Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-02, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. apríl 2005síða 40

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fámjinskjalið bleiv undirritað í vikuni og leggur tað upp til, at Føroyar fáa vitan um og ávirkan á Ríkisins uttan- ríkispolitik. Løgmaður nevndi, at hetta var endin á einum tíðar- skeiði, har føroyingar ikki vistu hvørjar avgerðir vóru tiknar, og nú verða føroyingar tiknir uppá ráð í viður- skiftum sum viðvíkja Føroyum ella hava við Føroyar at gera. Løg- maður kallar hetta byrjanina til eitt nýtt tíðarskeið, meðan andstøðuleiðarin Høgni Hoydal kallar hetta ein sjónleik. Men hevur semjan nakað uppá seg, og í hvørjum høpi eiga vit at síggja hana TINGHELLUANALYSAN Bogi Eliasen cand.scient.pol Semjan er fylgd av einum fylgis- skjali og einari fyrisitingarligari samstarvsavtalu millum danska Uttanríkisráðið og Løgmans- skrivstovuna, ið greinar sam- starvið nærri. Yvirlýsingin sjálv hevur í stóran mun sama orðaljóð sum Itilleq yvirlýsingin millum Grøn- land og Danmark. Fýra tey fyrstu punktini eru einsljóðandi, og innihalda tey í føroysk - donsku útgávuni orðingar um, at Føroyar skulu verða við í viðgerðini av, og skal hava ávirkan á uttanríkis- og trygdarpolitisk viðurskifti, sum viðvíkja Føroyum. At talan skal verða um veruligt javnbjóðis samstarv, at Føroyar verða við í altjóða samráðingum, sum hava serliga áhuga í Føroyum fyri at tryggja, at Føroyar fáa føroysk sjónarmið og áhugamál fram. At Føroyar samundirritar altjóða sáttmálar saman við Danmark í ávísum førum. Í Fámjin yvirlýs- ingini er harafturat nevnt, at Føroyar, um felagsskapirnir loyva tí, kunnu gerast atlimir í altjóða felagsskapum í málsøkj- um, sum Føroyar hava yvirtikið. Grønlenskur frymil Grønlenska Itilleq avtalan vísir her til arbeiði í grønlensku sjálv- stýrisnevndini. Sagt verður at yvirlýsingin skal verða galdandi til sjálvstýrissamráðingarnar eru lidnar. Talan er sostatt um eina fyribilssemju, sum ikki leggur mørk fyri samráðingunum um sjálvstýri. Harafturat verður í innganginum víst til samráðing- arnar við USA í sambandi vid Thuleradarin og rakettverjuskip- anina. Men eins og í føroyska innganginum, verður hædd eisini tikin fyri donsku grundlógini. Grønlenska avtalan stendur einsamøll, har eru eingi tilknýtt skjøl og fyrisitingarliga semjan er fyri kortum samrádd uppá pláss, men ikki undirritað. Fylgiskjalið Í fylgiskjalinum til Fámjinsskjal- ið stendur, at uttanríkismálaráð- harrin skal, tá hann ger frágreið- ingar ella sendir skjøl til Uttan- ríkispolitisku nevndina hjá Fólkatinginum um uttanríkis- ella trygdarpolitisk viðurskifti, sum hava serligan týdning fyri Føroyar, skal hetta eisini sendast Føroya Løgmanni, sum í trúnaði kann kunna Løgtingsins Uttan- landsnevnd. Tá upplýsingar skulu latast altjóða felags-skap- um, so skulu Føroyar verða við til at svara, og verða við í sendi- nevndum. At Uttanríkismálaráð- harrin og Løgmaður hittast eina- ferð árliga fyri at tryggja gott samstarv, og fyri at Uttanríkis- málaráðharrin skal kunnað um uttanríkis- og trygdarpolitisk viðurskifti. Harafturat verður arbeiðssetn- ingurin hjá fasta embætismanna- bólkinum víðkaður til eisini at fevna um uttanríkispolitisk- og trygdarviðurskifti. Fyrisitingarliga samstarvsavtalan Fyrisitingarliga avtalan stovnsetir eina norðatlantiska skrivstovu, sum kann kallast eitt fyrisitingar- ligt Ríkisráð. Lagt verður í hvussu so er upp til at taka Før- oyar meira við í danska uttan- ríkispolitikkin. Ítøkiliga stendur um hvussu føroyingar kunnu brúka umboðsstovur innanfyri danska kervi uttan í heimi, og gerst hetta helst lættari í fram- tíðini við samstarvsavtaluni. Avtala er at hava felagsútbúgv- ingar, og umskiftisskipan fyri starvsfólk. Eisini verður eitt felags forum ella felagsnevnd sett, sum skal hittast árliga. Heimildarlógin Í eini notu stendur, at lógin viðvíkjandi uttanríkisheimild ikki er undirritað, og at uttan- ríkisheimild og yvirlýsingin skulu verða í tráð við hvørja aðra. Soleiðis skilt, at neyðugt er at koma til eina semju við arbeiðnum um heimildarlógina, og hetta kann gerast alt annað enn lætt, tá Danmark valdi at taka møguleikan og fyrst leggja tí grønlensku fyri Fólkatingið, hóast semja ikki var fingin við Føroyar. Talan kann tí gerast um sera torførar og harðar samráðingar, tí annar parturin má bakka og fer at standa sum tapari onkursvegna. Yvirlýsingin skal kanska síggjast sum ein leikur í hesum spæli. Vitannarmúrurin fallin Í 2005, stívliga 15 ár aftaná at Berlinmúrurin fall og kalda kríggið endaði, fáa vit sum van- ligt meta okkum sum ein part av frælsa vesturheiminum, eina skipan sum gevur okkum innlit í viðurskiftum um okkum sjálvi. Sjálvsagt frálíkt, men hetta sigur nógv um hvussu afturútsigld vit eru. Allir flokkar eru samdir um at vit eru ein tjóð, men ikki fyrr enn í tí harrans ári 2005 hava vit megnað at fingið skipaði viður- skifti um innlit í egin viðurskifti. Gott at tað er komið, men skomm at tað ikki hendir fyrr enn nú. Bæði ein skomm fyri Danmark, men eisini skomm okkara, at vit ikki hava megnað at samstarva so frægt, og at vit sum savnað tjóð ikki hava kravt hetta fyri nógvum árum síðani. Men fáa vit so nógv. Í fylgi- skjalinum stendur, at tað innlit vit fáa, er bert tað innlit Uttan- ríkismálaráðharrin metir hava so stóran týdning, at kunnast skal um tað, og bert um viðurskifti Uttanríkismálaráðharrin metir hava serligan týdning fyri føroysk viðurskifti. Soleiðis stendur tað donsku umsitingini og Uttanríkismálaráðharanum í boði at tulka hetta meira ella minni vítt, og har kunnu vit bert vóna, at tað verður gjørt sam- vitskufult. Fær Merkið nakað nýtt í Fámjin? Ein partur av avtaluni hevur einki nýtt við sær í mun til heimastýrislógina. Avtalan er í høvuðsheitinum tann sama, sum Grønland undirritaði vid Dan- mark í 2003. Í tí føroysku verður tó staðfest, at føroyingar kunnu fáa atlimaskap í felagsskapum sum virka á økjum, Føroyar hevur yvirtikið sum málsøki. Uttanríkispolitiskt innlit er eitt framstig, sum eisini fer at krevja nakað av okkara politikarum. Her mugu vit bert minnast til, at møguleikarnir gera einki eina. Tað krevur arbeiði og ábyrgd at taka hesa uppgávu í álvara, og tað krevur at flokkarnir sam- starva um eina fasta og ikki vingluta uttanríkispolitiska kós, um nøkur virðing skal verða fyri føroyingum. Bæði har sum vit verða partar av danska uttanríkis- politikkinum, og har vit standa á egnum beinum. Tað nýggja kann koma av fyrisitingarligu sam- starvsavtaluni, um at veruligt samstarv nú verður. Men vit mugu ikki halda at vit fáa óav- markaða ávirkan við hesum. Talan er framvegis um, at vit verða hoyrd, har Danmark eisini hevur áhugamál, og at vit sleppa at hava egna støðu, har Danmark ikki hevur áhugamál. Tjóðskaparligar Semjur Uttanríkis- og trygdarpol Betri samstarv, men hvussu nógv nýtt? 40 Nr. 62 - 2. apríl 2005