týsdagur 5. apríl 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 63 - 5. apríl 2005
Jóhannes Páll pávi
Annar hevði eitt opið
sinnalag, sum gjørdi
hann væl umtóktan,
men hansara støðu-
festi á ávísum økjum
elvdi samstundis til
klandur og spjaðing í
katólsku kirkjuni víða
um heimin
EFTIRMÆLI
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Tá
polski
kardinalurin
Karol Wojtyla sum tann
265. í røðini bleiv valdur til
páva tann 16. oktober í
1978, vóru tað fá uttan fyri
leiðsluna í katólsku kirkj-
uni, sum vistu um mannin.
Uppaftur færri dugdu at
siga, hvussu hann mundi
fara at roynast, ella hvørji
sjónarmið mundu fara at
eyðkenna virksemi hans-
ara, men hesi og øll onnur
lærdu skjótt, at sermerkið
hjá tí nývalda pávanum var
eitt støðufesri, sum er fáum
øðrum unt. Hann fjaldi seg
ikki fyri fjølmilunum og
legði seg út í nógvar verðs-
ligar spurningar, men aftan
fyri alt lá trúgvin á tann
ósvikaliga sannleikan.
Jóhannes Páll pávi Annar
var kirkjuleiðari við øllum
tí, sum tað ber í sær av
umsiting, diplomatii og
praktiskum politikki, men
hann var fyrst og fremst
tann stóri boðarin.
– Av sínum tíggju fingr-
um hevur Jáhannes Páll
Annar brúkt teir níggju til
at boða evangeliið við og
ein til at stýra kirkjuni við.
Hann er ein apostlapávi, og
í hansara eygum er boðanin
um Jesus Kristus grundar-
lagið undir øllum, skrivaði
italska blaðið Corrieres
della Sera, tá pávin hátíðar-
helt sín 25. ára starvsdag í
2003.
Ungur trúgvadi
Karol Józef Wojtyla var
føddur í polsku bygdini
Wadowice nærhendis bý-
num Krakow í 1920. Pápi
hansara var yvirmaður í
polska herinum og royndi
sum frægast at lívbjarga
sær og sínum við teirri
ússaligu lønini.
Longu sum smádrongur
misti tann ungi Karol fleiri
av sínum næstu, og tað
gjørdi, at hann, sum var
uppvaksin í terri kristnu
trúnni, fekk serligan áhuga
fyri líðing og deyða. Men
hóast hann nýtti fleiri tímar
hvønn einasta dag til at
hugsa um hesar spurningar
og til at biðja, var hann sera
virkin bæði sum ítróttar-
maður, sjónleikari og skald.
Tá hann nærkaðist teim-
um 20, fekk trúgvin av
álvara fastatøkur á honum,
og sum 22 ára gamal slapp
hann á ein loyniligan
prestaskúla.
Um
hetta
mundið var Póland hersett,
og nazistarnir høvdu sett
prestaskúlunum forboð fyri
at taka nýggjar lesandi.
Men í 1946 var Karol lið-
ugur við útbúgvingina og
bleiv prestvígdur.
Sum prestur og seinni
sum biskupur og kardinalur
undir kommunistastýrinum
hevði Karol Wojtyla einki
samband við teir, sum sótu
við valdið, men hann setti
seg heldur ikki upp ímóti
teimum og eggjaði heldur
ikki øðrum til at gera tað.
Tíðin var heldur ikki búgv-
in til tess, og eitt tílíkt stríð
hevði ivaleyst verið nyttu-
leyst tá.
Legði á annan bógv
Tann 28. september í 1978
doyði Jóhannes Páll pávi
Fyrsti brádliga eftir at hava
sitið 33 dagar í pávastólin-
um. Tann 14. oktober vórðu
kardinalarnir stongdir inni í
Sixtinska Kapellinum at
velja eftirmann hansara, og
bara tveir dagar seinni boð-
aði tann hvíti roykurin úr
skortsteininum á Vatikanin-
um frá, at ein nýggjur pávi
var valdur.
Tá høvdu kardinalarnir
atkvøtt fleiri ferðir, uttan at
nakar teirra kundi fáa teir
neyðugu tveir triðingarnar
av
atkvøðunum.
Hetta
komst av, at teir italsku
kardinalarnir kundu ikki
semjast, og so hendi tað, at
erkabiskuppurin í Wien,
kardinalurin Franz Kønig,
fekk sínar starvsbrøður úr
Fraklandi, Spania, USA,
Týsklandi, Eysturríki, Nið-
urlondum og teimum mið-
evropeisku londunum at
atkvøða fyri Karol Wojtyla.
Franz Kønig hevði undan
valinum mælt sínum starvs-
brøðrum til at velja ein
ungan páva og helst ein úr
Miðevropa. Hann man hava
rikið væl, tí aftan á bara
tvær atkvøðugreiðslur fekk
Tann konservativi ferðamaðuri
– Uttan hann hevði kommunisman ikki fallið. Í
hvussu er hevði fallið verið seinkað nógv, og so
hevði fallið verið blóðugt.
(Lech Walesa, fyrrv. polskur forseti)
– Tann katólska kirkjan hevur mist sín hirða, og
heimurin hevur mist ein friðarstríðsmann. Vit fara
altíð at minnast tann eyðmjúka, klóka og djarva
prestin, sum gjørdist ein tann størsti moralski
leiðarin í søguni.
(George W. Bush, forseti)
– Hann var vinur teirra fátæku. Uttan hansara
luttøku hevði tiltakið at skarva av skuldini hjá
teimum fátæku londunum ikki givið tað úrslit, sum
tað gav.
(Bono, tónleikari og friðarmaður)
Síðani seinnapartin í gjár hevur pávin ligið "lit de parade" í Pæturskirkjuni
Mynd: Reuters