týsdagur 5. apríl 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 63 - 5. apríl 2005
Tá ið pólski kardinalurin Karol Woityla tann 16.
oktober 1978 gjørdist pávi undir heitinum Jóhannes
Páll, var hetta byrjanin til eitt heilt nýtt skeið í søgu
katólsku kirkjunnar. Nýggi pávin var tann fyrsti pávi
i fleiri hundrað ár, sum ikki var italiumaður, og hann
hevði havt eina fyri ein páva óvnaliga starvsleið.
Sum ungur var hann gávuríkur sjónleikari, yrkjari,
bókmentamaður og framúr góður ítróttarmaður.
Men so gjørdist hann alt meira andaliga vaktur og
fór at lesa til prest, og henda leiðin endaði við, at
hann gjørdist kardinalur í Krakow í Póllandi.
Pávin var fjølbroyttur persónur. Átrúnaðarliga var
hann óvikiligur, og hetta gjørdi, at hann í roynd og
veru á mongum týðandi átrúnaðarligum og etiskum
økjum var sera afturhaldandi, og lutvíst skrúvaði tíð-
ina aftur. Hugsað verður her um fosturtøku, fyri-
byrging, cølibatið hjá katólskum prestum og støð-
una hjá kvinnunum. Her var pávin, sáli, sannførdur
um, at talan var um absoluttar sannleikar, sum eing-
in kundi vika. Sama er um hansara kristniboðan at
siga. Hann flutti kirkjuna aftur eftir og var hart ímóti
einihvørjari liberalari tulking av evangiliinum.
Men ein pávi hevur sum øllum kunnugt mikið polit-
ikst vald. Jóannes Páll var harðrendur antikommun-
istur og samstarvaði virkin við amerikanskar forset-
ar fyri at fella kommunismuna í Eystureuropa. Hann
eigur tí ein týðandi og stóran leiklut í tí ráki og teim-
um hendingum, ið elvdu til, at múrurin fall. Framm-
anundand hevði hann verið sera politiskt virkin í
heimlandi sínum Polen, har hann virkaði fyri tí
valdskifti, ið eisini har fór fram. Men samstundis,
sum hann sýndi sína andstygd fyri kommunismuni,
sýndi hann ikki minni andstygd mótvegis vestur-
lendsku materialismuni og moralska og politiska
forfallinum fyri vestan. Hann var eisini heitur tals-
maður fyri mannarættindum og sosialum rættvísi.
Hartaði mangan vesturlendskar leiðarar fyri teirra
atgerðaloysi og líkasælu mótvegis neyðini og fátæk-
døminum í tilafturskomna heiminum. Hann hevði
eisini dirvi til at biðja jødisku tjóðina um fyrigeving
fyri alt teir ræðuleikar, sum katólska kirkjan í øldir
lata ganga yvir jødarnar og fyri líkasælu kirkjunnar
undir nazismuni og fascismuni. Hetta hevði eingin
annar pávi áður torað. Her sýndi hann mikið dirvi og
persónligt mót. Pávin hevði eisini eina sera
fjølbroytta mynd av Miðeystri og virkaði áhaldandi
fyri friði og semju í staðin fyri kríggj. Hann lat seg
á ongan hátt brúka av USA, men talaði søk palestin-
ara eins og hann talaði søkina hjá øllum teimum, ið
vóru fyri kúgan og happing. Alt hetta gjørdi, at Jó-
annes Páll við røttum var mettur sum ein av
heimsisn mætastu monnum. Við deyða pávans er ein
av teimum heilt stóru og mest virdu leiðarunum far-
in og spurningurin verður nú, hvør verður nýggjur
pávi. Verður tað eitt siðbundið val, ella fara
leiðararnir innan katólsku kirkjuna at nýta høvið at
kjósa sær nýggjan páva úr einum ikki europæskum
heimsparti. Tað er stóri spurningurin í dag.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Pávin
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Fleiri sjúkrarøktarfrøðingar heldur enn
heilsuatstøðingar
Annemi Joensen
Javnt og savnt verður, bæði
í fjølmiðlum og av tingsins
røðarapallið, sagt at hægri
vitanin er, betur er dygd. Tí
má førleikamenning og
gransking stuðlast fíggjar-
liga. Tí er m.a granskingar-
stovnurin stovnaður.
Tó er tað eitt fakøkið, har
tað, í dag eyðsæð, ikki
verður mett neyðugt at
framleiða hægst møguliga
vitan. Tað er innan sjúkra-
røktina. Her er heldur tað
øvugta galdandi. Tí, sum er,
verður fíggjarlig orka brúkt
at seta á stovn útbúgving at
framleiða lægri vitanar-
støðið - útbúgvingina til
heilsuatstøðing, heldur enn
at gera meira brúk av eini
vitansframleiðslu á einum
hægri vitanarstøði, sum
longu finst í landinum - út-
búgvingin til sjúkrarøktar-
frøðing. Ikki fyri at taka
nakað frá nøkrum, so er tað
nú einaferð so, at sjúkra-
røktarfrøðingar hava eina
stórri og breiðarii vitan enn
heilsuatstøðingarnir.
Hóast tað er ein politisk
avgerð, at vit, í Føroyum,
skulu hava útbúgving til
heilsuatstøðing, fari eg at
loyva mær at gera nakrar
viðmerkingar til hesa av-
gerð.
Hví henda útbúgving
skal setast á stovn, kann
bert gitast um, tí onki hevur
verið alment framført sum
grundgevan frá politiskari
síðu.
Tó kann tað hugsast, at
ein viðvirkandi orsøk er, at
tað verður framført, at Før-
oyar mangla/ fara at mangla
sjúkrarøktarfrøðingar.
Um hettar er orsøkin, so
er at undrast yvir, hví ein
nýggj útbúgving skal setast
á stovn fyri at nøkta hesum
tørvi. Vit hava jú, sum
longu framført, ein skúla,
sum útbúgvir sjúkrarøktar-
frøðingar. Mær vitandi hev-
ur henda útbúgving, fak-
liga, altíð kunna brúkst til
arbeiðið innan sjúkrarøkt-
ina. Spurningurin er so, hví
hon ikki kann brúkast nú,
men at tað verður hildið
neyðugt fígging nýggja út-
búgving at starvast innan
sama økið.
Er orsøkin aftur her, at
fáa møguleika at trýsta
sjúkarrøktarfrøðingarnar úr
teimum størvum, sum teir
søguliga altíð hava røkt?
At tað er ein fíggjarlig út-
reiðsla at seta heilsaat-
støðingarútbúgvingina
á
stovn, er eyðsýnt.
Fyri at útbúgvingina í
heila tikið kann byrjað,
krevst, at hølir skulu finn-
ast, har skúlin kann húsast.
Haraftrat skulu lærarir við
nøktandi útbúgving setast.
Innbúgv, bøkur o. a. sum
krevst, fyri at kunna virka
sum skúli, skal keypast.
Haraftrat
kemur
tann
dagligi raksturin. Alt hettar
krevur fígging. Tá hettar so
samstundis verður hildið
uppímóti, at tað ikki er
gjørd nøkur tørvskanning,
við atlitið til, um tað í heila
tikið, er brúk fyri heilsuat-
støðingum, og møguliga
hvussu nógvum.
Neyðugt er eisini at um-
hugsa, hvat verður gjørt,
um/tá tilgongdin til skúlan
næstan verður/er ongin,
ella tá tørvurin á arbeiðs-
megi er nøktaður.
Haraftrat skal, sum longu
nevnt, samstundis havast í
huga, at tað longu framm-
anundan er ein skúli, sum
kann útbúgva fólk til
sjúkrarøktina.
Øll hesi viðurskifti gera,
at ein kann loyva sær at seta
spurnartekin við, um rað-
festingini av fíggjarligu
orkuni hjá landinum, í hes-
um føri, er røtt, ella í
hvussu er, spyrja hvørjum
raðfestingin er gjørd út frá.
Tað liggur í kortunum, at
útbúgvingin til heilsuat-
støðing skal liggja saman
við Heilsuskúlanum, sum í
løtuni, er á Tvøroyri. Sjálv-
andi verður nakað av meir-
kostnaðinum til útbúgving-
ina, á henda hátt, spard.
Eisini kann verða framført,
at heilsuútbúgvingin er
stytri, og tí bíligari.
At taka tvey hold av les-
andi inn á Sjúkrarøktar-
frøðiskúlan er sjálvandi
heldur ikki kostnaðarleyst.
Meirkostnaðurin fer bæði
at skildast øktum lærara-
tørvi og at skúlin skal hava
stórri hølir. Víðvíkjandi
hølunum, so kundi hettar
verið loyst við at hava tað í
huga, nú skúlin álíkavæl
skal í onnur hølir.
Viðvíkjandi lønarspurn-
inginum, so er lønarmunur-
in uml. 10%.
Men nógvar og stórar
kanningar hava víst, at út-
búgvingarstøðið hjá røktar-
starvsfólkið
lutfaldsliga
hongur saman við fylgju-
sjúkur hjá sjúklingum/-
brúkarum, soleiðis at skilja,
at hægri útbúgvingarstøðið
er, færri eru fylgjusjúkur-
nar. Hettar skuldi verið ein
sparing í sær sjálvum. Tað
bert ein spurningur um,
hvørjum kassa peningurin
fer úr - at flyta pengar mill-
um tey ymsu ráðini.
Ein grundgeving fyri at
byrja hesa nýggju útbúgv-
ing og leggja hana í Suð-
uroy, kann haraftrat vera at
politikarirnir vilja skapað
arbeiðspláss í oynni. Um
hugt verður eftir landa-
frøðiliga býtinum í tí síðsta
flokkinum, sum bleiv av-
lærdur frá Heilsuskúlanum,
so var býtið uml. helvt um
helvt ávíkavist frá Suðuroy
og frá norðanfjørðs, hóast
at fólkatalsbýtið í Føroyum
ávíkavist
er
5000
og
43.000. Hettar ójavna býtið
kann ein gera sær ymiskar
hugsanar um, og, sum
Storm P. segði, so er ringt
at spáða um framtíðina.
Men vert er at hava í huga,
at um útbúgvingin til
heilsuatstøðing fer at liggja
í Suðuroy, so verður tað
kanska
haðani,
stórsta
tilgongdin til útbúgvingina
fer at verða.
Ætlaða ellisheimið í Suð-
uroy er kanska ætlað teim-
um, ið koma frá ætlaða
heilsuatstøðingarútbúgv-
ingini.
Men ellisheimið verður
einaferð fullmannað. Úr-
slitið kann tá skjótt gerast,
at Føroyar fáa eina oyggj
við arbeiðsleysum heilsuat-
støðingum. Er grundgev-
ingin hjá politikaranum, at
hjálpa Suðuroynni við ar-
beiðsplássum, kann henda
avgerð skjótt fáa ta óhepnu
avleiðing, at fleiri verða
noydd at fara av oynni at
fáa arbeiðið. Hvat er so
vunnið?
Tí vildi eg mett, alt annað
líka, at tað hevði verið eitt
Framhald á síðu 11