týsdagur 5. apríl 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 63 - 5. apríl 2005
9
Semifinalan í Prix
Føroyar kappingini
var leygarkvøldið.
Hetta gjørdist tættur
dystur millum tey,
sum vóru komin so
langt. Og her var
talan um nýggj nøvn
og gamlar kenningar.
Men gamla gardan
kom víðari, meðan
yngru bólkarnir fóru
við ymsu festival-
plássunum
PRIX 2005
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Prix Føroyar semifinalan í
Trongisvági leygarkvøldið
var eitt stórsligið og væl-
eydnað tiltak. 8 bólkar
høvdu tryggjað sær pláss í
semifinaluni. Harav var
bróðurparturin royndir og
dugnaligir
tónleikarar,
meðan yngri tónleikarar
eisini taldust millum teir
leikandi.
Flestu miðlarnir í landin-
um vóru á staðnum og Svf
sendi beinleiðis. Teir hava
bert sent prix undanum-
førini á netinum og er tað
annars ikki hent ofta, at
sent hevur verið beinleiðis
sjónvarp úr Suðuroynni.
Men nýggj tøkni ger, at tað
nú ber til.
Lama Sea, All That Rain,
Lawetz, Makrel, Kristleif
Zachariassen,
Go
Go
Blues, Terji Rasmussen
Band og Eyðun Nolsøe &
Showmenn fóru á pall. Og
bólkarnir syrgdu fyri, at
talan bleiv um ein tón-
leikadyst, har vónleyst var
at spáa um úrslitið.
Men tá avtornaði var tað
sum heild gamla gardan, ið
stóð eftir. Eyðun Nolsøe og
Showmen, Terji Rasmussen
Band og Go Go Blues eru
tey 3 nøvnini, ið sleppa
víðari og til finalauna, ella
Atlantic Music Event í
Norðurlandahúsinum, tann
23. apríl.
Hinvegin skuldu før-
oyskir konsertfyriskiparar
eisini velja sær bólkar úr
semifinaluni at spæla á
teirra pallum í summar.
FUT valdi sær Lama Sea
at spæla á Ólavsøkukon-
sertini, Lawets skal spæla á
Summarfestivalinum
í
Klaksvík og Makrel á G-
festivalinum í Gøtu. Ment-
anarhúsið í Fuglafirði valdi
sær at Lama Sea og Terja at
spæla saman við einum
norskum bólki tann 16.
apríl.
Sostatt vóru tað stórt sæð
yngru
bólkarnir,
sum
struku avstað við festival-
plássunum.
Eitt væleydnað tiltak
leygarkvøldið, har øll fingu
sítt, ongin kundi spáa um
úrslitið og metingarnar um,
hvørt úrslitið var tað rætta
eru helst líka nógvar, sum
samansetingarmøguleikarn
ir við teim 8 bólkunum og
trimum vinnarunum eru.
Sosialurin hevur stóra
frásøgn frá prix semifinal-
uni í blaðnum í morgin.
Ung Stjørnuskot
vitjaðu fríggjadagin
Suðuroynna, har tey
høvdu eina rimmar
skúlakonsert undir
best hugsandi um-
støðum
TÓNLEIKUR
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Myndir: D.Olsen
Fríggjamorgunin
vitjaðu
Sigrid Sivertsen og hennara
Ungu Stjørnuskot í Suður-
oynni, saman við tónleika-
bólki og bólkinum Paradox.
Hetta var konsert fyri
skúlaungdómi í Suðuroyni.
Ungdómi á sama aldri, sum
tey á pallinum. Kórið hjá
Sigrid sang eina røð av
yngri og eldri vælswing-
andi slagarum, meðan ung-
ir og dugnaligir tónleikarar
leiktu undir. Eisini soslo-
sangur var á skránni. Bólk-
urin Paradox kom eisini á
pall og leikti. Sangarin í
Paradox fekk tann lokala
sangaran Brand Enni at
hjálpa sær við einum lag.
Øll komu hesi sera væl
frá framførslunum. Og
stuttligt var, at alt fór fram
við bestu ljóð- og ljósút-
gerð, tí sett var júst upp til
stóru Prix Føroyar semi-
finaluna í høllini í Trongis-
vági.
Tá øll hesi ungu stjørnu-
skot høvdu víst hvat tey
megnaðu, og tað var ikki
smávegis, var eitt nýkomið
punkt á skránni, tí ein
gentubólkur á Tvøroyri
undir leiðslu av Tróndi
Enni slapp at enda fram-
førsluna og komu tær
somuleiðis væl frá hesum.
Ungdómar í Suðuroynni
og úr miðstaðarøkinum
hittust
og
tónleikurin
ljóðaði undir best hugsandi
umstøðum.
Gamla gardan kom í finaluna
Sigrid og stjørnuskot hugtóku
Eivør
á filmi
Eivør Pálsdóttir
er við í filmi um
íslendsku heims-
stjørnurnar.
Filmurin verður
frumvístur kring
heimin tann 7.
apríl
TÓNLEIKUR
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Tann 7. apríl verður
ein filmur frumsýndur
kring
heimin,
har
Eivør Pálsdóttir er við.
Hetta er dokumentar-
filmur um tær ís-
lendsku
alheims-
stjørnurnar, sum t.d.
Bjørk,
Sigur
Rós,
Minus,
Múm,
Quarashi, Bang Gang
og eisini føroysku
Eivør.
Filmurin
nevnist
Screaming
Master-
piece og tað er Ergis
Filmproduction og Zik
Zak Films, ið hava
framleitt. Filmurin var
við á filmfagnaði í
Svøríki í februar og
varð innstillaður til
fyrstu heiðursløn.