leygardagur 2. apríl 2005síða 36
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 62 - 2. apríl 2005
FØÐINGARDAGUR
Fari fyrst at takka fyri, at eg eri
bjóðaður í 7 ára føðingardag í
Tilhaldinum í dag.
Eg havi fingið áheitan um at
vera gestarøðari í ár, og lat meg
alt fyri eitt siga, at eg eri ógvu-
liga fegin um at hava fingið hesa
áheitan, tí tá eg áður havi verið
her, eri eg altíð farin ríkari
heimaftur. Her hevur altíð verið
hugnaligt at koma, og stórur
blíðskapur verður vístur einum. -
Stóra tøkk eiga tit fyri tað.
Tilhaldið hevur givið pen-
sjónistunum í býnum ein kær-
komnan møguleika at koma
saman til fjøltáttaða samveru í
hugnaligum umhvørvi, soleiðis
sum tað eisini stendur í enda-
málsorðingini fyri Húsið.
Ja, til ber at siga, at tað er
blivið ein lívstílur hjá mongum
at støkka inn á gólvið til eitt prát
ella til eitt av teimum mongu
fjølbroyttu tilboðunum, ið eru
hvønn dag í vikuni.
Sigast má, at tað var eitt
ótrúliga gott hugskot, sum var
sett í verk á grækarismessu í
1998, tá dyrnar fyrstu ferð lótu
upp í hesum prýðiliga húsi, sum
næsta ár verður 100 ár.
Vit eru teimum kvinnum og
monnum takksom, sum tóku stig
til at fáa eitt Tilhald í býnum, tí
staðfestast kann, at okkara
pensjónistar hava tikið húsið til
sín frá fyrsta degi av.
Tíðliga ein morgunin í góð-
veðrinum fyri viku síðani,
áðrenn býurin av álvara vaknaði,
og dagsins uppgávur lógu á
borðinum og bíðaðu, sat eg og
las bløðini á skrivstovu míni á
Vaglinum. Eg steðgaði á við
eina av hesum áhugaverdu
greinunum hjá Birgari Johanne-
sen, sum hann kallar "Havnar
leksikon".
Henda dagin hevði hann tvær
myndir í blaðnum av umhvørv-
inum norðan fyri Føroya Banka.
Onnur myndin var tikin í 1955,
meðan hin var tikin í februar í ár.
Myndirnar vístu, hvussu býar-
myndin er broytt seinastu 50
árini. Men "selju-rønn træið"
stendur enn í Steinagøtu, og har
hevur tað staðið síðani 1912,
skrivar Birgar.
Henda myndin og nógvar aðrar
hjá Birgari fingu tankar mínar á
flog henda snimma góðveðurs-
morgun - einsamallur í ráðhúsin-
um - Eg fór at hugsa um
dreingja- og unglingaárini, tá vit
høvdu allan býin sum spælipláss.
Eg sá fyri mær Tórsgøtu, sum
var onnur høvuðs-handilsgøtan í
býnum tá. Hin var eystanfyri, frá
Kongabrúnni og niðan móti
Sjónleikarhúsinum.
Í mínum hugaheimi var eg í
Tórsgøtu og her umleiðir við
øllum tí nógva og fjølbroytta
virkseminum, ið fyrr var.
Har komu fram í minnið
handilin hjá Heinesen, sum
seinni bleiv handil hjá Valdemar
Lützen. Sjómansheimið og
kjøtbúðin hjá Jens Reinert. Har
var Vaskaríið og Reinsaríið.
Arbeiðsdrongur á
Fjøðurreinsarínum
Eg sá fyri mær longu bíðirøðina
uttanfyri Meiaríið, har vit stóðu
við hvør síni mjólkaspann og
bíðaðu. Handilin hjá Lamba-
Jóannes, har Ebba og Niels
Mortensen seinni fóru at selja
gardinur og klæðir. Posthúsið,
Maria Poulsen og Herluf
Arnason.
Á horninum við Sverrisgøtu,
Frants Restorff og kjøthandilin
hjá Heina í Kjøt, har Lítli seinni
fór at selja sínar døgverðar.
Handilin hjá Viggo Dal-Christ-
iansen. Frelsunarherurin og so
hesi húsini hjá Føroya Banka.
Fram í minnið kom eisini
Hjalmar Jacobsens, bókhandil,
Karl hjá Vága-Heina og handilin
hjá Demmus. Har vóru skó-
makarar, bakarar, barberar,
smiður og nógv, nógv onnur fólk
og handlar.
Tankarnir leitaðu eisini oman í
Vágsbotn, sum tá í tíðini hevði
eitt yðjandi lív frá snimma á
morgni til seint á kvøldi. Har
komu fólk úr øllum Føroyum á
land við ferðabátunum, og har
var somuleiðis nógv vøra
umskipað.
Mjólkabátarnir komu og fóru,
og smábátarnir seldu fisk. Hetta
er alt ein horvin havnarmynd,
treyðugt so, smábátarnir selja
enn fisk og fugl í Vágsbotni.
Sum smádrongur og hálv-
vaksin minnist eg, hvussu
hugtakandi, men ikki vandaleyst,
tað kundi vera niðri í Vágsbotni,
tá rættiligur uppgangur varð,
áðrenn eystari brimgarður varð
longdur.
Og eg ivist ikki í, at onkur,
sum er her í dag, veit onkra
"góða" at fortelja frá tíðini, tá ið
Vágsbotnur var ferða- og
handilsmiðdepilin í Havn.
Í bókini „Handan fyri havið -
býurin og bygdin" skrivar
skaldið Magnus á Kamarinum
einastaðni:
At hann sá myndir daga undan,
kendar og kærar ímillum. Hann
hugdi aftur í tíðina, har lá alt so
raðið. Vøllurin og Tinghúsið og
Vaglið, Apotekið og Bókhandilin
og Kirkjan. Sjómansheimið og
Grótgarðurin og Áin og Kioskin
og Áarvegurin og Skúlin, sum
onkur hevði sagt um, tá hann var
liðugt bygdur seinast í 1800-
talinum:
„....jú, nú hava vit ein skúla,
sum er eitt framstig og eitt prýði
fyri býin, og so rúmur, at okkum
ikki nýtist at byggja nakran skúla
tey næstu hundrað árini!"
Og har lá Meinigheitshúsið og
Posthúsið. Meiaríið, har hin
gamli Jensen gekk so stokkdeyv-
ur við einum røri, sum hann
stakk inn í oyrað, tá hann varð
noyddur at hoyra okkurt, og uppi
á trætrappuni vestanfyri stóð Ki,
bøkjarin, í bláari húgvu og jakka.
Og har kom meiarist Jensen,
altíð so fryntligur og brosandi og
upplagdur og vældæmdur. Og
har niðri lá Vaskaríið, har sum
hann seinni, eins og hjá Lützen
og í Bókhandlinum, arbeiddi
sum býdrongur.
Soleiðis skrivar Magnus, og
væl ber til at fylgja honum á ferð
hansara í miðbýnum.
Hóast tað í dag ikki eru nøkur
tekin um, at várið er hondum, nú
fjøllini eru kavaklødd og bítandi
kalt er í veðrinum, so sigur
álmanakkin, at í morgin er
grækarismessudagur.
Men eitt er, hvat álmanakkin
sigur, annað er, at vit øll merkja,
at dagarnir eru munandi longdir
síðani stytsta dag.
Í morgin hava vit grækaris-
messuhald kring alt landið, har
vit ynskja tjóðfugli okkara
vælkomnum aftur á klettarnar.
Skótar ganga skrúðgongu og
røður verða hildnar. Her í Havn
er Havnar Hornorkestur eisini
altíð til reiðar at seta sín hátíðar-
liga dám á dagin.
Vit fegnast um, at tjaldrið og
Tilhaldið sjey ár á baki:
Staðið har øll kunnu koma og fara
– Mítt ynski er, at samstarvið millum kommununa og Tilhaldið kemur at styrkjast
enn meira, okkum øllum at gagni, tí virksemi, sum er her í Húsinum, er eitt stórt,
týðandi sosialt og fyribyrgjandi arbeiði, sum ikki kann og ei heldur skal verða
undirmett segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, tá hann um grækarismessu tíð var
boðið at vera gestarøðari á 7 ára føðingardegi Tilhaldsins í Havn. Vit prenta
røðuna hann helt henda dagin
- Tilhaldið hevur givið pensjónistunum ein kærkomnan møguleika at koma saman til fjøltáttaða samveru í hugnaligum umhvørvi, segði Heðin Mortensen í røðu síni