týsdagur 5. apríl 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Men hann helt eisini, at
íløgur í okkara mentan og
mentanartilboð eru eins
týdningarmiklar.
– Í altjóðagerðini er
neyðugt, at vit ikki bert
hugsa um sjálva tøknina.
Vit skulu eisini hugsa um
innihaldið og virðini, sum
vit skulu brúka tøknina til.
Okkara børn og ung-
dómur skulu dubbast til at
gerast heimsborgarar, læra
fleiri heimsmál og vinna
sær nýggja vitan. Men tað
hevur ongantíð verið meira
neyðugt enn nú, at vit eisini
styrkja okkara egna mál og
mentan til at gerast ein
nútímans mentan í heimin-
um.
At vit fáa føroyskt undir-
vísingartilfar,
føroyskt
sjónvarp, føroyskar bøkur
og føroyskt mál inn í
heimssamfelagið.
Tað er ein fortreyt fyri at
gagnnýta altjóðagerðina, at
vit styrkja okkara egna
grundarlag,
samstundis
sum vit lata okkum upp
mótvegis umheiminum.
Somuleiðis eiga vit at
taka alla okkara útbúgv-
ingarskipan til endurskoð-
anar í innihaldi, bæði fólka-
skúlalóg eins og barna-
garðs- og dagstovnaøkið
skal samskipast meira við
skúlan.
Okkara miðnámsskúla-
skipan má endurskoðast og
gerast
munandi
meira
liðilig við bæði vinnuligum
og bókligum møguleikum.
Málið eigur at vera, at yvir
eitt ávist áramál hava allir
føroyingar eina miðnáms-
útbúgving.
Og vit skulu sjálvsagt
hava eitt veruligt fróðskap-
arsetur, sum kann gerast
eitt kraftsentur fyri gransk-
ing og hægri útbúgvingum
og sum samstarvar við
hægri skúlar kring allan
heim.
Nr. 63 - 5. apríl 2005
15
Tjóðveldisflokkurin biður
um fólksins stuðul
Á flokstingið í Sumba hetta vikuskiftið er niðurstøðan hjá
Tjóðveldisflokkinum, at stórar avbjóðingar standa fyri framman
og tí biðjur hann um fólksins stuðul til at fremja umfatandi
broytingar
Yvirlýsing
Á flokstinginum varð ein yvirlýsing samtykt, har flokkurin visir til ta dyggu
undirtøku, sum veljarin hevur víst flokkinum á teimum seinastu valunum og við tí
í huga, heitir flokkurin á føroyingar um stuðul, til
- at seta á stovn einar sjálvstøðugar Føroyar, sum í alheimsgerðini kunnu virka á
jøvnum føti millum heimsins tjóðir
- at vinna føroyingum somu viðurkenning sum tjóð sambært fólkarættinum, sum
grønlendingar hava vunnið sær fyri stuttum
- at fáa økt samstarv og fleiri samstarvsavtalur við onnur lond á øllum økjum
- at fremja veruligan vinnupolitikk við ítøkiligum stutt- og langtíðarætlanum
- at fáa tillaging, menning og nýskapan innan høvuðsvinnuna
- at menna alternativar vinnur við góðum og javnbjóðis kørmum
- at rudda upp í lógini um vinnuligan fiskiskap
- at umleggja Framtaksgrunnin til ein veruligan framtaksgrunn, ið millum annað
skal menna øll økini í landinum
- at einskilja almennar vinnuligar fyritøkur og nýta inntøkuna til afturrindan av
skuld og til gransking og menning
- at seta á stovn Búskapargrunn Føroya
- at veita munandi betri karmar og meira fígging til gransking, Fróðskaparsetrið
og nýhugsan
- at endurskoða alla føroysku útbúgvingarskipanina - frá fólkaskúla til hægri
lesnað og eftirútbúgvingar
- at stuðla mentanarligari menning í øllum landinum
- at tryggja okkum eitt framkomið almanna- og heilsuverk
- at fáa í lag breiða semju um nýggja føroyska eftirlønarskipan skjótast tilber
- at styrkja økini í landinum við m.a. at leggja málsøki út til kommunurnar,
støðugt útbyggja samferðslukervið og eggja til frambrot um alt landið
- at virka fyri javnstøðu í øllum samfelagsins liðum
harafturat heitir flokstingið á sitandi landsstýri um:
- ikki at binda Føroyar í nýggja heimastýrisskipan við Danmark
- ikki at tøma alla uppsparing føroyinga í Landsbanka Føroya
- ikki at fara undir beinleiðis rakstrarstuðul til vinnulívið aftur
- ikki at veita skattalættar á 240 mió. kr. til tey hægstløntu, samstundis sum
skerjingar verða gjørdar innan nógvar týðandi vælferðartænastur
- heldur at leggja alla tíð og orku í at menna samfelagið, soleiðis at Føroyar
veruliga vera millum fremstu lond nú og komandi, sigur flokkurin at enda í
yvirlýsing eftir flokstingið hetta vikuskiftið.
Á flokstinginum í
Sumba um vikuskift-
ið, vann Hallur
Ellingsgaard valið um
at gerast nýggjur
aðalstjórnarformaður
í tjóðveldisflokkinum
FLOKSTING
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tjóðveldisflokkurin hevur
fingið nýggjan aðalstjórn-
arformann.
Tað varð er greitt, nú
flokkurin hevur floksting í
Sumba hetta vikuskiftið.
Eitt tað fyrsta á skránni á
flokstinginum
fríggja-
kvøldið, var at velja nevnd-
ir og tá boðaði formaðurin í
aðalstjórnini,
Jóannes
Dalsgarð, frá, at hann tók
ikki vil afturvali.
Hann helt ikki, at hann
hevði neyðugu tíðina til at
taka ein so virknan lut í
floksarbeiðnum sum ein
formaður eigur at gera.
Hann vísti á, at stórar-
beiðið stendur fyri framm-
an eftir at floksarbeiðið
hevði verið nógv darvað av
innanhýsis ósemjum sein-
astu tíðina.
Tí helt, at at tað var rætt-
ari at onkur annar kom
framat.
Tvey uppskot vóru til
aðalstjórnarformann: Hall-
ur Ellingsgaard úr Oyndar-
firði og royndi politikarin,
Heini O. Heinesen úr Kun-
oy
Tá ið atkvøtt varð, fekk
Hallur Ellingsgaard 22 at-
kvøður ímóti 14 til Heina
og sostatt er nýggi formað-
ur í aðalstjórn tjóðveldis-
floksins úr Oyndafirði.
Annars vóru ongar broyt-
ingar í leiðsluni og hini í
starvsnevnd floksins eru
Áki Jacobsen, peninga-
røkil,
Áki
Andreasen,
skrivari, Høgni Hoydal,
Karsten Hansen, Heidi
Petersen og Kristina Há-
foss,
Hallur Ellingsgaard er 52
ára gamal. Hann er lærari í
Oyndafirði.Hann
hevur
verið nevndarlimur í Eyst-
uroyar Tjóðveldisfelag í 20
ár og formaður hesi bæði
seinastu árini. Hann hevur
eisini royndir úr bygda-
ráðnum í Oyndafirði, eisini
sum formaður.
Tjóðveldið fingið
nýggjan oddamann
Hallur Ellingsgaard úr
Oyndafirði er nýggjur
formaður í aðalstjórn
tjóðveldisfloksins
g nýhugsan
Tjóðveldisfólk lurta við áhuga eftir formannin, tá ið hann leggur síni sjónarmið fram