týsdagur 5. apríl 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 63 - 5. apríl 2005
7
n úr Krakow
– Eg havi góð minni frá mínum fundum við pávan.
Hann var ein klókur maður, sum var opin fyri
orðaskifti. Hann eyðkendi eitt søguligt tíðarskeið.
(Vladimir Putin, forseti)
– Hann var ein maður og ein vinur, sum eg hevði
stóra virðing fyri. Hansara roynir í Pólandi og
mínar egnu gjørdu, at vit høvdu felags áhugamál.
(Dalai Lama, buddhistaleiðari úr Tibet)
– Hansara læra og vegleiðing var íblástur til allar
katolikkar í heiminum.
(Desmond Tutu, biskuppur)
kardinalurin úr Krakow 99
av teimum 108 atkvøðun-
um.
Tað sigst, at aðalskrivarin
í polska kommunistaflokk-
inum,
Edward
Gierek,
stúrsaði við, tá hann frætti
tíðindini um, hvør var
vorðin pávi. Ivaleyst mundi
hann gruna, hvat hetta
hevði at týða, og tað vísti
seg eisini, at pávavalið
elvdi til eina átrúnaðarliga
og tjóðskaparliga veking í
Pólandi, og tað var als ikki
til
fyrimunar
fyri
tað
kommunistiska stýrið í
Warschawa. Bæði Jóhannes
23. og Páll 6. høvdu rikið
eitt slag av einum semings-
politikki mótvegis stýrun-
um í Eysturevropa í meiri
enn tjúgu ár, men tann
nýggi pávin legði á annan
bógv.
Tá hann í 1979 vitjaði
heimlandið, gjørdi hann
greitt, at kirkjuni nýttist
ikki longur at dúva upp á
sátt og semju við tað polit-
iska stýrið. Nú hevði kirkj-
an bæði rætt og skyldu til at
krevja virðing fyri manna-
rættindum, teimum kristnu
virðunum og rætindunum
hjá tí einstaka. Í røðu síni
fyri 400.000 áhoyrarum á
Sigurstorginum
í
War-
schawa segði pávin millum
annað:
– Jesus Kristus er og
verður ein opin bók um
menniskjað, tess virði og
rættindi og um tjóðarinnar
virði og rættindi.
Tað triðja stórveldið
Í eygum pávans umboðaði
tann fullkomna material-
isman hjá kommunismuni
lygnina og myrkrið, og tað
sera katólska Póland var
tann náttúrligi vígvøllurin,
har kreftirnar, sum vóru
fyri ljósinum og sannleik-
anum, skuldu byrja stríðið.
Hendan støðan kom ameri-
konsku forsetunum Jimmy
Carter og Ronald Reagan
væl við, og í veruleikanum
var kirkjan teirra sterki
sameindi og tað triðja stór-
veldið. Sum trygdarpolit-
iski ráðgevin hjá Reagan,
Richard Allen, segði:
– Eydnast tað at skaka
tað polska stýrið og at fáa
tað frá, fer tað at elva til
eina bylgju, sum fer at
floyma út yvir eitt nú
Ukraina, Balkan, Estland,
Letland, Litava og Kekko-
slovakia.
Jóhannes Páll pávi Annar
lat seg kortini ikki taka av
fótum. Hansara mál við
samstarvinum við USA var
at noyða tey kommunist-
isku stýrini til at viður-
kenna kirkjuna, hennara og
fólksins
rættindi,
men
samstundis hevði hann ikki
stóra virðing fyri teirri
amerikonsku heimsmynd-
ini ella teimum politisku
málunum hjá amerikonsku
leiðarunum.
Tí steðgaði hann heldur
ikki á, tá tey kommunist-
isku stýrini og Berlinmúr-
urin vóru fallin, tí enn vóru
fleiri fíggindar eftir. Vestur-
heimurin slapp heldur ikki
undan pávans eygum, tí
eftir hansara tykki var
materialisman vestanfyri
eins guðleys og ómenn-
iskjalig og tann marxist-
iska.
Ferðamaðurin
Tí var eitt av málum pávans
at endur-evangelisera Vest-
urheimin og annars tey
lond, har tey andaligu virð-
ini eftir hansara tykki
høvdu verið noydd at dvína
fyri teimum verðsligu.
Jóhannes Páll pávi Annar
var tann fyrsti pávin í 450
ár, sum ikki var italiumað-
ur. Tað var í sær sjálvum
ein nýskapan, men hann
skuldi eisini vísa seg at
vera øðrvísi á hinir. Í níti-
árunum var hann so virkin
sum fáur á hansara aldri, og
haðani fekk hann navnið
"Guðs ítróttarmaður".
Hansara
ferðir
kring
heimin hava givið honum
serstøðu. Hann var javnan á
ferð og vitjaði meiri enn
hundrað lond, og sambært
einari útrokning hjá BBC
ferðaðist hann so langt, at
tað rakk 27 ferðir kring
Jørðina.
Allastaðni legði hann
dent á nærleikan við tann
einstaka og við fjøldina, og
stundum komu hansara
gomlu sjónleikaraevni und-
an kavi aftur. Eitt nú aftraði
hann seg ikki við at lata seg
í tjóðbúnan í teimum ymsu
londunum, sum hann ferð-
aðist í, meðan sjónvarpstól-
ini mólu. Tað hendi eisini
meiri enn so, at pávahúgv-
an mátti víkja fyri onkrum
sjáldsomum høvuðprýði.
Konservativur
Hóast eingin pávi hevur
verið so væl umtóktur krin
heimin sum Jóhannes Páll
pávi Annar, so hevur hans-
ara óvikiliga støðufestið í
guðfrøðiligum, moralskum
og kirkjupolitiskum spurn-
ingum elvt til klandur og
stríð í tí katólska partinum
av heiminum.
Ímillum hesar stríðs-
spurningarnar kunnu nevn-
ast fyribyrging og fostur-
tøka, hansara mótvilji ímóti
at geva kvinnunum størri
ávirkan í kirkjulívinum og
hansara áhaldandi stríð
ímóti
rættindunum
hjá
samkyndum. Hetta seinasta
forðaði honum í at viðgera
eitt evni sum AIDS. Innan
ta katóslku kirkjuleiðsluna
var hann eisini støðufastur,
og hann sýtti bart út fyri at
góðtaka nakra roynd at
demokratisera leiðsluna.
Tey bæði seinastu árini
vóru tað fleiri, sum hildu,
at pávin átti at leggja frá
sær, áðrenn hann bleiv so
veikur av Parkinsonssjúk-
uni, at hann var ikki longur
førur fyri at stýra kirkjuni.
Men hann valdi at verða
sitandi, og ta síðstu tíðina
broytti hann sína egnu
líðing til styrki við at bera
hana sum ein kross og sum
eitt tekin um pínuna hjá
teirri líðandi mannaætini.
(Keldur: Berlingske
Tidende/Dagsavisen)
Tann 13. mai í 1981 varð
Jóhannes Páll pávi Annar
illa særdur, tá turkin
Mehmet Ali Agca royndi
at beina fyri honum.
Álopsmaðurin fekk
lívlangt fongsul, men
seinni var pávin og vitjani
hann og fyrigav honum. Í
einari bók, sum nýliga
kom út, verður sagt, at tað
var sovjetska leiðslan, sum
stóð aftan fyri
morðroyndina. Sjálvur
hevur Mehmed Ali Agca
sagt, at hann fekk
drápsboðini frá fregnar-
tænastuni í Bulgaria
Mynd: Reuters