Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-05, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. apríl 2005síða 4

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 63 - 5. apríl 2005 – Tú fornemmar veruliga at pávin hevur áhuga í tær, tá tit tosa saman. Hann er nærverandi, og tá er líkamikið um tú ert lágt ella høgt í met- um. Tá tit tosa saman, ert tú tann týdning- armesti persónurin av øllum, sigur katólski presturin, Lars Messerschmidt um pávan, sum and- aðist leygarkvøldið. Hann hevur sjálvur hitt pávan tvær ferðir PÁVADEYÐI Snorri Brend snorri@sosialurin.fo – Nærverandi og seg sjálv- ur! Hesar báðar eginleikar- nar hjá Giovanni Paolo 2 páva eru teir, sum standa fremstir í huganum hjá Lars Messerschmidt, presti í Ka- tólsku kirkjuni í Danmark. Hann hevur sjálvur heils- að uppá pávan og hevur somuleiðis tosað við hann. Og bara út frá hesi sam- taluni, sum ikki tók stórt meiri enn 10 til 15 sekund er Lars greiður í sínari niðurstøðu: - Tú skalt ikki vera leingi saman við pávanum, fyrr- enn tú merkir, at hann veruliga er nærverandi og ikki letur seg stýra av øðrum. Hann er seg sjálvur, sigur Lars. Hann er prestur í Dan- mark, men kemur við ávís- um millumbilum til Føroy- ar at hava gudstænastur fyri katolikkarnar í Føroyum. Hetta er serliga til tær stóru kristnu hátíðirnar, páskir og jól. Í ár høvdu tey sínar gudstænastur sum vanligt á páskum, men við messuna sunnudagin var gjørt meiri burturúr deyða pávans, eins og biðið var fyri honum. – Vit bóðu eisini um, at tann komandi pávin má verða ein góður hirði fyri allar katolikkar. – Sjálvur fari eg ikki at seta fram nakað ynski um og til tann komandi pávan. Bara Gud veit, hvat vit hava brúk fyri, og tí kunnu vit trygt leggja alt hetta fram fyri hann í bøn, sigur Lars Messerschmidt, sum í dag kann hátíðarhalda 68 ára føðingardag sín. Hann fór til Danmarkar aftur í gjár eftir hesa plan- løgdu vitjanina í Føroyum. 24 tímar áðrenn Tað hevur verið frammi í eina tíð, at heilsustøðan hjá – Tá vit komu fram til leguhúsið, var eingin pávi at síggja. Hann var tá steðgaður upp og var farin at tosa við fleiri av børnunum, ið stóðu framvið veg- num. Hetta hendi, hóast einki var skriv- að um tað í skránni fyri vitjanini! Soleiðis var hann bara, sigur Lars Messerschmidt, katólskur prestur PÁVADEYÐI Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Tað var spenningur í ka- tólsku dómkirkjuni í Keyp- mannahavn henda junidag- in í 1989. Pávin var á vitjan í Norð- urlondum og skuldi nú hava gudstænastu á hesum staði. Kirkjan var stúgvandi full av fólki, bæði tíðindafólk- um og fólki, ið vóru komin til hesa hátíðargudstænast- una. Endiliga er pávin her, og skráin fyri gudstænastuna kann byrja. Men hvat ger pávin? Hann brýtur alt tað fyriskrivaða, og fer bein- leiðis fram á altarið at halda bøn. Fólk gerast nervøs og ein ávísur spenningur tekur seg upp millum tíðindafólkini, tí hetta kom púra óvart á tey øll. – Men soleiðis var hann bara. Hann fylgdi ikki altíð teirri fyrisettu skránni, men gjørdi tað sum hann føldi var rætt í tí støðuni, sigur Lars Messerschmidt, ka- tólskur prestur. Hann var sjálvur til stað- ar við hesa gudstænastuna, sum gav honum eitt sera gott innlit í persónligheit- ina hjá hesum pávanum, sum andaðist leygarkvøld- ið. Ikki lært leiklutin Fyrru ferð teir hittust var altso í juni mánaði 1989, tá pávin var á vitjan í Norð- urlondum. Hann vitjaði tá í øllum londum, uttan Føroy- um og Grønlandi. Í sambandi við vitjanina í Danmark fekk Lars tvey gylt høvi at læra henda megnarmannin at kenna – fyrst við eina gudstænastu í Keypmannahavn og síðani við eitt størri tiltak við eitt leguhús í Jútlandi. - Og eg skal siga tær sum tað er: Tað var ein heilt ótrúlig uppliving at vera so nær hjá pávanum. Tí er tað nakað, sum eyðkendi henda mannin so var tað tætta samband hansara við fólk- ið, sigur Lars. Undir hesi vitjanini í Norðurlondum helt pávin m.a. eina gudstænastu í katólsku dómkirkjuni í Keypmannahavn, har Lars eisini var við. Her gjørdist Lars fult greiður yvir alt tað góða og positiva, hann hevði hoyrt onnur siga um pávan, - hansara nærvera og hansara persónligheit. – Hann var til stóran íblástur fyri okkum øll, í tí hann segði og soleiðis sum hann var. Og hann vísti her til fulnar, at hann var ein maður sum hvíldi í sær sjálvum. – Hann spældi ikki ein leiklut, ið hann hevði lisið seg til, ella sum onnur høvdu biðið hann um at vera. Hann var altíð seg sjálvur. Og tað haldi eg eisini, at luttøka hansara við gudstænastuna í dóm- kirkjuni vísti, bæði tíðinda- fólkum og teimum mongu, ið vóru komin til hesa ser- støku gudstænastuna, sigur Lars. Broytt atmosfera Í katólsku dómkirkjuni var alt gjørt til reiðar til hesa spennandi vitjanina. Og sum vera man vóru tíðinda- fólk og myndamenn í hópa- tali til staðar. Øll bíðaðu tey eftir at pávin skuldi koma innar, og tí var ein ávísur nervøsitet- ur og spenningur í kirkju- rúminum. Men tá hann so kom innar í kirkjuna, fór hann fyrst av øllum fram til altarið og legði seg á knæ í bøn. Har lá hann eina góða løtu. Frammanundan hevði ein sett upp eina ætlan fyri, hvussu gudstænastan skuldi vera, bæði praktiskt og við tíðini. Men hetta, hann nú gjørdi kom púra óvart á øll: At hann skuldi falla á knæ frammanfyri altarið var fullkomuliga uttan fyri ta løgdu skránna! – Men soleiðis var hann. Hann var seg sjálvur, og bakkaði ikki fyri at gera tað, hann sjálvur helt vera rætt. Eingin kundi pressa hann til nakað, sigur Lars. Lars kom henda dagin at sita bara nakrar heilt fáar metrar frá altarinum, og hann merkti til fulnar tann intensa spenningin sum var í kirkjuna hesa løtuna. Pávin lá soleiðis á altar- inum í ein góðan minutt, meðan øll hildu andanum í tí, sum fyri tey helst hevur virkað sum ein ævi. Men tá pávin so fór á føtur aftur, var ein heilt onnur atmo- sfera inni í kirkjuni: – Frammanundan vóru fólk nervøs og spent, men nú gjørdust øll meiri av- slappað og rólig. Soleiðis var hann bara, sigur Lars, sum bara dugir at ímynda sær, at slíkar improvisa- – Ein ótrúligur persónur – Pávin gjørdi ikki mun á fólki – Jóhannes Páll 2 var av sonnum ein pávi sum gav sær far um medmenniskju síni, sigur Lars Messerschmidt, katólskur prestur, sum tvær ferðir hesur heilsað uppá pávan Mynd: Jens Kr. Vang