leygardagur 2. apríl 2005síða 37
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 62 - 2. apríl 2005
37
hinir flytifuglarnar koma, tí sum
skaldið Jákup Dahl yrkir: Tú ber
okkum boð um ein ljósari dag, at
nú er brátt summar í hondum.
Vit frøast, tá ið fyrstu „klipp-
ini" frá tjøldrunum hoyrast, tí
tjaldrið og grækarissmessa er
fráboðan um vár, lýkku og longri
dagar.
Og tað hava vit øll tørv á, tí
vetrartíðin kann tykjast drúgv og
long, og tí er gott við eitt slíkt
høvi at gleðast um, at tað aftur
byrjar at næla og at flytifuglarnir
aftur fær hug at leita heim aftur
til okkara vakra land.
Tjaldrið er ímyndin um, at vit
eru eitt sameint fólk, hóast vit
kunnu verða ósamd um onkrar
smálutir.
Ár eftir ár kemur flytifuglurin
trúfastur aftur at reiðrast. Steðgar
her um summarið og leitar suður
aftur í heitari lond um heystið.
Hvussu ber tað til, at teir koma
aftur ár eftir ár? Sjálvi halda vit,
at tað man vera tí, at hann hevur
tað gott her. Vit bera eisini orð
fyri at vera gestablíð, og okkum
dámar væl at vísa teimum
vitjandi okkara vakra land.
Flyta vit hesa myndina á Til-
haldið, so haldi eg, at sym-
bolikkurin er eyðsýndur.
Tilhaldið lat upp á grækaris-
messu. Øll eru hjartaliga væl-
komin. Tað er bara at støkka inn
á gólvið. Ongin limaskapur
krevst. Øll kunnu koma og fara
sum tey vilja. Nevnd og starvs-
fólk vilja, at øll skulu kenna seg
vælkomin.
Skiftandi nevndir og starvsfólk
hava við eldhuga og ágrýtni
roynt at skapa eina góða samveru
í Tilhaldinum.
Tað er at vóna, at tað eisini í
komandi tíðum verður eins og
higartil.
Herfyri vendi nýggi stjórin í
Norðurlandahúsinum - Niels
Halm - sær til býráðið við
einum fyrispurningi, um
kommunan var áhugað at vera
við í einum tiltaki, kallað World
Storytelling Day ella einum Al-
tjóða frásøgudegi.
Talan er um samstarv millum
Norðurlandahúsið, Tórshavnar
býráð, Mentamálaráðið, Tjóðpall
Føroya og Tilhaldið.
Vit hildu hetta verða eitt stak
áhugavert tiltak og játtaðu alt
fyri eitt at verða við, serliga tí at
frásøgudagurin vendir sær bæði
til skúlanæmingar og okkara
eldru borgarar, pensiónistarnar.
Vit síggja hetta tiltakið sum eitt
kærkomið høvi at byggja brýr
millum yngra og eldra ættarliðið.
Við hesum frásøgudegi, ber til
at ímynda sær kvøldseturnar í
gomlum døgum, sum høvdu so
ómetaligan stóran týdning fyri
mentanina og samleikan hjá
okkum føroyingum. Her hugsi eg
um skaldskap av manna munni:
sagnirnar, ævintýrini og kvæða-
arvin, - og hetta, at fortelja eina
góða søgu. Ein frásøguháttur,
sum nú á døgum kanska ikki
hevur so góðar dagur.
8 søgufróð fólk fara at siga frá
søgum.
Úr Skálavík kemur Palli
Dalsgaard - Vilhelmina Larsen í
Dali, hevur játtað at koma - og
av Sandi kemur Poula Olsen -
Hans Tórgarð í Kvívík - Petur
Martin Petersen í Fuglafirði -
Ria Tórgarð og Egi Dam í Havn
og Erling Poulsen, sum flutti úr
Vági til Havnar eftir at hann
gavst sum lærari har suðuri,
koma somuleiðis.
Hesi 8 fara óivað at fortelja
onkra góða søgu.
Í Norðulandahúsinum verða 4
"frásøgupallar", t.v.s, at einir 500
næmingar og pensiónistar kunnu
verða har í senn.
2 frásøgufólk eru á hvørjum
palli í ein _ tíma hvør. Síðani
verður ein stuttur steðgur, og
nýggir áhoyrarar koma at lurta.
Frásøgudagurin í Norðurlanda-
húsinum verður næsta fríggjadag
og byrjar kl. 9.15
Tit eru øll hjartaliga vælkomin
til takið.
Men nú situr onkur kanska og
hugsar, at tá vit nú hava borgar-
stjóran her:
Hvussu sær framtíðin á eldra-
økinum út? Hvørjar ætlanir eru?
Til tað er at siga, at umframt at
kommunan á røktarøkinum
hevur sett nógv í verk seinasta
árið, og arbeiðir við fleiri
ítøkiligum ætlanum, so hava
fyrireikingar verið í eina tíð at
fáa sett eitt eldraráð í
kommununi. Ein arbeiðsbólkur
er settur, og hevur hann sín
fyrsta fund mánadagin. Bólkurin
er burturav mannaður við
umboðum fyri tey í gásareygum
"gomlu" í kommununi. Ætlanin
er, at arbeiði skal verða liðugt
um miðjan mai mánað.
Spennandi verður at vita, hvat
fer at koma burturúr, tí í
kommununi eru vit sannførd um,
at við miðvísum samskifti og
samstarvi við tey eldru, fara vit
at náa nálum, sum í longdini fara
at roynast munagóð.
Hóast tað ikki er eitt lógarkrav,
halda vit tað vera rætt, at ein so
stór kommuna sum okkara ger
sínar royndir við slíkum ráði.
Tað er umráðandi hjá okkum
politikkarum at vita, hvat
veruliga ger mun í gerandis-
degnum og ikki minst, at tey
eldru kenna, at hóast eldri og
pensjónistur, so er menniskjaliga
tilfeingi eins virðismikið og
neyðugt fyri heildina, sum hjá
teimum yngru.
Í stuttum er talan um rættin til
eitt gott lív - eisini á ellisárum.
At enda fari eg at nýta hetta høvi
at takka tykkum fyri tykkara
dugnaskap og arbeiðssemi.
Høvdu tit, sum í dag starvast í
Tilhaldinum og øll tit mongu, ið
hava tykkara dagligu gongd her,
ikki lagt so stóran dent á, at
Tilhaldið skal verða eitt gott stað
at koma, ja so hevði ongin 7-ára
føðingardagur verið í dag. Tøkk
skulu tit hava fyri tað.
Eitt skulu tit vita, Býráðið er
ikki bert "í dag" errið at hava eitt
slíkt hús sum Tilhaldið. Nei, tað
eru vit hvønn einasta dag í
árinum.
Mítt ynski er, at samstarvið
millum kommununa og Tilhaldið
kemur at styrkjast enn meira,
okkum øllum at gagni, tí virk-
semi, sum er her í Húsinum, er
eitt stórt, týðandi sosialt og
fyribyrgjandi arbeiði, sum ikki
kann og ei heldur skal verða
undirmett.
Hjartaliga til lukku við
føðingardegnum og takk fyri!
Heðin Mortensen
borgarstjóri
Borgarstjórin lið um lið við kendar havnarmenn
Í kjallaranum er eisini alt gjørt fyri at pensjónistarnir skulu hava tað so hugnaligt sum tilber
- Ger so væl! Alt er tilgjørt til ta hugnaligu samveruna
At tað er hugnaligt í Tilhaldinum man henda myndin vera besta prógvið um