Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-05, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. apríl 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 63 - 5. apríl 2005 5 tí 84 ára gamla pávanum ikki var tann besta. Serliga eftir páskahátíðina var sjónligt, at hann var rætti- liga sjúkur. Fríggjakvøldið byrjaðu so tíðindi at ganga um, at hann var doyggjandi. Og sama kvøld kundu italskir fjølmiðlar longu avdúka, at pávin í veruleikanum var deyður. Hesi tíðindini fóru víða um heimin, og eisini kenda a m e r i k a n s k a sjónvarpsrásin CNN tók tað upp í sínum sendingum, men legði kortini dent á, at støðin ikki hevði fingið hesi tíðindini váttað. Tann almenna fráboðanin um deyða pávans kom ikki fyrrenn 24 tímar seinni – nevniliga leygarkvøldið kl. 21:37 lokala italska tíð. Hetta fríggjakvøldið var Lars Messerschmidt úti og vitjaði fólk, og hugdu tey m.a. í sjónvarpið eftir tí, sum har varð borið fram um heilsustøðuna hjá páv- anum. Hann hevur sjálvur sjón- varp heima við hús, og heimkomin royndi hann at finna onkra av hesum út- lendsku rásunum, men tað eydnaðist so ikki. "Grebet stemning" Leygarkvøldið fekk hann so at vita, at nú var alment boðað frá, at pávin var deyður. Og við gudstænast- una sunnumorgunin í Mariukirkjuni í Havn var hetta sjálvandi markerað. Henda gudstænastan gekk sum vanligt, men sum ein part av skránni varð hildin ein minnistala yvir pávan, eins og biðið varð fyri honum. Henda dagin var rættiliga nógv fólk í kirkju – eini 66 í tali – og vóru tey komin nógva- staðni frá fyri at vera við til hetta. M.a. var onkur komin heilt úr Klaksvík fyri at vera við til hesa serstøku gudstænastuna, eins og fólk ið vanliga ikki verða roknað sum katolikkar, vóru við. – Gudstænastan var merkt av deyðanum og í fólkinum var "en grebet stemning", sum hann mál- ber seg. Mong harmast pávadeyða Nú var Lars so heppin at hava hitt pávan fyri 16 árum síðani. Og eftir sann- føringini hjá Lars hevur pávin gjørt sama inntrykkið á hann, sum á øll tey túsundtals fólkini, hann hevur hitt hesi sløk 26 árini hann hevur sitið í pávastólinum. – Tú fornemmar veruliga at hann hevur áhuga í tær, tá tit tosa saman. Hann er nærverandi, og tá er líka- mikið um tú ert lágt ella høgt í metum. Tá tit tosa saman, ert tú tann týdn- ingarmesti persónurin av øllum. – Og so hevur hann eisini tann ótrúliga eginleikan at kenna fólk aftur. Tí er einki at siga til, at allur heimurin hevur havt so stóra virðing fyri honum, sigur Lars. Hann vísir á, at ein altíð kann samanbera pávan við aðrar høgtstandandi menn sum vit hoyra um í fjøl- miðlunum, eitt nú forsetar, leiðarar og onnur. Tá hesir vitja onkrastaðni er skráin sera fastløgd, eins og teir eru væl kunnaðir um, tað teir skulu gera og siga á hvørjum einstøkum staði. – Men her er pávin eitt undantak: Hann er tann sami allastaðni. Hann upp- traðkar ikki, og hann hevur ikki instuderað nakað í hes- um sambandi. Hann er tann sami allastaðni. – Eg trúgvi eisini, at júst hetta er orsøkin til at hann hevur kunnað framborið sín boðskap allastaðni og fyri so mongum fólkum. Allir leiðarar kring heimin hava sæð tað sama, og hava tí boygt seg fyri hansara ektheit. Tí tá hann stendur fram, so er hann ektaður – hann er seg sjálvur altíð, sigur Lars. Andaligur faðir Eisini hjá katolikkum í Føroyum eru deyðsboðini hjá pávanum komin dátt við. Tey hava somuleiðis havt stóra virðing fyri hon- um og hansara embæti. – Fyri okkum var hann "en selvfølgelighed". Hann var ein andaligur faðir fyri okkum, eins væl og hann var tað fyri katolikkar kring allar heimin. – Hann var sum ein, sum vit eru í familju við. Ein sum vit høvdu eitt tætt andaligt samband við, sigur Lars. Hetta merkti sjálvandi gudstænastuna sunnudagin í Mariukirkjuni. Samstund- is sum tey eru merkt av sorg, eru tey eisini merkt av gleði og friði, nú hansara tænasta her á jørð er at enda komin, og hann fer til eitt betri stað. Lars heldur fytri, at hetta minti mest um ta ferðina tá Paulus og hansara fylgi skuldu fara úr Efesus, so- leiðis sum tað stendur frá- sagt í Ápostlasøguni í Bíbliuni. Har verður sagt, at fleiri komu saman við teimum oman á strondina at siga teimum farvæl. Tað stendur jú, at øll, bæði kvinnur og menn fylgdu teimum út um staðin og oman í fjøruna, har tey fullu á knø fyri at halda bøn. – Tað var nakað av hes- um, vit upplivdu undir gudstænastuni sunnudagin, sigur katólski presturin. Sjálvur vil Lars ikki seta fram nøkur ynski til tann komandi pávan. Hann er tó sannførdur um, at tann nýggi pávin má byrja við sløttum borði. Jóhannes Páll var ein pávi, og tann komandi verður ein annar pávi. – Vit biðja til Guds um, at vit mugu fáa tann rætta pávan. Bara Gud veit, hvat vit hava brúk fyri í fram- tíðini, sigur hann. sjónir ikki altíð gera tað lætt at vera skrivarar hans- ara. Gav sær góða tíð Tá pávin so fór til gudstæn- astuna í Jyllandi fingu fólk somu kensluna og inn- trykkið av honum: Hann vísti nærveru við fólkið og var seg sjálvur. Í Mossø nærhendis Silke- borg hava katolikkarnir í Danmark eitt leguhús, sum pávin skuldi vitja undir ferðini í Norðurlondum. Eisini henda dagin var Lars staddur beint við pávan. Henda dagin var alt sett í pávans ljós, tá hann varð fluttur hagar við tyrlu. Úr tyrluni gekk ein long pro- sessjón fram at leguhúsin- um – prestarnir fyrst og longur afturi í køini pávin. Teir gingu framvið teirri stóru mannamúgvuni og teimum hundraðtals børn- unum, sum vóru møtt upp henda dagin. Tá teir so komu fram til leguhúsið, var eingin pávi at síggja. Hann var tá steðgaður upp og var farin at tosa við fleiri av børn- unum, ið stóðu framvið vegnum. Hetta hendi, hóast einki var skrivað um tað í skránni fyri vitjanini! - Hann gav sær góða tíð til børnini. Hann prátaði við tey, og hann vælsignaði tey. Og tað vísti seg, at júst hetta gjørdi tað at hini børnini fóru at tosa saman, soleiðis at tað líktist meiri "en skovturs-stemning", sum Lars málber seg. Líka legði pávin í ta løgdu skránna og teir ner- vøsu løgreglumenninar og hini trygdarfólkini í nánd av leguhúsinum: Pávin ætl- aði sær at tosa við børnini. Tað kundi eingin forða honum í at gera, og tí gjørdi hann tað. – Av sonnum var hann ein pávi sum gav sær far um medmenniskju síni, sigur Lars. – Hann var til stóran íblástur fyri okkum øll, í tí hann segði og soleiðis sum hann var. Og hann vísti her til fulnar, at hann var ein maður sum hvíldi í sær sjálvum, sigur Lars Messerschmidt Mynd: Jens Kr. Vang - Fyri katolikkar og nógv onnur við var Pávin tann størsti á jørð. Tú vart ongan- tíð í iva um, hvat hann stóð fyri, og eini slíkari fyrimynd hev- ur heimurin kanska meir brúk fyri nú, enn nakrantíð, sigur Kinn Magnussen, sum er katolikkur PÁVADEYÐI Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Kinn Magnussen úr Havn er katolikkur, og var ein av teimum 10 før- oyingunum, sum fingu høvi at hitta Pávan, tá hann vitjaði í Danmark í 1989. - Tað var eitt ótrúliga stórt upplivilsi at heilsa uppá pávan. Hann hevði eina fantastiska útráling, og so var hann veruliga áhugaður í at vita, hvørji vit vóru, og hvar vit komu frá. Hann legði til dømis beinanvegin merki til, at vit vóru í føroysk- um klæðum, og tað gav okkum eisini høvi til at greiða honum eitt sindur frá Føroyum, minnist Kinn. Tann størsti á jørð Minningaríka hendingin gjørdi stórt inntrykk upp á Kinn, tí slíkt er avgjørt ikki nakað, tú væntar nakrantíð at sleppa at uppliva, sigur hon. - Eg minnist, at tá eg fortaldi fólki, at eg hevið tikið í hondina Pávanum, gjørdust tey ótrúliga ov- farin, og vanliga reak- tiónin var sum oftast "Hann er jú tann størsti á jørðini". Tað er soleiðis katolikkar og nógv onnur við síggja pávan, og tí er tað trupult at seta orð á, hvønn týdning hann hevði, og hvussu tað kennist, nú hann er deyður. Kinn er tó ikki í iva um, at Jóhannus Páll II markeraði seg á ein heilt serligan hátt sum Pávi. Hann ferðaðist sera nógv og kom á tann hátt út millum nógv vanlig fólk. Hann var eisini greiður yvir, hvussu stóran týdn- ing fjølmiðlarnir hava og dugdi at brúka teir á ein hóskandi máta. Men hóast hann soleiðis tókt- ist meir modernaður enn aðrir Pávar, var hann altíð talsmaður fyri ald- argomlum kristnum virð- um. - À tann hátt var Pávin ein støðufastur, tryggur klettur, sum eg trúgvi, at heimurin hevur brúk fyri. Ikki at tær nýtist at vera samd við honum, tað er nakað tú gert upp við teg sjálvan - eisini sum kato- likkur, sigur Kinn. Hon leggur afturat, tá tú veks- ur upp sum katolikkur í einum ikki-katólksum landi, verður tú noydd at laga teg til umstøðurnar. - Tað er, sum við øllum øðrum religiónum. Summi eru meir orto- doks enn onnur. Sjálv gangi eg til messu her í Føroyum og nýti eisini høvi til tað, tá eg ferðist. Hóast ein katólsk messa nokk altíð er eitt sindur merkt av tí mentan, hon er partur av, víkir hon ongantíð so nógv frá, at tú ikki kanst fylgja við. Jólakrubban Maður Kinn hoyrir til annan trúðarbólk, men teirra fýra børn eru øll dópt katólskt. Teirra heim er sostatt ein sama- nseting av tí katólska og tí ikki-katólska, og hóast ymisk katólsk eyðkenni eru í heiminum, roynir Kinn at halda tað so neutralt, sum møguligt. - Mær dámar ikki at yvirdríva hetta við teim- um katólsku ímyndun- um. Men jólakrubban hevur stóran týdning fyri meg, og hon kemur frá hvørji jól. Tað eri eg uppvaksin við, og tað haldi eg sera fast við. Eg fekk mína jólakrubbu frá eini nunnu, sum sjálv hevði stoypt teir ymsu figurarnar úr gipsi. Tá eg ferðist í katólskum lond- um, nýti eg ofta høvi at keypa onkran vakran fig- ur afturat, men tann gamla krubban er fram- vegis tann sama. Nú ein nýggjur Pávi skal veljast, fer Kinn at fylgja væl við gongdini. Tann møguleikan hevði hon ikki, tá Jóhannus Páll II varð valdur, tí tá var onki sjónvarp í Føroyum, so tað bar ikki til at fylgja við á sama hátt, sum nú. - Eg minnist, hvussu ótrúligt tað var, at ein póllendingur gjørdist Pávi, men Jóhannus Páll II hevði kortini longu tá markerað seg sum nakað serligt. Tað verður spennandi at vita, hvør nú verður valdur, men beint nú dugi eg ikki rættiliga at ímynda mær, hvør kemur í hansara stað, sigur Kinn Magnus- sen. Kinn Magnussen: Pávin var ein tryggur klettur