Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-02, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. apríl 2005síða 38

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 62 - 2. apríl 2005 GRÆKARISMESSURØÐA HILDIN Í FØROYAHÚSINUM Theodor E. D. Olsen Vit siga ofta at tíðirnar skifta. Í dag er grækarismessa, og sjálvt um messan er gomul og katólsk og er til minnis um ein gamlan páva, er tað ikki so nógv hann, vit feira í dag. Nei, grundin til at vit føroy- ingar halda grækarismessu er tann, at hetta sigst at vera dagurin, tá tjaldrið vendir nevin- um aftur ímóti í Føroyum eftir at hava verið burtur allan veturin. Tjaldrið, sum í Fuglakvæðnum hjá Nólsoyar Pálli altíð setti seg upp ímóti teimum stóru og hjálpti teimum smærru. Men hetta at eiga ein tjóðfugl eru føroyingar ikki einsamallir um. T.d. hevur havørnin við tí hvíta hálsinum verið tjóðfuglur hjá USA líka síðani 1782, og 1960 avgjørdi danska kenslumálaráð- ið, at lerkurin (ella sanglerkurin) skuldi vera danskur tjóðfuglur. Men hetta broyttist í 1984, eftir at sjónvarpssendingin "Dus med dyrene" hjá Poul Thomsen hevði skipað fyri eini atkvøðu- greiðslu millum hyggjararnar. Tá var tað Knopsvanurin, sum vann og yvirtók plássið hjá lerkinum sum danskur tjóðfuglur. Føroyingar hava altso skift týdningin í eini gamlari katólsk- ari messu út, so at vit heldur fagna einum flytifugli enn einum katólskum halgimenni, og danir hava skift ein lítlan tjóðfugl út við ein, sum er munandi størri í vavi. Soleiðis kunnu tíðirnar skifta, og soleiðis kunnu symbolini eisini skifta. Tí vit kunnu ikki koma uttan- um, at alt hetta við merkisdøg- um, sum t.d. flaggdegi, grækaris- messu, altjóða kvinnudegi, mammudegi ella valentinsdegi eru súmbol, sum koma og fara, og sum enntá kunnu skifta týdning, líkasum grækarismessan hevur gjørt tað hjá okkum føroyingum. Fari eg ikki heilt skeivur, so var tað fyrsta grækarismessu- haldið í Føroyum, har man feiraði tjaldrið, hildið í 1943, og ein av forsprákarunum til hetta haldið var Sverre Patursson, sum var sera áhugaður í fuglum. T.d. var tað hann sum skrivaði bókina "Fuglar og fólk" har m.a. tann kenda stuttsøgan um tann minni menta Ábal, er at finna, og sum kanska fleiri hava lisið í skúlanum. Hetta var altso í 1943, meðan Føroyar enn vóru eitt danskt amt, men hetta var eisini mitt undir seinna heimsbardaga, tá m.a. eitt minubelti kvetti alt samband millum Danmark og Føroyar, og føroyingar royndu sum frægast at stýra Føroyum saman við einum donskum amtmanni og tí bretska hersetingarvaldinum. Tað var eisini í hesum tíðarskeiði, at føroyingar sluppu at brúka sítt egna flagg, Merkið, men áðrenn tað hevði tjaldrið onkuntíð verið avmyndað á onkrum flaggi og verið brúkt sum tjóðarmerki. Hví hava flytifugl sum tjóðfugl? Men hví skulu vit so blíva við at dyrka tjaldrið sum tjóðarsymbol og minna børn og vaksin á at henta lesull í haganum, so at júst tjaldrið ikki fær ullina sum haft um beinini? Eg meini, Fuglakvæðið hjá Nólsoyar Pálli kann næsta ár halda sítt tveyhundrað ára jubileum, so gamalt er tað, og tiltakið hjá Sverra Patursson við grækarismessuhaldinum er jú sum sagt eisini ein rættiliga gamal siður. Skulu vit ikki bara gera, sum danir gjørdu í 1984: Heita á sjónvarpið um at útskriva eina uppskotskapping um at finna nýggjan tjóðfugl - eg meini so við, vit kunnu jú velja staran, svanarnar í plantaguni í Havn, ella onkran annan fugl, sum vit hava hjá okkum alt árið?? Ella sagt upp á ein annan máta: Hví skal ein flytifuglur vera tjóðfuglur í Føroyum? Sum nevnt, tíðirnar skifta og hóast Fuglakvæðið fyri nøkrum árum síðani bleiv moderniserað til eina rokkútgávu av guitarist- inum hjá danska bólkinum Gnags, og vit á veitslum javnan tríva í regluna hjá kára p. "hví hjálpir oss nú eingin nólsoyar páll", so eru Føroyar tíbetur ikki longur eitt danskt amt, og tí skerst ikki burtur, at tað líkasum tá Nólsoyar Páll livdi, er neyð- ugt, at vit leita okkum út í verðina fyri at hyggja okkum um, at útbúgva okkum, ja, fyri at vita, hendir úti í verðini. Tað kenna tey flestu av okkum útisetum, sum eru komin saman her í dag, týdningin av, og á ein hátt eru vit í júst somu støðu sum tjaldrið: Vit eru øll flyti- fuglar, sum hava búsett okkum uttanlands eitt ávíst tíðarskeið! Nøkur ætla kanska ongantíð at fara heimaftur, meðan onnur hava avgjørt at seta ávíst áramál av lívinum av til at búgva í einum øðrum landi fyri at útbúgva seg og fáa royndir og síðani flyta aftur til Føroya. Tað er nevniliga alneyðugt fyri eina lítla tjóð sum Føroyar at kunna seg um, hvat hendir úti í víðu verð og halda sambandið við tey ymsu rákini úti í heimi við líka. At fáa frísk lot at reka yvir Føroyar við fræum úr útlendskari mold, tí tað verður tann heimligi urtagarðurin ikki fátækari av. Ì so máta kann man ikki siga at tíðirnar skifta, tí tað hevur altíð verið neyðugt at havt samband við útheimin - í dag eitur tað bara við einum fínum orði fínum orði globalisering, men tað ger tað ikki minni neyðugt. Fronsk kollvelting og føroyskur tjóðskapur Hyggja vit eftir hvat tjaldrið hevur at siga okkum søguliga, so er tað eitt úrslit av tjóðskapar- rørsluni fyri meira enn hundrað árum síðani, sum aftur er eitt úrslit av europeisku upplýsingar- tíðini og fronsku kollveltingini eini hundrað ár frammanundan. Tað var nevniliga undir tí fronsku kollveltingini í 1789 at stættarstríðið rættiliga kulminer- aði og fæloysingarnir bókstavi- liga kappaðu høvdið av aðalinum og autoritetunum. Onkur hevur enntá pástaðið at Nólsoyar Páll sjálvur var við á barrikadunum í París, tá harðast leikaði á. Um tað passar, skal eg ikki kunna siga. Tað var eisini um hetta mund- ið, at lond, ríki og fólk fóru at kalla seg tjóðir. Ofta verður sagt, at tað er málið sum skapar eina tjóð, at tað er føroyska málið, sum ger okkum til eina tjóð. Men hetta kann nokk diskuterast. Hyggja vit eftir londum sum t.d. Sveis ella londunum í Suður- amerika, kunnu vit staðfesta, at tað saktans ber til at tosa um eina tjóð, har fýra mál verða tosað - sum í Sveis - ella ein heimspart sum Suðuramerika, har øll londini føla seg sum hvør sína tjóð, men tosa so at siga øll sama mál, nevniliga spanskt. Tað at vera ein tjóð er nevni- liga eisini ein spurningur um vilja, og hóast føroyingar eru tiltiknir fyri at vera ósamdir, so man fáur ivast í, at føroyingar vilja vera ein tjóð. Ikki minst dagar sum hendan, á grækaris- messu, líkasum vit síggja tað markerað á flaggdagi og á ólavsøku. Um so Føroyar eru eitt land er so ein annar spurningur, tá vit enn tann dag í dag á t.d. norður- landaráðsfundum verða kallað eitt sjálvstýrandi øki og í donsku heimastýrislógini verða kallað "et selvstyrende folkesamfund". Men tað er so ein onnur søga. Arbeiða fyri at liva í Føroyum Men hvat kunnu vit so brúka dagar sum grækarismessuna til, kunnu vit spyrja? Jú, tað eru dagar sum í dag, vit kunnu steðga á og spyrja okkum sjálvi, hvat vit vilja við Føroy- um, tí hóast slíkir merksidagar skulu savna tjóðina, so skifta tíðirnar! Tjøldrini ferðast altíð á nýggj- um og frískum vindum, tá tey endiliga koma aftur til Føroya og seta seg eftir eina drúgva flog- ferð. Hóast tey trúliga vitja aftur ár undan ári, so hava tey altíð sæð okkurt nýtt á ferðini. Okkurt sum á ein ella annan hátt hevur broytt tey og sum kanska fer at ávirka tey, ta tíðina tey ómaka sær at steðga á í Føroyum. Óli Samró varð í einum blaði herfyri endurgivin fyri at siga, at heimurin saktans kann vera 48.000 føroyingar og nøkur tons av upsa fyri uttan, men føroying- ar kunnu ikki vera heimin fyri uttan. Tað er altso ikki ein sjálv- fylgja, at fólk - og ikki bara tjøldur og aðrir fuglar - búgva í Føroyum. Vit kunnu eisini snara hesum sjónarmiðnum til eina staðfesting og taka undir við Eyðuni Andreassen, tá hann í nýggju bókini hjá Una Arge, "Komin er nú onnur øld", verður endurgivin fyri at siga: "Vit liva ikki fyri at fiska og arbeiða. Vit fiska og arbeiða fyri at liva". Við hetta meinti hann, at nú vit eru komin so mikið langt materielt, at eingin fer svangur í song longur, so skal meira til enn bara matur til at gera fólk nøgd. Fólk skulu trívast í Føroyum. Ella sum Heðin Brú sigst at hava sagt, so býr eingin í Føroyum av praktiskum orsøkum, og tí mugu vit ongantíð halda tað vera eina sjálvfylgju at fólk búgva í Føroyum. Tað vita helst vit best, sum vóru tannáringar í 90’unum, tá kreppan leikaði harðast á, og vit sóu javnaldrar í teimum mest viðkvomu ungdómsárunum flyta úr Føroyum saman við foreldr- unum. Nógv av hesum búgva enn í Danmark og flyta aldrin aftur til Føroya, hóast tíðirnar eru batnaðar. Men tað er kanska her at tjøldrini koma inn í myndina. Skulu fólk nevniliga tíma at búgva í Føroyum, krevst at Før- oyar eru eitt opið og attraktivt samfelag, har fólk hava hug at vitja og at búgva, og at fólk hava nøkur mentunarlig og vinnulig tilboð at fara til. Intoleransa er sum lesull Men eisini her eru tíðirnar kanska við at skifta. Tí hóast okkum dámar væl at reypa um okkara mentan og ikki spyrja um, men heldur nær tann fyrsti føroyski tónleikabólkurin fer at leggja Amerika fyri sínar føtur, so krevst eisini eitt ávíst tolsemi og víðskygni, um ment- – Vit eru øll flytifuglar