leygardagur 2. apríl 2005síða 34
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 62 - 2. apríl 2005
SAMRØÐA
Ingrid Bjarnastein
ingrid@sosialurin.fo
Myndir: Símun J. Hansen
Eysturbrúgv, Keypmannahavn:
Um kvøldarnar, eftir tað var
vorðið myrkt, plagdi Jacob
Andersen at taka plátuspælaran
og plátuna hjá John Fogerty,
Green River, við inn í kamarið.
Við einum tennisketsjara í
hondini stóð hann so framman
fyri vindeyganum og spældi við
speglmyndini, at hann var
sangari.
Í dag kann hann av røttum
eisini kalla seg sangara. Har-
afturat er hann júst afturkomin
av eini konsertferð í Norðan-
londum við júst sama manni,
sum stendur aftanfyri Green
River plátuna. Hansara stóra
fyrimynd.
- Eg havi ikki fatað tað enn, at
eg havi verið á konsertferð við
honum. Hann er mín stóra hetja,
so tað er heilt fantastiskt, greiðir
Jacob Andersen frá.
Hann stendur nú eftir sum
tann seinasti og størsti, um ein so
kann siga, vinnarin av sangkapp-
ingini hjá DR, Stjørna í eitt
kvøld.
Takksamur
Í løtuni hevur Jacob Andersen úr
at gera, tí fyrst í apríl mánaði
verður fløga hansara, Make it
better, endurútgivin. Harafturat
skal hann runt á konsertferðir
heilt til einaferð í summar, so nú
er veruliga ferð komin á innan
tónleikaheimin hjá 33 ára gamla
manninum úr Keypmannahavn.
- Hetta kennist so ótrúligt,
framúrskarandi, og eg eri ógvu-
liga takksamur fyri at vera her í
dag. Men tað er eisini stressandi.
Eg havi úr at gera, og tað er ferð
á alla tíðina, sigur Jacob.
- Eg haldi tó, at eg sum per-
sónur havi ikki verið til reiðar
fyrr enn nú. Eg dugi betri at
njóta tað, men hetta hevur
absolutt verið vert at bíða eftir.
Hann ásannar tó, at arbeiðið
hevur við sær, at til tíðir er
noyddur at vera burtur frá sonin-
um, Malte.
- Hinvegin, so tá eg eri heima,
so eri eg heima. Nú er hann
eisini vorðin so gamal, at tað ber
til at tosa eitt sindur í telefon
saman.
Jacob greiðir frá, at hann
roynir eisini at taka hann við, tá
hann skal spæla til konsertir, um
tað ber til.
- Eg royni bara at fáa hann at
skilja, hvat tað er, eg geri. Og at
eg ikki velji hann frá, men at
hetta er mítt arbeiði, og soleiðis
er støðan bara.
Heilt serligt
Jacob hevur verið fleiri ferðir í
Føroyum. Eisini áðrenn hann var
við í Stjørna í eitt kvøld. Og
onkursvegna, so venda Føroyar
altíð aftur í hansara lívi.
- Orsakað av Guðrun, so
venda Føroyar sjálvandi nógv
aftur í mínum lívi, men eisini
aðrastaðni. Óli Poulsen setti seg í
samband við meg og bað meg
syngja kór á fløguni hjá Sanne
Salemonsen, og so er grannin hjá
mær eisini føroyingur. Føroyar
hanga bara við, flennir Jacob.
Keypmannahavnarin er ógvu-
liga glaður fyri Føroyar, tí hann
heldur, at tað er nakað heilt
serligt við landinum.
- Onkursvegna verði eg so
skapandi, tá eg komi til Føroyar.
Millum annað skrivaði eg heitis-
lagið til fløguna hjá mær, Make
it better, í Føroyum.
Hann dugir ikki heilt at seta
fingurin á júst, hvat tað er við
Føroyum. Men hann tykist
hjartaliga bergtikin av landinum.
- Hetta ljóðar kanska eitt
sindur býtt, men eg kenni meg
nærri Gudi, tá eg eri í Føroyum.
Kanska tað eru fjøllini, men nú
komi eg so úr einum stórbýi, so
tað er heilt øðrvísi at koma til
Føroya.
Jacob skal nevniliga til Føroya
at hava konsertir í mai mánaði,
og tað gleðir hann seg nógv til.
Hann greiðir frá, at hann roynir
at skipa soleiðis fyri, at bæði
unnustan og sonurin kunnu koma
við til Føroya.
- Og so hava tit eisini tað
feitasta spælistaðið, leggur hann
afturat. Hann sipar her til
Mentanarhúsið í Fuglafirði.
- Um tað lá í Keypmannahavn,
so hevði tað verið stúgvandi fult
hvørt vikuskiftið. Ljóðviður-
skiftini eru jú framúr, og tað
líkist eini sovorðnari lítlari rock-
café, heldur hann.
Hann er eisini ógvuliga berg-
tikin av føroyskum tónleiki.
Hann nevnir millum annað bæði
Eivør og Teit, sum tveir fantast-
iskar sangarar.
Fingið sjálvsálit
Sangkappingin Stjørna í eitt
kvøld hevur givið Jacob sjálvs-
álit, heldur hann sjálvur.
Sjálvsálit at trúgva uppá tað,
hann ger og lært hann at duga
betri at selja seg sjálvan.
- Tað er helst tað, eg havi
dugað ov illa fyrr. Eg tordi ikki,
tí eg var ov bangin fyri at verða
vístur burtur.
Men hóast nógvu umtaluna,
Jacob Andersen:
Hetta var ver
Hann stendur eftir,
sum tann ultimativi
vinnarin av Stjørna
í eitt kvøld. Í vár og
í summar skal hann
spæla konsertir,
men hóast konsert-
ferð við John
Fogerty, egnar
konsertferðir og
plátuútgávur, so
roynir 33 ára gamli
Jacob Andersen at
halda bæði beinini
á jørðini