Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-08-31, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. august 2000síða 6

‹ fyrra síða allar 11 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

aftur. Og fór onkur ov langt, var bara at taka tann næsta. Teir komu jú til okkara púra av sær sjálvum. Meðan vit soleiðis liggja og henta upp av sjónum, verður sjálvandi hugt og skimast út yvir havið. Veðr- ið er frálíkt, og sýnið óført, hóast eitt lítið sindur av aldu er. Og so kemur knappliga eitt svart undan og hvørvur aftur. Pílar og skot! Har var ein hvalur. Tað verður vent, og full ferð sett á móti hes- um. Men tá vit koma upp á ryggin aftur, sæst beinan- veg, at hetta var ikki grind kortini. Lort! Forvitnið er tó so mikið, at hetta má kannast, tí tað er ikki so øgiliga langt burt- ur. So vit fara at vita, hvat er. Síggja skjótt, at hetta er eitthvørt kríatúr. Upptýsnað eftir at hava ligið eina tíð í sjónum. Ov lítið til at vera hvalur og ov stórt at vera kópur. Og tað vísir seg, tá vit koma til hetta, at tað er eitt omandottið neyt. Helst ein oksi ella annað ungneyt, sum onkur ivaleyst saknar onkustaðni. Svart hevur hetta verið livandi, men nú er skinnið rivið so mikið, at hvítir blettir eru á. Vit halda fram at taka havhestaungar í hesum himmalska veðrinum. Tað er farið at merkjast á kjálk- unum, at nú er aftur ein dag- ur við sóslkini á sjónum. Og alsamt undrast vit á, at ikki ein einasti bátur er at síggja, nú fyrraparturin er hálvliðin. Rúmið fyllist, og eyst- fallið linkar. Fuglarnir verða ótættari, og vit halda, at nú er tíð at fara at hugsa um at fara aftur at landi. Hetta skal jú eisini gerast reint. Kós verður sett eftir Ris- anum. Men hugurin til fong er so mikil kortini, at tað, vit møta á leiðini, verður tikið við. Og teir vóru ikki so heilt fáir. Vit eru aftur á eystfalls- kyrrindunum og hava verið eitt sjóvarfall frá húsum. Tá talt verður upp, eru vit held- ur ovfarnir av talinum. Tí hetta royndist heldur fræg- ari, enn vit mettu. Eitt sind- ur fleiri enn 240 vóru fugl- arnir, tá uppgjørt varð. Og tað tekur eina løtu at fáa til høldar. Eitt neyst er tøkt, og har fara vit at seta okkum, tá vit fyrst hava fingið ein bita. Jú, farið verður undir rúgvuna við góðum treysti. Royta fyrst ein part. Gera av, hvussu nógv hvør vil hava av hesum feitu, og fara so at skrædla restina. Tað er líkasum skjótari. Men hvussu er og ikki, so tekur tað sína tíð. Tað skýmir, og vit royta fram- vegis. Tá ein triðingur av samlaða fonginum er roytt- ur, er vorðið myrkt. So fer annar at svíða og reinsa, meðan hin skrædlar og reinsar tann partin. Væl er mett, tí alt er liðugt sam- stundis. Men nú er tann stumma nátt. Neystið verður reinsað, og plastsekkirnir við av- fallinum verða fyribeindir. Ruskbingjan hjá IRF er at kalla á staðnum, so tað er høgligt at sleppa av við. At býta tekur onga tíð, og so er bara at fáa fongin til hús. Saltað og fryst verður ikki fyrr enn í morgin, verð- ur avgjørt, tí nú er so væl Mangan verður ikki hugsað um, at tað skal gerast reint, fyrr enn rúgvan er vorðin stór Mynd: Grettir Djurhuus Eitt omandottið neyt kom saman við havhestaungunum rekandi við streyminum vestaneftir Mynd: Edvard Joensen útliðið, og møðin er farin at gera vart við seg. Tá dýnan varð drigin om- anyvir, var klokkan fýra týs- morgun. Júst eitt samdøgur var liðið, síðan vekjarin purraði út til at fara eftir havhestaungum. ∆ 10 11 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 166 - 31. august 2000 Nr. 166 - 31. august 2000 gult cyan magenta svart gult cyan magenta svart EDVARD JOENSEN Á Norðhavinum: Havhestaungarnir komu so tættir sendandi við eystfall- inum norður úr Mýlingi, at tað var bara at velja sær teir frægastu burturúr. Hóast umleið hávttriðjahundrað vórðu tiknir, var tað bara ein partur av tí, sum fór framvið. »Vit fara at royna at vera á brúnni klokkan fimm, so vit sigla, meðan tað lýsir. Vestfallskyrrindini eru klokkan seks«, var avtalan, ið gjørd varð leygarkvøldið. Sum avtalað, so gjørt. Sunnukvøldið varð bensin fingið í eykadunkarnar, tí »páhangari« er í bátinum, og hann brúkar nakað væl av bensini. Útgerð og sjóv- arfall eru kannað, og so skuldi verið klárt. Klokkan er ikki meira enn knapt fýra mánamorg- un, tá vekjarin ringir. Tað er ikki at siga. Lopið verður av seingini og so at gera proviantin kláran og fáa ein bita, sum helst skal liggja leingi á, niðurum. Vit fara so, tveir mans, oman á brúnna, har báturin liggur. Glúparnir verða tiknir úr goymslurúminum, og øll útgerðin skipað inn. Dunkar, plastíløt, plast- sekkir at fylla í, kumpass og vatn, matur og kloramin, pøs og oljuklæðir og ein rúgva aftrat. Jú, tað er ikki smávegis, sum kravt er, og minnast skal til, tá farast skal á flot. Veðrið er av tí fagrasta. Eitt fleyr av útsynningi, og tað er so smátt farið at grána handan fjøllini, meðan við taka okkum út móti Torvanesi. Komnir útum, verður beinanveg farið at hyggja eftir ljósum fyri framman. Væntandi verða nógvir bátar eftir havhest- um í dag í hesum dýrdar- veðrinum. Men nei, vit síggja ong- an. Afturút eru bara gøtu- ljósini við Ljósá, so enn er eingin á veg út av Sunda- lagnum heldur. »Speedbátarnir úr Havn munnu fara at koma um Streymin á kyrrindunum um ein hálvan tíma« verður tosað, og vit halda leiðina út móti Stígnum. Fara at taka okkum eitt sindur vest- ur, tá teir fara at koma við komandi eystfallinum. So kemur Kallsoyggin undan. Og tað roðar so fag- urliga fyri norðan. Sólin er við at tørnað út, og tað sær út til at fara at verða ein frálíka góður dagur. Fleyrið er við at detta burtur, men man fara at koma aftur. So er eitt far at síggja nakað uttalaga. Skjótt vísir tað seg at vera eitt skip, tí stór mastur er at síggja. Men tað líkasum liggur og melur á somu leið. Løgið. Munnu teir hava eina grind? Vit halda kósina og nærk- ast alsamt hesum skipinum, sum vit skjótt kenna fyri at vera Tjaldrið. Teir mala framvegis. Annaðhvørt taka teir havhest, ella hava teir eina grind. Og so møta vit tí fyrsta havhestaunganum. Fremri maðurin í bátinum fer fram í skut við glúpinum, og har varð hann verðandi fyri dagin, meðan hin aftari stýrdi. Hetta ólukkudýrið, sum farið var úr berginum, óraði ikki ilt, nú hesir veiðimenn- inir nærkaðust. Lá so friða- ligur og gløddi at okkum, til ov seint var. Hann royndi at venda og halda undan, men ov stilt var, og hann slapp ikki á flog. Eitt, tvey, so var hann í glúpinum, ryktur inn um og kiptur. So var úti við honum. Sólin er komin á luftina, og vitin Mykineshólmi, sum hevur blinkað so hugnaliga til okkara, meðan vit sigldu úteftir, er sløktur. Tjaldrið kemur spakuliga inn eftir. Teir munnu halda eyga við okkum og forvitn- ast eftir, um vit fáa nakran havhest. Vit tosa í okkara lagi um, at teir fara so spakuliga, at helst hava teir eina grind. Men vit síggja teir ikki hava upp á mastur. Og tá hugt verður at fartelefonini, sæst at hon røkkur ikki út her á einar fýra fjórðingar. So frá teimum frætti vit helst einki. Eftir eystfallinum norður úr Mýlingi Havhestatíðin er í hæddini, og nógv verður tikið hesar dagarnar. Sosialurin var við og tók havhestaungar, meðan eystfallið rann norður úr Mýlingi mánadagin Gott tað sama. Vit síggja fleiri og fleiri havhestaung- ar og eru ivaleysa upptiknir av tí, hóast alla tíðina verur skimast eftir grind. Teir verða alt tættari, hav- hestaungarnir, sum eystfall- ið mennist. Ivaleyst koma teir úr Vágum og Mykinesi. Og teir verða at enda so tættir, at tað bara er at velja teir, sum síggja frægast út, burturúr. Tað fóru nógv fleiri afturvið, enn teir, tiknir vórðu. So tættir vóru teir viðhvørt, at tríggjar ferðir vóru tveir í glúpinum i senn. Eitt sindur av venjing skal til, eisini tá tú tekur havhest. Har kemur ein, sum vit fara eftir. Fleyrið er so passaligt, at um hann ikki er nýkomin á sjógv, kann hann fara at lætta sær á. Vit leggja upp í luv og nærkast honum. Men hann stýrir undan. Krússar einar tvær ferðir og verður ov langt frá, til at stongin røkk- ur. So verður malið aftur og roynt av nýggjum. Hesa- ferð koma vit tvørs av ætt- ini, og nú verður hann nærri. Men ólukkutíð verð- ur hann ov nær, og glúpurin fer um stevnið. Ov nógv ferð er á, og maðurin ikki nóg knappur at sleppa, so stongin kvettist av. Koplað verður úr, so ikki kemur um skrúvuna, og rovini glíða aftur við borðinum. So er at venda aftur, áðrenn glúp- urin søkkur, tí stongin, sum eftir er, er stytt munandi. Men fuglurin er í, og hann heldur eisini uppi, so vit fáa glúpin aftur og fugl- in við. Hetta er tó eitt óhapp, sum lagt er upp fyri. Men nú er bara ein glúpur eftir, so vit tola ikki fleiri slík. Men tað man fara at ganga kortini. Tað vísti seg skjótt, at fleyrið var so passaligt til, at havhestaungarnir royndu at sleppa á flog, men ov lítið til at hjálpa teimum nakað. Og teir vóru so mik- ið tungir, at tað gekk einki kortini. Men skjótt varð funnið út av, at frægasti taktikkurin var at sigla beint upp í lotið aftan á teimum. Tí tá royndu teir at fara á flog og hildu beina kós. Eingin krússing, og tí vórðu teir lættir at taka. Teir vóru so mikið tungir, teir flestu, at tað var bara at sigla teir Ein av mongum havhestaungum, sum verður tikin hesar dagarnar Mynd: Edvard Joensen