týsdagur 5. apríl 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 63 - 5. apríl 2005
– Sum andstøðu-
flokkur er tað ein
høvuðsuppgáva at
leggja fram okkara
boð uppá ein vinnu-
politikk, var boðskap-
urin hjá Høgna Hoy-
dal til tjóðveldisfólk á
flokstingi í Sumba
hetta vikuskiftið
FLOKSTING
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Vit skulu eggja til ný-
hugsan og nýskapan.
Tað er boðskapurin hjá
Høgna Hoydal til tjóð-
veldisfólk á flokstinginum,
sum var í Sumba hetta
vikuskiftið
Formaður tjóðveldisflok-
sins stúrdi fyri gongdini í
vinnupolitikkinum og bú-
skaparpolitikkinum.
– Landskassin verður so
líðandi tømdur. Rakstrar-
studningur verður so líð-
andi settur inn í vinnuna.
Skattalættar verða so líð-
andi settir í verk til tey
ríkastu. Skuldarsaneringar
verða framdar og politik-
ararnir fara inn í hvørt smá-
mal og gera stórar trupul-
leikar burturúr ongum.
Men hann ávaraði tjóð-
veldisflokkin ímóti at detta
í ta vanligu andstøðugrøv-
ina og bert bíða eftir at
finnast at tí sum samgong-
an borðreiðir við.
– Vit eiga at brúka stóra
orku uppá at fáa lýst førda
búskaparpolitikkin og at
vísa á avleiðingarnar.
Hann segði, at higartil er
ein hálv milliard tømd úr
landskassanum uppá eitt ár,
og tað er ilt at ímynda sær,
hvussu samgongan ætlar at
leggja eina fíggjarlóg fyri
komandi ár við nýggjum
skattalættum og nýggjum
útreiðslum, ið verða lov-
aðar.
Hann sá tí fyri sær, at
politiskt fer heystið í ár, tá
ið nýggj fíggjarlóg skal
gerast, at vera buldrasligt.
Kortini helt hann ikki, at
framtíðarútlitini fyri bú-
skapinum vóru so døpur.
– Tað vísur hóast alt eina
stóra styrki í tí førda bú-
skaparpolitikkinum undan-
farnu árini, at vit nú megna
at standa ímóti eini stórari
niðurgongd í høvuðsvinn-
uni, og at øll alivinnan er
burtur, uttan at landskassin
er í kreppustøðu.
Stórar íløgur fyri
framman
Høgni Hoydal fegnaðist
eisini um at tað nú sær út
til, at einskiljingar kunnu
fremjast eftir skipaðum
viðurskiftum og at tað so-
statt kann farast undir at
avrigga kreppuloysnirnar
og at skapa ein greiðan
skilnað millum alment og
privat.
Hann vísti á, at málsetn-
ingurin hjá tjóðveldisflokk-
inum er, at skipa karmar
um eitt frælst vinnulív, ið
kann standa seg í altjóða
kappingini.
Høgni Hoydal vil eisini
hava ein fiskidaga- og
fiskiloyvisbanka, umframt
at fleiri íløgur verða gjørdar
infrakervið
umframt
í
gransking, útbúgving og
menning
Flokkurin hevur eisini
eitt boð uppá, hvussu hesar
íløgur skulu fíggjast:
Samstundis heldur tjóð-
veldisflokkurin at Fram-
taksgrunnurin skal um-
skipast til ein veruligan
framtaksgrunn,
ið
ger
íløgur í nýskapandi tøkni
og menning. Samstundis
skal peningurin frá ein-
skiljingum og tað, sum eftir
er av blokkstuðlinum, fara í
Búskapargrunn
Føroya.
Peningurin í honum skal
markast til at gjalda skuld
niður og at gera íløgur í
gransking og útbúgving.
Formaður tjóðveldisflok-
sins sigur, at tað verður
neyðugt at menna tøkniligu
møguleikarnar og flutn-
ingssambandið kring land-
ið og við umheimin.
– Íløgurnar í breiðband
til øll húski í Føroyum, eru
eins týdningarmikil fortreyt
og havnir og vegir vóru í
fimtiárunum.
– Íløgurnar í gransking,
útbúgving, eftirútbúgving
og miðnámsskúlar kring
landið er ein onnur fortreyt.
– Ein triðja forteyt eru
sosialar íløgur í ellis- og
røktarheim, barnagarðar,
heim til sinnisveik og
tilboð til fólk við breki.
Veðrið
argaði
tjóð-
veldisfólk
Tveir útlendingar,
sum skuldu halda
fyrilestur á floks-
tingi tjóðveldis-
floksins, sluppu
ikki til landið
FLOKSTING
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tjóðveldisflokkurin
hevði gjørt nógv burtur
úr at gera flokstingið í
Sumba hetta vikuskift-
ið so áhugavert og upp-
lýsandi sum gjørligt.
Í tí sambandi var ætl-
anin, at bæði føroyskirr
og aðrir norðurlendskir
fyrilestrarhaldarar
skuldu halda røðu um
ymisk
politisk
og
vinnulig viðurskifti.
Men
tíverri
vóru
veðurgudarnir ikki við
tjóðveldsfólki og tað
førdi til at tveir av
gestarøðarunum sluppu
ikki fram.
Sostatt sluppu hvørki
Kuupik Kleist, fólka-
tingslimur, úr grøn-
lendska flokkinum IA,
og Steingrímur J. Sig-
fússon, althingslimur
og formaður í íslendska
flokkinum.
Floglíkindi vóru ikki
fríggjadagin og statt
vendi
flogfarið
við
teimum báðum í, aftur
og teir fingu tí ikki
møtt.
Vit skulu eggja til nýskapan og
–Vit mugu ikki at detta í
vanligu andstøðu-
grøvina, segði Høgni
Hoydal við tjóðveldisfolk
á flokstingi í Sumba
hetta vikuskiftið. Men
vit skulu eisini vera
hvøss í okkara atfinning-
um, legði hann afturat
Tað var rættiliga nógv fólk á flokstingið í Sumba hetta vikuskiftið