leygardagur 2. apríl 2005síða 39
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 62 - 2. apríl 2005
39
an, trivnaður og nýhugsan skulu
festa røtur í Føroyum. Um fræ-
ini, sum koma við vindinum
uttanífrá, skulu festa seg í før-
oysku moldini.
Tí var tað ikki júst
flytifuglurin tjaldrið, sum bardist
ímóti ravnunum og vardi
smáfuglin? Í Føroyum kláraði
smáfuglurin nevniliga ikki
sjálvur at kappa høvdið av
autoritetunum, og tí mátti hann
hava flytifuglin tjaldrið at hjálpa
sær.
Men hyggja vit í føroysk bløð
í dag, sær tað út til, at tað er
blivið ógvuliga vanligt at
leggjast á smáfuglin í
samfelagnum, nevniliga
minnilutarnar í Føroyum, sum
als ikki hava rættindi sum eru
púra vanlig og viðurkend t.d. her
í Danmark.
Í Føroyum er tað nevniliga
sera lætt antin við dulnevndum
lesarabrøvum ella við einum
fundamentalistiskum kristindómi
- ið ofta tosar meira um persón-
liga frelsu enn næstrakærleika -
at koma framat og leggja eftir
øðrvísi hugsandi og køva alt sum
eitur tolsemi.
Hendan intoleransan kann tá -
eins og lesull um fuglabein -
rekast upp í alt føroyskt kjak, og
kann vera sera torfør at koma
seg burtur úr aftur.
Og tá er tað líkamikið um tú
ert samkyndur, fráskyldur prest-
ur, formaður í búskaparráðnum
ella okkurt heilt annað.
Ja, enntá politikarar kunnu
finna upp á at siga, at hetta er ov
galið, men sjálvi leggja tey ikki
uppskot fram um at broyta hetta.
Men tað kann eisini vera so
galið, at minnilutar sjálvir gerast
skjótiskivur hjá politikarum og
risikera at verða kallaðir landa-
svíkjarar.
Og her hugsi eg eg sjálvandi
aftur um fyrrverandi formannin í
búskaparráðnum, sum í fjør bleiv
hartaður í fleiri vikur, av tí al-
menna áganginum.
Hvør fuglur má sleppa at
syngja við sínum nevi, tí sum
Jørn Astrup Hansen tók til, tá
ágangurin frá politakarunum
ímóti einum av hesum fáu
embætisfólkunum, sum tók lut í
orðaskftinum, bleiv alt ov
harður:
"Drepur tú ein sangfugl, fer
kórið at ljóða falskt!"
Sagt av einum bankastjóra,
sum eins og tjaldrið hevur roynt
sítt flog aðrastaðni, áðrenn hann
lendi í Føroyum, og kom sum
eitt frískt lot inn í ta føroysku
kjakmentanina.
Tí sjálvt um tað kann vera
skjótt at missa pippið, tá hvør
fuglur syngur við sínum nevi, so
hava vit hava nevniliga øll
skyldu til eins og tjaldrið ikki at
vera nalvaskoðandi og heim-
føðislig, men heldur at verja
smáfuglin í samfelagnum, hvørs
veingir eru lættari at skerja, enn
hjá teimum stóru fuglunum.
Lat okkum øll tí minnast til
tað næstu ferð vit eins og flyti-
fuglarnir venda nevinum aftur
ímóti Føroyum: At hugsa um
minnilutarnar, og gera tað huga-
ligari hjá teimum og sostatt
okkum øllum at búgva í Føroy-
um. Ikki fyrr enn tá kunnu vit av
røttum syngja fyrsta ørindi av
tjaldurssanginum hjá Jákupi
Dahl:
Tjaldur ver vælkomið til
okkum heim,
Frá ókendum fjarskotnum
londum!
Tú bert okkum boð um ein
ljósari dag
At nú er brátt summa
í hondum.
Ikki fyrr enn tað er liviligt hjá
øllum, verður rættiligt summar í
Føroyum, og ikki fyrr enn tá
kunnu vit kalla okkum - um ikki
eitt framkomið land - so eina
framkomna tjóð.
Takk fyri!
TÍÐINDASKRIV
Sangleikurin Grease, sum ung-
dómsbólkurin í skúlanum hjá
Havnar Sjónleikarafelagi setir
upp, gongur við strúkandi ferð
framá. Stórur eftirspurningur
er eftir at síggja henda vælum-
tóka sangleikin. Frumfram-
førslan verður 6. apríl kl. 19,
og so verður spælt mikudag til
sunnudag í tvær vikur. Longu
nú eru nærum helvtin av
atgongumerkjunum seld.
Nú eru 10 ár liðin síðan
Grease seinast bleiv sýndur í
Sjónleikarhúsinum og tey
ungu, ið er farnir í holt við
leikin saman við Hedvig
Westerlund-Kapnas, hava flest
øll gingið fleiri ár til leiklist í
Sjónleikarhúsinum. Nakrir
nýggir leikarar eru eisini við,
men hesir hava allir verið
virknir sum tónleikarar áður.
Ein vaksin leikari er við,
annars eru allir millum 15 og
17 ár.
Við í Grease er eisini væl-
umtókti tónleikarbólkurin
Paradox, sum fyri stuttum fyri
fyrstu ferð tóku lut í Prix Før-
oyum. Teir eru bara 15-16 ára
gamlir og fingið framúr
undirtøku, men komu kortini
ikki víðari. Allir sangirnir í
Grease verða framførdir "live"
og á føroyskum.
Ungu leikarunum dámar sera
væl Grease-leikin, hóast
filmurin, sum flest øll hava
sæð, ikki samsvarar heilt við
okkara handrit. Tað er gott at
sleppa at royna seg á ymiskan
hátt, og royna ymiskir hættir at
framføra boðskapin, moralin í
leikinum. Bólkurin hevur roynt
nógv ymisk sløg av sjónleiki
áður, men hetta verður fyrsti
sangleikur, hann setur upp.
Arbeitt verður ofta við dupult-
um leiklutum, tí á tann hátt
kunnu leikararnar læra av at
síggja tað, sum hini við sama
leikluti gera øðrvísi, og saman
geva øllum leiklutunum í
leikinum eina sterka persón-
ligheit.
Fyri stuttum vóru fleiri úr
sama bólki í sjónleikarskúlan-
um í Noregi á Stord Teater
Festival og framførdu "HEIM"
eftir Ludmilu Razumovskaya,
og fingu framúr góða undir-
tøku.
Høvuðsstuðul hjá leikinum
er Føroya Banki, og tað er
teimun, eins og Jólamerkja-
grunninum at takka, at tey
ungu hava fingið møguleika at
fara undir eina so stóra
verkætlan.
Køna vegleiðing hava tey
fingið til dans frá Rannvá
Øssursdóttir, til pallsmíð frá
Jóanesi Andreasen, til ljós og
ljóð frá Hjalmari Holm við
manning, Theodor og Ragnar,
og Stamen Stanchev hevur
verið tónleikaráðgevi. Nógv
onnur hava eisini veitt eina
hjálpandi hond.
Nærum helvtin av
atgongumerkjunum
longu seld