týsdagur 5. apríl 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 63 - 5. apríl 2005
MARKNAÐARRÁK
Amerikanska
arbeiðs-
marknaðarfrágreiðingin
fyri mars vísti m. a., at
110.000 nýggj størv komu
uttan fyri landbúnaðin. Tað
var nógv minni enn tey
væntaðu 213.000, og har-
aftrat vórðu tølini fyri janu-
ar og februar niðurmett við
27.000.
Arbeiðsloysið
lækkaði 0,2%-stig til 5,2%,
og lønirnar hækkaðu 2,6% í
mun til fyri ári síðani.
Hóast vánaliga starvstal-
ið valdi Moskow, sum situr
í tjóðbankanevndini í USA,
at leggja dent á, at lønirnar
hækka, og at tað kann elva
til størri nýtslu og harvið
trýsta prísvøksturin upp.
Hetta sjónarmið varð stuðl-
að av, at ein kanning av
innkeypsstjórum vísti, at
tey vænta at prísirnir fara at
hækka munandi í næstum.
Enduríløga av kr. 140
mia. í lánsbrøvum
1. apríl vórðu útgoldnar
umleið 140 milliardir kr. í
rentum, avdráttum og úrtíð-
arinnloysingum av real-
kredittlánsbrøvum. Hesin
peningur verður vanliga
settur aftur í realkreditt.
Væntanin um, at hetta
endurtekur seg, hevur ført
við sær, at realkredittpappír
hava kastað væl av sær í
mun til statspappír seinastu
tvær vikurnar.
Roknskaparkunngerði
r ávirka partabrøv
Sum heild stóðu partabrøv
seg hampuligt í seinastu
viku. Methøgi oljuprísurin
skapar kortini nakað av
fjáltri, meðan lágu rentur-
nar stimbra partabrøvini. Í
farnu viku kunngjørdi A.P.
Møller – Mærsk hampulig-
an roknskap, við einum
yvirskoti á góðar 24 milli-
ardir, men metingarnar um
2005 vóru varnar. Tí ávirk-
aðist kursurin lítið av rokn-
skapinum.
Roknskaparkunngerðir
standa aftur fyri durðum.
Sum heild er bjartskygni
um hesar, og tær kunnu tí
fara at stimbra partabrøv í
næstum.
Hesa vikuna
Úr USA kemur ein røða frá
Greenspan, og í Evropa
heldur evropiski miðbankin
rentufund. Lítil ivi er um, at
rentan verður hildin á
2,0%. Tí er mest áhugavert,
hvat verður sagt á tíðinda-
fundinum
eftir
sjálvan
rentufundin. Álitistøl úr
Evropa hava í seinastuni
teknað eina dapra mynd av
útlitunum. Samstundis er
prísvøksturin lágur, og hesi
evni fara væntandi at halda
rentunum niðri hesa vik-
una.
Ov fá nýggj størv
Donsk 10-ára renta
Vísital fyri norrøn partabrøv
Gjaldoyru
Íløgufeløg
Kursur
+/- %
Kursur
+/- %
USD
5,77
3,2%
Lánsbrøv í DKK
107,50
0,4%
JPY
5,37
0,6%
Evru Lánsbrøv
172,08
0,2%
GBP
10,86
1,1%
Norrøn Partabrøv
88,13
-2,6%
NOK
0,91
-0,8%
Altjóða Vøkstur
60,27
0,5%
Broytingar eru útroknaðar í mun til fyri viku síðan.
3,5%
4,0%
4,5%
2004
2005
700
800
900
2004
2005
Vika 14, 2005
www.kaupthing.fo
– Eg og konan hava
altíð ætlað okkum at
flyta aftur til Dan-
markar, og eg haldi,
at vit skulu gera tað,
meðan vit framvegis
kunnu tyggja gras,
sigur Jørn Astrup
Hansen, sum 1. mai
gevst sum forstjóri í
Føroya Banka
FØROYA BANKI
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Mánamorgunin
boðaði
nevndarformaðurin í Føroya
Banka frá, at Jørn Astrup
Hansen gevst sum forstjóri í
bankanum 1. mai.
Hví gevst tú sum stjóri í
Føroya Banka?
– Hasin spurningur er
júst ein orsøk til, at eg
gevist. Eg vil heldur gevast,
meðan fólk spyrja, hví eg
gevist, og áðrenn fólk fara
at spyrja, hví eg ikki gevist.
– Eg og konan hava altíð
ætlað okkum at flyta aftur
til Danmarkar, tá ið eg var
liðugur at arbeiða í Føroya
Banka, og eg haldi, at vit
skulu gera tað, meðan vit
framvegis kunnu tyggja
gras, sigur tann 62 ára
gamli bankastjórin.
Uppgávan var trupul
Jørn Astrup Hansen kom til
Føroya at verða bankastjóri
í 1993, tá ið kreppan í før-
oyska samfelagnum av álv-
ara fór at gera um seg, og
alt bankakervið var í vanda
fyri at kollsigla. Jørn Astr-
up gjørdist stjóri í Sjó-
vinnubankanum, og tá ið
bankin legði saman við
Føroya Banka í 1994, varð
Astrup setti sum stjóri í
samanlagda bankanum.
– Eg og konan koma
rættiliga knappliga til Før-
oya í 1993, og vit roknaðu
við at vera her í eini trý ella
fýra ár. Men uppgávan, sum
eg varð settur at loysa, vísti
seg at verða nógv størri og
truplari, enn vit høvdu
roknað við, og tí varð eg
verðandi longri enn ætlað.
– Nú haldi eg, at eg kann
siga, at uppgávan hjá mær
er loyst, hóast tað tók eitt
sindur longri tíð, enn eg
hevði roknað við, sigur
Jørn Astrup Hansen.
Hvat nú?
Frá 1. mai er uppgávan hjá
Astrup í Føroya Banka
liðug, og hann flytir tá aftur
til Danmarkar at búgva.
– Eg havi verið sera glað-
ur fyri at verða í Føroyum,
okkum hevur dámt sera væl
her, og nú vit fara avstað
aftur, liggur ein partur av
okkum eftir í Føroyum.
Hvat fert tú nú at gera?
– Eg havi verið í banka-
vinnuni í 30 ár, og nú haldi
eg, at tað skal henda nakað
nýtt. Tað er meira í lívinum
enn yvirtrekk. Eg veit ikki
rættiliga, hvat eg fari at
gera, men eg ætli mær ikki
at vera bankastjóri ella hava
eitt 8-til-4 arbeiði næstu
tíðina. Kanska fari eg at
skriva eitt sindur, og annars
taka onkrar uppgávur meira
ad hoc.
Jørn Astrup Hansen og
konan flyta til Keypmanna-
havn at búgva.
Misti
tamarhaldið
(Mynd av bili setast her)
Ein ung kvinna koyrdi
norðureftir landsvegnum
millum Fjarða sunnu-
kvøldið, og av ókendari
orsøk misti hon harra-
dømið á bilinum og fór
omanav vegnum. Vakt-
havandi á løgreglustøðini
í Runavík sigur, at bert
materiellur skaði stóðst
av óhappinum.
-hkm
Løgreglan í Runavík var
úti og gjørdi ferðmátingar
aftaná fótbóltsdystirnar
sunnudagin. Tveir persón-
ar eru skuldsettir fyri
koyra ov skjótt, og tað
skulu teir gjalda eina bót
fyri. Hvørgin av teimum
missir koyrikortið.
-hkm
Tveir
skuldsettir
Astrup takkar fyri seg
– Eg havi verið sera glaður fyri at verða í Føroyum, okkum
hevur dámt sera væl her, og nú vit fara avstað aftur, liggur ein
partur av okkum eftir í Føroyum, sigur Jørn Astrup Hansen