okkum við hvønn dag.
Takk fyri, at tú doyði á krossinum fyri okkum syndarar. Takk fyri, at tú reis upp frá deyðum. Takk fyri, at
vit ein dag skulu rísa upp. Takk fyri, at tú hevur lovað teimum sum trúgva á navn títt, at vit ein dag skulu
síggja teg og altíð verða saman við tær. Hjálp okkum at minnast til hetta, eisini tær løtur tá ið vit eru
kedd!!
Vit vilja eisini takka tær fyri at tú ert við øllum teimum sum komu livandi frá flóðalduni og biðja teg um
at verða við øllum teimum sum enn eru saknað. Vit biðja eisini fyri teimum heimleysu. Gev tú teimum mat
og klæðir og eitt gott og trygt heim. Verð eisini við øllum teimum avvarandi. Takk góði Guð fyri alt tað sum
tú hevur gjørt fyri tey sum rakt eru í hesi vanlukku. Styrk tú tey í sorg og sakni teirra.
So biðja vit teg um, at tú mást verða við okkum øllum her í dag. Takk fyri, at vit á henda hátt kunnu koma
saman fyri at hoyra orð títt. Takk fyri, at vit kunnu trúgva, at tú vilt geva okkum ein góðan dag í kirkjuni.
Fyrigev okkum syndir okkara og leið okkum øll á tann rætta vegin her í lívinum. Ja, hjálp okkum so vit
einki skeivt gera í tí dagliga lívinum.
Tað biðja vit um í Jesu navni. Amen.
Eingil kunnger kvinnunum Jesu uppreisn
v1 Og tá ið hvíludagurin var farin, keyptu Maria
Magdalena og Maria, móðir Jákups, og Salóme
vælangandi smyrsl fyri at fara at salva hann. v2 Og
reiðuliga árla á morgni hin fyrsta dagin í vikuni koma
tær til grøvina, um sólarris. v3 Og tær søgdu hvør við
aðra: »Hvør skal velta okkum steinin burtur frá
gravarmunnanum?« v4 Og tá ið tær hugdu upp, vórðu
tær varar við, at steinurin var veltur frá, tí at hann var
ógvuliga stórur. v5 Og tær fóru inn í grøvina og sóu
ein ungan mann sitandi høgrumegin í síðum, hvítum
klæðum, og tær ræddust. v6 Men hann sigur við tær:
»Ræðist ikki! Tit leita eftir Jesusi úr Nasaret, hinum
krossfesta; hann er risin upp, hann er ikki her. Hyggið,
har er staðurin, har sum teir løgdu hann. v7 Men farið
avstað, sigið við lærusveinar hansara og við Pætur:
Hann fer undan tykkum til Galileu; har skulu tit síggja
hann, soleiðis sum hann hevur sagt tykkum!«
Prædikutekstur til páskadag