leygardagur 2. apríl 2005síða 35
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 62 - 2. apríl 2005
35
plátusáttmál og nógvu konsert-
irnar, so tykist Jacob sum ein
maður, sum megnar at halda
bæði beinini á jørðini.
- Eg royni í øllum førum. Um
tað gongur illa, so seti eg stikkið
í til hann har uppi, greiðir Jacob,
meðan hann vendir eygunum
uppeftir.
Hann viðgongur tó, at við-
hvørt missir hann sambandi við
jørðina, men sum heild roynir
hann at spyrja um ráð og lurta
eftir tí, ið sagt verður við hann.
- Eg veit av royndum, at hetta
fer ikki at halda fram. Beint nú
vilja øll hava eitt stykki av
køkuni, men fyri tað skal eg ikki
missa tamarhaldið á mær
sjálvum.
- Ein kann siga tað, ein vil um
Stjørna í eitt kvøld. At tað er ein
kapping og "buh-bæ", men hon
hevur púra broytt mítt lív. Eg eri
vorðin meira útvendur, og harvið
gjørt mínar veiku síður til
styrkir.
Stuðul nógv at siga
Jacob ásannar, stuðul frá familj-
uni hevur alt at siga í hansara
arbeiði. Hann greiðir frá, at
fyrstu ferð hann skuldi til upp-
tøkuroynd fyri at vita, um hann
slapp at luttaka í Stjørna í eitt
kvøld, var tað Rikke, ið fekk
hann avstað. Systir Jacob hevði
meldað hann til, men tá morgun-
in kom, har hann skuldi avstað,
tímdi hann ikki, tí hann hevði
timburmenn. Tá var tað at Rikke
bað hann lyfta endan og fara
avstað.
- Rikke (unnustan, blaðkv.)
hevur stuðlað mær ótrúliga væl.
Og eg skyldi henni nógv. Tað
royni eg eisini at minna meg
sjálvan á.
Hóast hann er nógv heiman-
frá, so sigur hann, at tey royna
saman at leggja eitt felags
familjulív saman við Malte. Tað
kann vera torført, men tað er
málið.
- Millum annað hava vit lagt
ætlanir um eina deiliga feriu, tá
konsertferðin hjá mær er liðug í
summar. Tað er soleiðis tað skal
vera. At hava felags dreymar og
felags mál og stremba eftir tí.
Nýtir tað
Keypmannahavnarin heldur, at
av einum tónleikara krevst, at ein
er í gongd alla tíðina. Tað verið
seg við konsertum og at gera nýtt
tilfar.
- Tað er júst hetta, sum eg
haldi er so dragandi í hesi vinn-
uni. Mær dámar at vera skap-
andi. Eg njóti at skriva sangir.
Har er okkurt fordjúpandi við tí,
og tað er eitt gott stað at vera.
Sjálvt um arbeiðið kann vera
strævið, og tað fylgir nógv
ferðing við, so er tað týðiligt, at
hetta er júst tað, Jacob brennir
fyri. Honum dámar væl at ferð-
ast, men viðgongur tó, at eftir at
hava sitið í einum bussi í 16
tímar, so gerst ein sanniliga
eisini móður.
- Men um tað so bara eru tvey
fólk í salinum, sum eru glað og
nøgd, so er tað alt vert, staðfestir
hann.
Og tað er eisini ein av orsøk-
unum, hann tímur so væl til
Føroya.
- Eg leggi onki í, um vit skulu
flúgva og sigla og koyra. Tað er
tað vert!
Ein av dreymum hansara snýr
seg eisini um Føroyar, har hann
kundi hugsað sær at steðga í eina
tíð fyri at skriva, og síðan tikið
teir upp í einum studio í Føroy-
um.
Nú er Jacob júst farin undir
ein "center-tour" runt um í
Danmark, og síðani skal hann
millum annað hita upp saman
við Guðrun til stóra tiltakið í
Parkini, "Once upon a time" í
sambandi við 200 ára føðingar-
dagin hjá H.C. Andersen. Og so
síðst í mai mánaði skal hann til
Føroya at hava tvær konsertir.
- Og tað gleði eg meg eisini
til, sigur Jacob Andersen at enda.
t at bíða eftir