Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-02, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. apríl 2005síða 41

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 62 - 2. apríl 2005 41 Javnsettir partar Tað er gott at partarnir við hes- um verða javnsettir, men spurn- ingurin er bara hvussu. Danmark fer ongantíð at býta valdið á uttanríkispolitikkinum í trý, soleiðis at Føroyar, Danmark og Grønland verða javnmett lond í ríkifelagsskapinum. Í Danmark búgva umleið 98% av íbúgvun- um í Kongaríkinum. Tí er brennandi spurningurin um hetta er meira enn føgur orð, og er helst bert galdandi har føroysk seráhugamál eru. ES spurningurin Danski Uttanríkismálaráðharrin handaði eisini Løgmanni eina frágreiðing um rættarligu avleið- ingarnar, um so er at Danmark setur ES grundlógina í gildi. Frágreiðingin vísir á, at hetta ikki hevur nakra rættarliga ávirk- an, heldur ikki um Danmark tekur tey fýra fyrivarnini av. Men hetta er sjálvsagt. Føroyar er jú ikki partur av ES. Tað áhuga- verda eru politisku avleiðingar- nar av at Danmark letur ES meiri vald, og hvussu mannagongdir- nar skulu gerast viðvíkjandi Føroyum og Grønlandi, tá hetta hendir á økjum sum ikki eru yvirtikin. Kanningin staðfestir eisini, at talan verður um politiskar avleiðingar, sjálvt um spurningurin ikki er viðgjørdur. Fámjinsskjalið skal helst eisini síggjast í hesum umstøðum. Tað er eyðsæð, at tað hevur broyting- ar við sær millum Føroyar og Danmark, um Danmark saman- sjóðar seg meira í ES samstarv- ið. Danmark kann heldur ikki einsæris seta altjóða sáttmálar í gildi fyri Føroyar á yvirtiknum málsøkjum, og av at Danmark fer longri inn í ES, er vandi fyri at gloppið millum Føroyar og Danmark gerst ov vítt, serliga tí ein partur av uttanríkispolitikk- inum verður samskipaður í ES. Her er neyðugt at finna loysn fyri Føroyar, og er Fámjins- skjalið helst ein partur í hesum. Samanumtikið Fámjinskjalið er einki slóðbrót- andi í sjálvum sær. Tó verður her positivt sagt at Danmark vil stuðla føroyskum ynskjum um at limaskap í altjóða felagsskapum, sum eru um málsøkir vit hava yvirtikið. Hetta er fyri Føroyar ein møguleiki sum politiska skipaninan vónandi fer at taka í størsta álvara. Ein stórur partur av vitan og vitannarumskifti fer í dag fram í altjóða felagsskapum, og her er neyðugt at verða við, fyri ikki at gerast eftirbátur í alheimsgerðini. Tó átti at verið farið víðari, soleiðis at Føroyar eisini hava møguleikan at gerast fullgyldugur limur. Men tað kravið kann eisini koma í heimildarlógina, okkurt skal jú standa í henni. Hitt er, at Dan- mark í fylgiskjalinum vísir á, at Føroyar skal verða við í til- gongdini tá Danmark letur upplýsingar um mannarættindi til altjóða felagsskapir, og at Føroy- ar skal verða við í sendinevnd- um, tá evnið er fyri um føroysk málsøkir. Hetta er helst fyri at tryggja, at Danmark ikki fer at lata stovnum, sum t.d. ST skeivar upplýsingar um føroysk viður- skifti. Sigast kann, at vit her hava eina yvirlýsing um at Føroyar fáa innlit í egin uttanríkispolitisk viðurskifti, og avmarkaða men staðfesta atgongd og ávirkan, at Føroyar kann undirritað saman við Danmark altjóða sáttmálar og Føroyar fáa danskan stuðul til at gerast atlimir í altjóða felags- skapum. Hetta seinasta kann verða umráðandi, tí krøvini altjóða felagsskapir vanliga seta ikki-fullveldislondum er, at politiskur vilji skal verða fyri tí í felagsskapinum, at umsøkjarin hevur málsræði á økinum felagsskapurin arbeiðir við, og at metropolstaturin stuðlar tí. Tá hugt verður eftir Fám- jinsskjalinum, spøkir alt spælið viðvíkjandi uttanríkispoltisku heimildunum aftur, og enn er langt á mál. Sum sagt, fyri- sitingarligar mannagongdir eru nú skjalfestar, skjalfest er danskt lyfti um at Føroyar skal verða javnbjóðis partur í uttanríkis- og trygdarpolitikkinum har Føroyar og Danmark í felag eru partur. At vit sleppa at boða frá um egin mannarættindaviðurskiftir, og at vit sleppa upp í part sum atlimir í altjóða felagsskapir. Hetta eru framstig. Framstig sum kanska áttu at verið, men ikki eru nádd undir heimastýrislógini eina. Men einki úrslit kemur burturúr hesum, um vit ikki arbeiða fyri at brúka møguleikarnar og krevja okkara rætt. Fleiri høvdu á máli um uttanríkispolitisku heimild- irnar, at tað ikki var borðbart, og tað er púra rætt. Men fæst eingin semja um eina betri loysn, standa vit í stað og tað einasta vit hava at samráðastvið er ein breið semja, og hon skal finnast. Fámjinsskjalið er eitt lítið stig fram eftir, men einki fæst burtur- úr, um vit ikki á politiska víg- vøllinum fáa eina tjóðskaparliga semju, um hvat vit vilja uttanríkis-og trygdarpolitiskt. TINGHELLUKLUMMAN Thomas Arabo Fíggjarlógin hevur tvinni enda- mál. Annað er at geva umsiting- ini heimild at krevja skattir og gjøld frá borgarunum og hitt er at geva heimild at brúka pengar til ymisk endamál. Vit gjalda so trúliga skatt og onnur gjøld inn í landskassan, sjálvandi í teirri trúgv at okkara pengar verða nýttir, sum skriva stendur í fíggjarlógini.Vit síggja at har stendur at peningur skal nýtast til m.a. Fiskivinnuskúla, Tekniskan Skúla, berghol til Tjørnuvíkar osfr. Ofta so hendir einki - tað hava vit so sæð tey nógvu seinnu árini - við hesum málum og um ársskifti fáa vit so at vita at peningurin er farin í nakað sum tey rópa "stóra pott". Stóri pottur stendur so ikki á fíggjar- lógini, sum eg so trúliga havi goldið mín skatt eftir. Fyrr í tíðini vóru pengar, sum vóru avsettir til ávís endamál og ikki nýttir tað árið settir til viks - í grunn - ella á bók, til teir so kundu verða nýttir til tað enda- málið teir vóru ætlaðir og sum borgarin trúliga hevði goldið sin toll og skatt til. Soleiðis bleiv tingsins vilji útintur.Soleiðis spardi man upp sum gamalur føroyskur siður er til íløgur, íð tøktust tungar at taka í einum. Grundleggjandi ein góð skip- an, men rætt skal vera rætt at grunnarnir blivu nakað nógvir og fløkjasligt var at halda skil á nýtsluni úr teimun. Í dag vildi hettar ikki verið nakar trupul- leiki við teimum góðu amboð- unum, íð nú eru til taks. Í 1993 og 1994 tá alt fíggjar- kervið bleiv umskipað strikaðu vit eina ørgrynnu av grunnum, eftir ráðum frá okkara serfrøð- ingum. Havi ofta hugsað aftur um tað nú var so rætt, men gjørt er gjørt og gjørd ger fær onga vend. Havi skilt at fleiri grunnar eru strikaðir seinni. Nú tykist sum hesir góðu grunnastrikarar ikki fáa afturhald. Sá í onkrum blað at nú vilja teir hava fatur í sjúkrakassum og ALS. Alt sigst hava heimild í Stýrisskipanar- lógini. Her hongur ikki saman. Her er okkurt svipsað tá umræður " lovens ånd og lovens bogstav". Stýrisskipanarlógin hevði til endamáls at gera greiðar reglur fyri hvussu hetta landið skuldi stýrast so greitt, demokratiskt og smidligt sum gjørligt og ikki fyri at upfylla treytirnar í einari ella aðrari danskari lærubók um nationaløkonomi. Pengar, íð verða innkravdir til ávíst endamál skulu nýtast til hettar ella eru teir kravdir inn undir følskum fyritreytum. Um teir so verða settir á bók til seinni nýtslu, so eru teir tó játt- aðir á eini fíggjarlóg. Hvussu bundnir pengar skulu frígevast ja,tað er bara at seta treytir tað verður gjørt hvønn dag í handilslívinum, so tað er nemt nokk. Grunnur – eitt ókvæmisorð? litikkur – Fámjinsskjalið