týsdagur 5. apríl 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 63 - 5. apríl 2005
13
Myndin
er
av
fyrsta
almenna svimjihylinum í
Havn. Í 1930 tók býráðið í
Havn av einum tilboði frá
Óla Jákup Hansen, Jacob
Hansen og Niels Arge, upp
á bygging av einum svimji-
hyli. Tilboðið var upp á kr.
3.185. Hylurin varð liðugur
sama ár, og dýpdin var 2-6
metrar.
Árið eftir, í 1931, vóru
skiftirúmini og trappan
niður í hylin gjørd. Kostn-
aðurin var 1.400 krónur.
Peningurin kom inn á
henda hátt: Ein av stigtak-
arunum, Absalon Joensen,
fotografur, skipaði fyri eini
myndaframsýning, har tað
kostaði 25 oyru at koma
inn. Inn komu tilsamans
100 krónur. Býráðið læt
600 krónur, og tær írestandi
700 krónurnar komu inn
við ymiskum innsavning-
um og tiltøkum.
Hesin svimjihylurin var í
nýtslu til 1949, tá avgjørt
var at lata hann aftur.
Myndin
er
tikin
á
ólavssøku í 1932.
Í 1953 byrjaði arbeiðið
upp á nýggjan svimjihyl í
Gundadali. Hesin varð tikin
í nýtslu í 1959. Í dag er
Badmintonhøllin
bygd
oman yvir tann svimjihylin.
Tað vil siga, at havnar-
fólk høvdu ongan svimjijyl
í 10 ár, frá 1949-1959.
Innsetta myndin er av
fyrsta svimjihylinum og
umhvørvinum í Gundadali.
Um onkur av lesarum
okkara hevur okkurt at
viðmerkja í samband við
myndirnar, eru hann ella
hon vælkomin at seta seg í
samband
við
Birgar
Johannessen
á
telefon:
314647 / 273168.
Myndaeigari:
Føroya Fornminnissavn
Fyrsti almenni svimjihylurin í Havn
Fyrstu »Fish & Chips«
matstovuna í Havn læt
Johan Petur Nielsen (1914-
1973) upp í 1940. Johan
Petur Nielsen var føddur á
Eiði.
Fyrstu árini helt hann til í
húsunum hjá Karl Johan
Mikkelsen í Villumsgøtu,
og í 1942 flutti hann oman í
Tróndargøtu. Í 1944 gavst
Johan Petur við hesum
virksemi. Seinni flutti hann
til Danmarkar at búgva.
»Fish & Chips« matstov-
an í Tróndargøtu var í hús-
unum, har pílurin vísir (utt-
ast til vinstru). Seinni
keypti Martin Andreasen
húsini, og vórðu tey flutt
niðan á Konmansmýri.
Adressan er í dag Mýri-
snípuvegur 13. Hinumegin
vegin sæst bakarakringlan
hjá Køkubúðini v. Andreas
Jacobsen.
Innsettu myndirnar: Hús-
ini í Villumsgøtu (tey sum
pílurin vísur á. Myndin
tikin frá Varðagøtu). Johan
Petur Nielsen (1914-1973).
Um hetta mundið læt
Henry Olesen eisini upp
eina fish & chips matstovu
í D.R. Jacobsensgøtu. Talan
var um »Restaurant V«
(Victory), so Havnin var
væl fyri við fish & chips
matstovum undir krígnum.
Havnar leksikon:
Fyrsta »Fish Chips« matstovan í Havn
Dagurin
5. apríl. Irene, deyð umleið ár 300. Tikin av døgum
saman við tveimum systrum. Navnið merkir friður.
90 ár
Týsdagin 5. apríl fyllir Signhild Danielsen í Havn 90
ár. Tey sum ynskja at heilsa upp á Signhild eru
vælkomin í Pálsstovu, Mykinesgøta 7, millum kl. 17-
21.
Myndaeigarar:
Høvuðsmyndin:
Edle Bjørk
Húsini í Villumsgøtu:
Føroya Fornminnissavn
Myndin av Johan Petur
Nielsen:
Kathrina Mikkelsen